Klaksvíkar kommuna

Klaksvíkar kommuna Almenna facebooksíðan hjá Klaksvíkar kommunu er til kunning og samband við borgarar. Viðmerkingar við ósømiligum málburði verða strikaðar.

Fyrispurningar um ítøkilig mál skulu sendast til [email protected]. Klaksvíkar kommuna fevnir um Klaksvík og bygdirnar Árnafjørd, Ánirnar, Norðoyri, Svínoy, Syðradal, Húsar, Mikladal og Trøllanes.

Í sambandi við ferðslubroytingarnar á norðoyastevnu, steðgar býarbussurin ikki á hesum støðum eftir kl. 17.00 í dag. 👇❗️...
29/05/2026

Í sambandi við ferðslubroytingarnar á norðoyastevnu, steðgar býarbussurin ikki á hesum støðum eftir kl. 17.00 í dag. 👇❗️

á Bøgøtu (við ítróttaøkið)
á Bøgøtu (við Betri banka)
á Gerðagøtu (við KFUM & K)

Norðoyastevnuskráin - fríggjadagur 29. MAI 2026 10.30 KFUM og K Vøggusangur 11.00–15.00 Norðoya Fornminnasavn Spaniastov...
29/05/2026

Norðoyastevnuskráin - fríggjadagur 29. MAI 2026

10.30 KFUM og K Vøggusangur

11.00–15.00 Norðoya Fornminnasavn Spaniastova: Uppliva ein part av eini søguligari bygd við lutum, sum lýsa gerandisdagin í Føroyum í gomlum døgum. Miðstovan: „Sildarok“, sum varpar ljós á sildatíðina og lýsir virksemið, sum fór fram í Handilshúsinum úti í Klaksvík

13.00–24.00 Framsýning í Varpinum – Vegghamar Norðoya Listafelag skipar fyri

14.00–16.00 Vælkomin í Norðoya Sparikassa á Norðoyastevnu Hugnaligt tiltak í Norðoya Sparikassa, har sparikassin bjóð ar ís, kaffi, te o.a. Silvi vitjar og hevur ballónir til børnini.

15.00–18.00 Gamla Seglhúsið Listaframsýning – Talan er um eina søluframsýning við fleiri ymiskum listafólkum

16.00–20.00 Gallarí Á Stongunum, Stangavegur 13 Framsýnarar vera Turið Teitsdóttir, Marianna Højsted Hors dal, Eli Smith, Bjørg Mohr, Eyðun av Reyni og Maria Mørk øre. Karl Martin og Mikkjal spæla nøkur løg. Ábit verð ur. Øll eru hjartaliga vælkomin.

16.00–24.00 Norðoyastevnukafé í Varpinum Hanna Ovadóttir og hennara fólk frá hagapartinum Búðadali í Haraldssundi borðreiða við leskiligum breyði og ný skorn um føroyskum viðskera. Rabarbutrifla og ein drekka munnur fæst eisini til keyps.

17.00 Dávavirkið – Bryggjaríið - Varpið Whisky-Walk í sambandi við 10 ára føðingardagin hjá EINAR´s. Andras Sólstein er „ferðaleiðari“. Atgongumerki: www.varpid.fo

17.00–20.00 Miðhøllini á Skúlatrøð Norðoyastevnuframsýning – Fernisering við røðu, ábiti og tónleiki. Norðoya Listafelag skipar fyri.

17.00– Roykstovan Fimmari – Roykstovan letur upp og vit byrja við FIMMARA fram til kl. 19.00

17.00–18.00 Fimmari í Maverick Barr 17.30-20.00 Súkklukapping Súkklukapping í trimum pørtum verður við Norðoya Sparikassa. Barnakappingin byrjar kl. 17.30, kvinnukappingin kl. 18.30 og mannfólkakappingin kl. 19.00 18.00 Maverick og Grillin lata upp Fótbóltur verður vístur.

18.00–21.00 KFUM og K Kondibingo, KFUM og K-skótarnir skipa fyri kondibingo. Rutan byrjar og endar í KFUM og K. Drekkamuður kann keypast á rutuni

18.00–24.00 TIVOLI og útsølur við fótbóltskýlið Hópin av góðum vinningum og stuttligum spæli: Blikk-kast, Súkklubátar, Fiskibrunnur, Trampolin, El-bilar, Gyroskop, Wipe Out á Tivoliøkinum., Biografur: í 3D bio-vogninum á Tivoli økinum. Stórt hoppiland á Akursmørk

19.00 - Norðoyastevnuteitið í Spinnarínum

19.00–02.00 Herluf í Skálanum Skálin, Bøgøta 11. Herlufs Café og Klaksvíkar Dansifelag skipa fyri hugnatiltaki við borðhaldi, skemti, sangi og dansi – Tilmelding krevst til borðhaldið! Dansurin kl. 21.30 er almennur. Kostnaður kr. 150,

19.00 Testovan Marin Malena Testovukonsert við Lív Næs og Tróndur Enni. Ein fólkakær duo sum hevur framført við teirra tónum seinastu mongu árini, og saman við teimum er Óli Mortensen á gittara komin afturat. Atgongumerki kunnu keypast á bsg.fo

19.00 Hondbóltur í KÍ-høllini Team Klaksvík Legends - Kyndil Legends

19.00–03.00 Varpið Føroya Bjór Lounge

19.30 Varpið Ein rimmar konsert við Klaksvikar Hornorkestri sum hevur bjóðað Havnar Hornorkestur við sum gestaorkestur. Eisini verða ungu hornspælararnir á Skúlatrøð við í konsertini. Rani Nolsøe er frásøgufólk. Atgongumerki: www.varpid.fo

19.30 Skákið Talvkapping fyri vaksin. Heiðursmerki verða latin.

20.00 Emmaus Ungdómsmøti 20.30 Soli Deo Gloria, Klaksvíksvegur 56 Konsert við Regin Arnason Jensen úr Leirvík, Hans F. Christian sen úr Hvannasundi, sum hevur givið „Í tín favn“ út, og Jóhannu Sámalsdóttir av Toftum, sum vit kenna frá HOY DØL UM. Konsertin er ókeypis. Drekkamuður er aftaná konsertina.

21.00 - Norðoyastevnuteitið í Spinnarínum

21.00 Hans Hjalti & Hóraldur spæla í Varpinum

21.00 KFUM & K Ungdómsmøti við Petur Suna Jacobsen. Lovsangur og drekkamunnur

Nakrar fittar myndir frá skrúðgonguni á árligi barnafagnaðinum í dag!  👫🎨🎤
28/05/2026

Nakrar fittar myndir frá skrúðgonguni á árligi barnafagnaðinum í dag! 👫🎨🎤

Ferðslukunning 👇
28/05/2026

Ferðslukunning 👇

Hesir vegir eru stongdir frá fríggjadegnum kl. 17.00 til mánamorgun kl. 06.00.

Í dag kl. 10.30 fer skrúðgongan av Sandinum 👮🏃‍♀️‍➡️🏃‍➡️🚓
28/05/2026

Í dag kl. 10.30 fer skrúðgongan av Sandinum 👮🏃‍♀️‍➡️🏃‍➡️🚓

Í dag, hósdagin 28. mai, verður árligi barnafagnaðurin á dagstovnaøkinum í Klaksvík aftur á skránni. Eins og undanfarin ár fara børn og starvsfólk at savnast til ein hugnaligan og festligan dag.

Býráðsskráin sæst her 👇
27/05/2026

Býráðsskráin sæst her 👇

Býráðsfundur verður hósdagin 28. mai kl. 17:30. Til ber at stroyma almenna býráðsfundin umvegis leinkið á forsíðuni.

Norðoyastevnan nærkast – sí skránna her 👇
27/05/2026

Norðoyastevnan nærkast – sí skránna her 👇

Norðoyastevnuskráin sæst her: Norðoyastevna 2025

Hevur tú hug til nýggjar avbjóðingar?Vit leita eftir fleiri starvsfólkum til Baldursbrá!👉 Umsóknarfreistin er longd til ...
26/05/2026

Hevur tú hug til nýggjar avbjóðingar?

Vit leita eftir fleiri starvsfólkum til Baldursbrá!

👉 Umsóknarfreistin er longd til 10. juni

Virksemið í Baldursbrá verður í næstum økt við einari nýggjari vøggustovu og einari barnagarðsstovu, og tí søkja vit eftir námsfrøðingum og hjálparfólkum til starvsbyrjan 1. august 2026.

Stellumenn hittust býráðshúsinum ⚓🛟
23/05/2026

Stellumenn hittust býráðshúsinum ⚓🛟

Seinnapartin leygardagin var ein heilt serlig og hugnalig vitjan í býráðshúsinum í Klaksvík, tá eitt ferðalag úr Íslandi vitjaði. Tað serliga við hesum ferðalagnum var, at nærum allir menninir, ið vóru við á túrinum, hava í eitt tíðarskeið siglt við Stellunum.

Adresse

Nólsoyar Pálsgøta 32
Klaksvík
700

Hvad er åbningstiderne?

Mandag 10:00 - 16:00
Tirsdag 10:00 - 16:00
Onsdag 10:00 - 16:00
Torsdag 10:00 - 16:00
Fredag 10:00 - 15:00

Telefon

+298410000

Internet side

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når Klaksvíkar kommuna sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Del