20/02/2026
Tað er spell at síggja, at játtanin til Granskingarráðið aftur í ár er tann sama sum í fjør. Vit tosa um 12 mió. kr. til heilar 50 umsóknir, har langt frá øll fáa játtan. Hetta merkir, at vit framvegis liggja langt aftanfyri okkara grannalond, tá tað snýr seg um íløgur í vitan, menning og nýskapan.
Tað mugu vit gera nakað við.❗️
Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2026 var tað týdningarmikið fyri Annu Falkenberg, fólkatingskvinnu fyri Sambandsflokkin, at peningur varð settur av til gransking.
Tilsamans vóru 7,7 mió. kr. settar av á donsku fíggjarlógini til gransking. 6,3 mió.kr. til havgransking og 1,4 mió. kr. til gransking í uttanríkis-, trygdar- og verjugransking, og vit fegnast um at hesi eru løgd í eina trygga legu fram til 2029.💙
Fólkatingskvinnan og Sambandsflokkurin á Fólkatingi meta tað verða sera týdningarmikið, at vit raðfesta gransking. Vit skulu ikki síggja gransking sum eina útreiðslu, men sum eina íløgu í framtíðina. 👏
https://kvf.fo/greinar/2026/02/20/jattanin-til-gransking-stendur-i-stad
Játtanin til Granskingarráðið í ár er tann sama sum í fjør, og verri enn so allar umsóknir verða játtaðar