Eiðis Bjargingarfelag - Rescue Vón

Eiðis Bjargingarfelag - Rescue Vón Hetta er almenna Facebook síðan hjá Eiðis Bjargingarfelag og Rescue Vón.
Øll í hava áhuga í arbeiðinum hjá felagnum eru vælkomin at dáma hesa síðu.

Aftur seinnapartin í vóru boð eftir Rescue Vón.Hesaferð var bátur við trupuleikum staddur á leið 9 fjórðingar norður úr ...
22/04/2026

Aftur seinnapartin í vóru boð eftir Rescue Vón.
Hesaferð var bátur við trupuleikum staddur á leið 9 fjórðingar norður úr Kallinum.
Vón sleipaði bátin til Eiðis.

Seinnapartin í gjár vóru boð eftir Vón. Bátur upsteðgaður umleið 1 fjórðing í ein útnyrðing úr Stakkinum.Vón var skjót á...
22/04/2026

Seinnapartin í gjár vóru boð eftir Vón. Bátur upsteðgaður umleið 1 fjórðing í ein útnyrðing úr Stakkinum.
Vón var skjót á staðið og sleipaði bátin til Eiðis.

10/04/2026

Stutt fyri kl 08.30 í morgun vóru boð eftir Rescue Vón. Bátur uppsteðgaður umleið 15 fjórðingar norður úr Eiðiskolli.
Kl 08.40 fór Rescue Vón av Eiði og var aftur á Eiði við bátinum kl 13.45.

05/03/2026

Í samband við at nýggjur slølliliðsbilur er keyptur til Eiðis sløkkilið verður móttøka í hølunum hjá felagnum uppi á Grind.Bilurin bl...

04/03/2026
Mánadagin vóru boð send eftir Rescue Vón.  Hesaferð var tað ein stuttleikabátur, ið fekk motortrupulleikar stutt frá gró...
26/02/2026

Mánadagin vóru boð send eftir Rescue Vón.

Hesaferð var tað ein stuttleikabátur, ið fekk motortrupulleikar stutt frá grótkastinum við Bátahylin á Eiði. Boðini komu um 16 tíðina seinnapartin Stutt eftir kom Rescue Vón á staðið og sleipaði bátin aftur inn í bátahylin.

22/02/2026

Fríggjakvøldið kl. 20:51 komu boð frá MRCC, um at bátur var farin á land við Stakkin.
Vón loysti av Eiði kl. 20:57, og funnu teir bátin inni á Sjeyndum kl. 21:10
kvf.fo skrivar:
”Løgreglan sendi Rescue Vón á staðið og hóast tað var ókyrt á víkini, so eydnaðist fyrst at skjóta eina línu umborð á skadda bátin, og eftir tað svam ein bjargari av Rescue Vón inn til útróðrarbátin. Hann fór umborð og var um mannin til tyrlan kom eftir teimum báðum. Bjargarin metti tað ikki vera ráðiligt at taka mannin av bátinum umborð á Rescue Vón, júst tí tað var so ókyrt.
Boð vóru tí send eftir tyrluni hjá Atlantsflogi, sum heysaði mannin - og bjargaran - upp og flutti útróðrarmannin á Landssjúkrahúsið.”

Øllum verður ynskt eini trygg, góð og hugnalig jól, og eitt av harranum vælsignað nýggjár 🌲🎆VinarligaEiðis Bjargingarfel...
24/12/2025

Øllum verður ynskt eini trygg, góð og hugnalig jól, og eitt av harranum vælsignað nýggjár 🌲🎆
Vinarliga
Eiðis Bjargingarfelag - Rescue Vón

Bæði í gjár og í dag hevur Vón verið og sleipa havhestabátar, ið høvdu motortrupulleikar.Í gjar var tað ein bátur, ið va...
30/08/2025

Bæði í gjár og í dag hevur Vón verið og sleipa havhestabátar, ið høvdu motortrupulleikar.
Í gjar var tað ein bátur, ið var staddur 5 fjórðingar norður úr Mýlingi, hann bleiv sleipaður til Eiðis.
Í dag var ein bátur uppsteðgaður nakað noður úr Rivtanga, hann bleiv sleipaður til Leirvíkar.

Kl. 07:00 í morgun komu boð frá MRCC, um at ein bátur norðanfyri var uppsteðgaður, og tørvaði sleip.Vón sleipaði bátin, ...
27/08/2025

Kl. 07:00 í morgun komu boð frá MRCC, um at ein bátur norðanfyri var uppsteðgaður, og tørvaði sleip.
Vón sleipaði bátin, sum var staddur einar 16 fjórðingar úr Kollinum, til Eiðis.
Veðrið var gott og gekk sleipið væl. Vón var aftur á Eiði við bátinum kl. 11:45

Kl. 02:45 í nátt komu boð frá MRCC, um at ein bátur úti á Mýlingsgrunninum hevið fingið motortrupulleikar, og tørvaði sl...
25/06/2025

Kl. 02:45 í nátt komu boð frá MRCC, um at ein bátur úti á Mýlingsgrunninum hevið fingið motortrupulleikar, og tørvaði sleip.
Vón var hjá bátinum kl.03:50 og sleipaði bátin til Eiðis. Teinurin aftur til Eiðis var áleið 20 fjórðingar. Veðrið var gott, og sleipið gekk væl.
Vón var aftur á Eiði við bátinum kl.07:15

Adresse

Eiði
470

Telefon

+298218412

Internet side

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når Eiðis Bjargingarfelag - Rescue Vón sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Kontakt Organisationen

Send en besked til Eiðis Bjargingarfelag - Rescue Vón:

Del