Sørvágs kommuna

Sørvágs kommuna Sørvágs kommuna fevnir um bygdirnar Sørvágur, Bøur, Gásadalur og Mykines.

Deil hetta við tínar grannar, og fá øll við út at rudda og fríðka um, leygardagin 6.juni🍂🪏
03/06/2026

Deil hetta við tínar grannar, og fá øll við út at rudda og fríðka um, leygardagin 6.juni🍂🪏

02/06/2026
Minnist til, at melda til ymisku tiltøkini í trivnaðarvikuni 🤩 Sí lýsingarnar her, ið krevja tilmelding 👌🏻 Framhaldandi ...
31/05/2026

Minnist til, at melda til ymisku tiltøkini í trivnaðarvikuni 🤩 Sí lýsingarnar her, ið krevja tilmelding 👌🏻 Framhaldandi góðan sunnudag 🌸

So er skráin til trivnaðarvikuna klár 🤩Vónandi verður undirtøkan til ymisku tiltøkini góð. Minnist til, at onkur av tilt...
29/05/2026

So er skráin til trivnaðarvikuna klár 🤩
Vónandi verður undirtøkan til ymisku tiltøkini góð. Minnist til, at onkur av tiltøkunum krevja tilmelding.
Gott vikuskifti ☺️

Skrá fyri bygdaráðsfund:
22/05/2026

Skrá fyri bygdaráðsfund:

Boðað verður til bygdaráðsfund mikudagin 27.05.26 kl. 18:00 Til viðgerðar: 39/2026 Ársroknskapurin hjá Sørvágs kommunu fyri 2025 31/2026 Fígging av ítróttarhøllini 32/2026 2. Viðgerð av eykajáttan til útiøkið rundanum Messuna 40/2026 Umsókn um byggiloyvi á matr. nr. 422i í S....

IRF: Broytingar í innsavningini eftir hvítusunnu
22/05/2026

IRF: Broytingar í innsavningini eftir hvítusunnu

Í sambandi við hvítusunnu eru broytingar í innsavningini av húsarhaldsposum. Húsarhaldsposarnir verða heintaðir eftir hvítusunnu, týsdagin tann 26. mai í Sørvági, Bø og Gásadali.

Sjavskapping í trivnaðarvikuni ♥️♦️♣️♠️
15/05/2026

Sjavskapping í trivnaðarvikuni ♥️♦️♣️♠️

Nýggja barakkin hjá Krígssavninum er nú liðug og latin savninum. Talan er um ein sera snotiligan og vakran bygning.J&K P...
11/05/2026

Nýggja barakkin hjá Krígssavninum er nú liðug og latin savninum. Talan er um ein sera snotiligan og vakran bygning.

J&K Petersen hevur staðið fyri arbeiðinum, og saman við dugnaligum undirveitarum hava tey latið eina sera væl úr hondum greidda loysn til Krígssavnið. Bygningurin hóskar sera væl til umhvørvið og verður uttan iva ein stórur styrkur fyri savnið og framtíðar virksemið har.

Vit vilja ynskja øllum, sum hava verið partur av verkætlanini, hjartaliga tillukku.

Samstundis gleða vit okkum at fylgja næsta byggistigi, sum vantandi verður klárt á sumri 2027.

Adresse

Varðagøta 8
Sørvágur
FO-380

Hvad er åbningstiderne?

Mandag 10:00 - 13:00
Tirsdag 10:00 - 13:00
Onsdag 10:00 - 13:00
Torsdag 11:00 - 17:00
Fredag 10:00 - 12:00

Telefon

298363200

Internet side

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når Sørvágs kommuna sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Kontakt Organisationen

Send en besked til Sørvágs kommuna:

Del