16/03/2026
🗳️ Ver árvakin í valstríðnum - brúka vit og skil
Í valstríðnum er nógv ferð á kjakinum, og tíverri eru fremmandar royndir at ávirka og leggja upp í val og almenna orðaskiftið vorðnar vanligari í londum kring okkum.
Vit kunnu øll gera okkara fyri at fyribyrgja fremmanda ávirkan:
🟦Ver árvakin og brúka vit og skil; ikki trúgva øllum, tú sært á netinum
🟦Kanna, hvør stendur fyri upplýsingunum
🟦Kanna, um fleiri eftirfarandi miðlar skriva tað sama
🟦Sterkar kenslur, vreiði ella ótti eru ofta tekin um, at tú eigur at kanna tilfarið betur
🟦Ivast tú í, um tilfar ella innihald á netinum er satt, kanna so einaferð eyka, áðrenn tú deilir ella sendir tað víðari
🟦Boða frá eyðsæddari falskunning umvegis fráboðanarfunkur á sosialum miðlum.
Latið okkum tryggja eitt rættvíst og trygt valstríð við at brúka vit og skil! 🛡️
Les meira í skrivinum frá Arbeiðs- og Brunaeftirlitinum, Fjarskiftiseftirlitinum og Gjaldstovuni: https://vs.cdn.fo/savn/qhwjjxsn/fremmand-a-virkan-a-valini-002.pdf?s=3RWdqrDvcr-RnIm16Zj52BCEQR4