07/09/2020
Í 1920 vórðu handilshús og fiskastykkið bygd á Mýri í Hovi. Fiskur varð vaskaður og turkaður ( Klippfiskur / Bacalao ) og útfluttur til suðurlond.
Eini 32 fólk arbeiddu á fiskastykkinum, harav 80% vóru kvinnur. Tá hvíta og reyða vaskiflaggið veittraði, varð fiskurin vaskaður við bryggjukantin. Tá hvíta breiðiflaggið veittraði, bóru arbeiðsfólkini fiskin niðan á fiskastykkið og løgdu hann til turkingar.
Virksemið at framleiða saltfisk steðgaði í 1958, tá turkihús vórðu bygd í størru bygdunum í Suðuroynni. Tá varð fiskurin turkaður við elmegi og fiskagentan gjørdist tí arbeiðsleys. Handilshúsið var opið fram til 1984.
Finnbjørn Hovsgarð, hevur altíð búð í Hovi, og sum smádrongur arbeiddi hann á fiskastykkinum í árunum 1955-1958. Børn frá 11 ára aldri sluppu nevniliga at luttaka í arbeiðinum á fiskastykkinum. Finnbjørn metir tað vera syrgiligt, um saltfiskasøgan verður gloymd, tí "hetta var tað, sum alt samfelagið hvíldi á. Útflutningur føroyinga av saltfiski var 97%. Hetta er ein dýrabær søga, sum aldri má doyggja."
Í 2007 fór Finnbjørn tí undir at reinsa fiskastykkið og skipa umhvørvið kring fiskastykkið. Handilshúsið varð gjørt til savn og mentanarhús. Gomlu lutirnir vórðu varðveittir og sýndir fram, so at gestir kunnu síggja og nerta við fiskasøguna. Her eru gomul amboð, bøkur og myndir.
Sum nakað nýtt, kunnu gestirnir eisini smakka fiskasøguna. Bíleggjast kann framvísingartúrur á fiskastykkinum, ið endar við einari heitari máltíð. Borðreitt verður við salfiski við hvítari (súrsøtari) sós og eplum, eftir uppskrift frá teimum, ið arbeiddu á fiskastykkinum. Áhugaði kunnu seta seg í samband við Finnbjørn á tel. 259554.