Bókasavnið við Løkin

Bókasavnið við Løkin Vælkomin á Bókasavnið við Løkin - títt bókasavn!

Hvat ætla tit at lesa fyri børnunum?
23/05/2026

Hvat ætla tit at lesa fyri børnunum?

Løksítriv: vit perla lyklaringar og armbondFríggjadagin 15. og leygardagin 16. mai verður ítriv á bókasavninum. Vit fara...
13/05/2026

Løksítriv: vit perla lyklaringar og armbond

Fríggjadagin 15. og leygardagin 16. mai verður ítriv á bókasavninum. Vit fara at perla lyklaringar og armbond, og tað einasta tú skalt hava við er hugflog.
Løksítriv er opið tá bókasavnið er opið: fríggjadagin kl. 13-18 og leygardagin kl. 11-16

Komandi skrivikappingTil komandi ár verður skrivikapping aftur fyriskipað í sambandi við Mentanarvikuna í Runavíkar komm...
08/05/2026

Komandi skrivikapping

Til komandi ár verður skrivikapping aftur fyriskipað í sambandi við Mentanarvikuna í Runavíkar kommunu.

Evnið er fingið upp á pláss, og tað verður: ferðafrásagnir.

Í februar verður eitt skriviskeið, har evnið verður tikið upp, og freistin at lata inn verður helst í mars 2027.

Vinnararnir verða kunngjørdir á Mentanarvikuni 2027

Vit hava stongt dýra biðidag - bókasavnið er opið aftur leygardagin kl 11-16
30/04/2026

Vit hava stongt dýra biðidag - bókasavnið er opið aftur leygardagin kl 11-16

Bókasøvn sum “triðja staðið”Bókasavnið við Løkin er saman við fleiri øðrum norðurlenskum og baltiskum bókasøvnum við í s...
27/04/2026

Bókasøvn sum “triðja staðið”

Bókasavnið við Løkin er saman við fleiri øðrum norðurlenskum og baltiskum bókasøvnum við í stórari verkætlan “Libraries as Third Places”. Verkætlanin er stuðlað av Nordisk kulturkontakt, og fer at fevna um eitt ár, við byrjan í mai, har vit fara at samstarva við:

Tauragė District Municipality Birutė Baltrušaitytė Public Library (Litava, samskipari)
Pärnu Central Library and Saare County Central Library (Estland)
Halsnæs Library (Danmark)
Ålesund Library (Noreg)

Verkætlanin fer at fevna um samstarvsfundir, lestrarvitjanir, verkstovur, royndardeilingar og at enda verður ein ráðstevna sum tekur saman um verkætlanina. Málið er at granska bókasavnið sum eitt “triðja stað” - eitt opið, fevnandi og samlagsmennandi stað fyri læring, samveru og luttøku.

Av teimum yvir 70 umsóknunum vóru bert 11% útvald at fáa stuðul, har í hendan verkætlanin var ein teirra. Samlaða fíggjarætlanin er 20.000 EUR.

Vit gleða okkum til hesa verkætlanina, og fara at leggja meir út um evnið so hvørt.


Bókasavnið er opið flaggdagin 25. apríl kl 11-16Vit hava myndaframsýning hjá Silas OlafsonVit perla fuglar3.b selur plan...
24/04/2026

Bókasavnið er opið flaggdagin 25. apríl kl 11-16
Vit hava myndaframsýning hjá Silas Olafson
Vit perla fuglar
3.b selur plantur - tomat, piparfrukt oa.

Kaffi er á kannuni - kom og vitja

Nú er teknikappingin liðug á hesum sinni. Í ár var evnið fuglar og fuglalív, og vit fingu ótrúliga nógvar góðar myndir i...
24/04/2026

Nú er teknikappingin liðug á hesum sinni. Í ár var evnið fuglar og fuglalív, og vit fingu ótrúliga nógvar góðar myndir inn. 4 myndir vóru valdar sum skaraðu framúr, og tey 4 listafólkini hava nú fingið teirra vinningar (gávukort til Bókabúðina í Saltangará)
Í ár var tað so stuttligt at tvey systkin vunnu: Jeffrei 8 ár og Rakul Iris 13 ár (Jeffrei heldur á báðum myndunum)
Iris 5 ár og Rebekka 11 ár vunnu eisini.
Vit ynskja teimum so hjartaliga til lukku 💐

Hósdagin 23. apríl kl. 17 verður heilt serstakt høvi at hoyra yrkingaupplestur. Jóanes Nielsen, Marjun S. Kjelnæs og Rói...
22/04/2026

Hósdagin 23. apríl kl. 17 verður heilt serstakt høvi at hoyra yrkingaupplestur. Jóanes Nielsen, Marjun S. Kjelnæs og Rói R. Patursson koma at lesa teirra yrkingar upp í skúlanum í Oyndarfirði. Harumframt fer Kári Sverrisson at spæla nøkur løg.
Vit bjóða ein kaffimunn afturvið

Avbera vakra og hugtakandi myndaframsýningin hjá Silasi Olofson er opin alla Mentanarvikuna 🙌
21/04/2026

Avbera vakra og hugtakandi myndaframsýningin hjá Silasi Olofson er opin alla Mentanarvikuna 🙌

Mánakvøldið vórðu vinnararnir av skrivikappingini í sambandi við Mentanarvikuna kunngjørdir. 1. virðisløn fór til Sámal ...
21/04/2026

Mánakvøldið vórðu vinnararnir av skrivikappingini í sambandi við Mentanarvikuna kunngjørdir.
1. virðisløn fór til Sámal Soll og
2. virðisløn fór til Lydiu Didriksen

Vit fingu 49 stuttsøgur inn, og tað er ómetaliga gleðiligt at so nógv fólk skriva. Dómsnevndin valdi hesar báðar burturúr rúgvuni, og vit vóru so heppin at hoyra tær í gjárkvøldið.
Stuttsøgurnar, saman við grundgevingunum hjá dómsnevndini liggja á heimasíðuni https://lokin.fo/kappingar
Eisini vera tey bæði at hoyra í samrøðu við Lív Mikkelsen í Kultura.
Vit ynskja Lydiu og Sámal hjartaliga til lukku!

Adresse

Løksvegur 1
Runavík
620

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når Bókasavnið við Løkin sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Kontakt Organisationen

Send en besked til Bókasavnið við Løkin:

Del