Eiðis kommuna

Eiðis kommuna Vælkomin á almennu Facebook-síðuna hjá Eiðis kommunu, ið fevnir um bygdirnar Eiði, Ljósá og Svínáir.

Seinasta freist at melda til ung í arbeiði fyri 2026 er 11. juni klokkan 16:00. Ung, ið fara í 8. 9. og, 10. flokk í aug...
10/06/2026

Seinasta freist at melda til ung í arbeiði fyri 2026 er 11. juni klokkan 16:00.

Ung, ið fara í 8. 9. og, 10. flokk í august 2026 fáa arbeiði í 14 dagar.

Arbeiðstíðin er átta tímar dagliga, fimm dagar um vikuna. Møtt verður klokkan 8.00 á morgni, og klokkan 16.00 seinnapartin er arbeiðsdagurin liðugur.

Lønin er tann sáttmálaavtalaða tímalønin hjá Føroya Arbeiðarafelag umframt frítíðarløn.

Tey, sum eru áhugað í hesum tilboði, verða biðin um at seta seg í samband við kommununa á tlf. nr. 200400 ella við at senda ein teldupost til [email protected].

Við tilmelding skal upplýsast navn, bústaður, føðiár, telefonnummar, teldupostur, kontonummar, eftirlønarkontonummar, flokkur, og møguligar avbjóðingar í samband við heilsu.

Seinasta freist at melda til ung í arbeiði fyri 2026 er 11. juni klokkan 16:00. Ung, ið fara í 8. 9. og, 10. flokk í august 2026 fáa arbeiði

Eiðis skúli søkir eftir 1 námsfrøðingi ella stuðulsfólki at starvast 880 árstímar (lønarbrot 0,5). Starvið er tíðaravmar...
09/06/2026

Eiðis skúli søkir eftir 1 námsfrøðingi ella stuðulsfólki at starvast 880 árstímar (lønarbrot 0,5). Starvið er tíðaravmarkað skúlaárið 2026-2027.

Arbeiðsuppgávurnar eru í høvuðsheitinum, í tøttum samstarvi við lærararnar, at arbeiða sum stuðul í 1.flokki.

Les alla starvslýsingina við at fylgja leinkjuni.

Eiðis skúli søkir eftir 1 námsfrøðingi ella stuðulsfólki at starvast 880 árstímar (lønarbrot 0,5). Starvið er tíðaravmarkað skúlaári

Heilsuvikan var í viku 22 og enn einaferð var talan um eitt væl frágingið tiltak í góðum veðrið, har dentur varð lagdur ...
08/06/2026

Heilsuvikan var í viku 22 og enn einaferð var talan um eitt væl frágingið tiltak í góðum veðrið, har dentur varð lagdur á samveru, rørslu og hugbundni. Sí myndir her.

Heilsuvikan var í viku 22 og enn einaferð var talan um eitt væl frágingið tiltak í góðum veðrið, har dentur varð lagdur á samveru, rørslu...

Í dag klokkan 14:00 verður gongutúrur við Jan Thomsen út til Vaktarhúsið!
31/05/2026

Í dag klokkan 14:00 verður gongutúrur við Jan Thomsen út til Vaktarhúsið!

Her sæst skráin fyri fríggjadagin 29. mai í heilsuvikuni. Byrjað verður við sangi og rørslu í Korndalsgarði klokkan 09:3...
29/05/2026

Her sæst skráin fyri fríggjadagin 29. mai í heilsuvikuni.

Byrjað verður við sangi og rørslu í Korndalsgarði klokkan 09:30.

Klokkan 17:00 verður dypping eysturi á keiøkinum.

Her sæst skráin fyri hósdagin 28. mai í heilsuvikuni. Fyrilesturin vixð Ann og Jensjáku ber heitið "Náttúran sum heilivá...
28/05/2026

Her sæst skráin fyri hósdagin 28. mai í heilsuvikuni. Fyrilesturin vixð Ann og Jensjáku ber heitið "Náttúran sum heilivágur". Eftir Social run verður frukt og kaffi at fáa. NB: Ætlaða tiltakið leygardagin klokkan 10:00, gakk ella renn, verður skoytt uppí Social Run. Tískil er einki tiltak leygardagin 30. mai.

Springarakók til borgarar í Eiðis kommunu.Borgarar í Eiðis kommunu hava fingið 30 springarar norð frá drápinum í Hvalvík...
28/05/2026

Springarakók til borgarar í Eiðis kommunu.
Borgarar í Eiðis kommunu hava fingið 30 springarar norð frá drápinum í Hvalvík/Streymnes.
Ætlanin er at skera allar springararnar upp, og tá alt er uppskorið, verður fráboðan løgd á heimasíðuna hjá Eiðis kommunu um, at borgarar í kommununi kunnu koma á keiina á Eiði at fáa sær eitt kók.
Vit byrja at skera upp kl.08.30 og tað hevði verið gleðiligt, um fólk komu at hjálpa til.
Vinarliga
Eiðis kommuna

https://www.eidi.fo/lysing-eftir-arbeidsformanni-2/Kundi tú hugsað tær eitt starv, har tú hevur stóra ávirkan á arbeiðið...
27/05/2026

https://www.eidi.fo/lysing-eftir-arbeidsformanni-2/

Kundi tú hugsað tær eitt starv, har tú hevur stóra ávirkan á arbeiðið?

Talan er um leiðarastarv, har formaðurin hevur ábyrgd av dagliga arbeiðinum í kommununi. Í starvinum hevur tú ábyrgd av vatnverkum, kloakk, fríðkan, vegakervinum og øðrum.

Sum heild eitt fjølbroytt starv, har hvør dagur hevur nýggjar og spennandi uppgávur.



Eiðis kommuna arbeiðir miðvíst við:

• At tú sleppur at mynda starvið.

• At tú følir, at tú brúkar tíni evni mest møguligt.

• At tú mennir tínar fakligu førleikar.

• At tú skalt tíma til arbeiðis og føla, at tú ert partur av eini størri heild.



Eiðis kommuna ynskir, at tú:

• hevur viðkomandi útbúgving, handverkari ella líknandi.

• hevur evni at leiða, leggja til rættis, seta í verk og fylgja upp.

• hevur hampuliga góðar telduførleikar ella ynskir at menna hesar.

Hevur tú eftirútbúgving í viðkomandi fakum, stóra koyrikortið ella annað, sum viðkemur starvinum, er hetta sjálvandi ein fyrimunur.



Hvussu kanst tú fáa meira at vita:
Um starvið hevur tín áhuga, ert tú vælkomin at ringja til borgarstjóran, Jógvan í Skorini, tlf. 740400, so tú kanst fáa gjøllari upplýsingar.

Starvið er fulltíðarstarv og verður sett skjótast til ber. Løn og setanartreytir sambært sáttmála millum handverkarafeløgini/starvsfelagið og avvarðandi yrkisfelag.



Tú ert vælkomin at senda umsókn til:

Umsókn saman við upplýsingum um útbúgving, royndir og møguligum viðmælum skal vera [email protected] hendi í seinasta lagi 17.06.2026

Kundi tú hugsað tær eitt starv, har tú hevur stóra ávirkan á arbeiðið? Talan er um leiðarastarv, har formaðurin hevur ábyrgd av dagliga...

Adresse

Brekkuvegur 37
Eiði
FO-470

Hvad er åbningstiderne?

Mandag 09:00 - 15:00
Tirsdag 09:00 - 15:00
Onsdag 09:00 - 15:00
Torsdag 09:00 - 15:00

Telefon

+298 200 400

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når Eiðis kommuna sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Kontakt Organisationen

Send en besked til Eiðis kommuna:

Del