13/11/2024
Hjartans tøkk góðu veljarar og stuðlar, sum hava hjálpt okkum á Lista F til hetta flotta úrslit.
Eitt úrslit, sum prógvar, at fimmti hvør borgari á Tvøroyri ynskja at verða sædd og hoyrd og at meirilutin av veljarum ynskja eina nýggja kós.
Tvøroyri stendur á einum vegamóti, har okur skulu siga farvæl til tað gamla fyri at móttaka tað nýggja.
Okur valevni og stuðlar hava kempað óført saman og eru sera stolt av, at 207 fólk hava víst okkum teirra álit.
Listi F vil takka fyri umboðið, sum veljarin hevur givið okkum og vil brúka tað til at røkka tí endaliga málinum hjá listanum um at kommunan byrjar at hugsa meira breitt og minni blokkpolitikk.
Eg persónliga vil brúka hetta umboðið til at tryggja, at øll góð hugskot vinna frama í býráðnum, líkamikið hvør eigur tey.
Tað, sum eg eisini taki við mær frá hesum valinum er, at Listi F hevur nøkur sera dugnalig ung talent, sum í framtíðini vilja gera seg galdandi bæði lokalt og á landsplan, um tey ynskja eina framtíð í politikki.
Og eg takki teimum av hjartanum fyri at bjóða seg fram saman við mær.
Vegna Lista F
Arnfinn Bech