Bókasavnið í Nes kommunu

Bókasavnið í Nes kommunu Bókasavnið heldur til á 2. hædd í nýggja partinum av Tofta Skúla. Bókasavnið er stongt, tá ið skúlin er stongdur.

Bókasavnið er eitt alment bókasavn, sum eisini virkar sum skúlabókasavn fyri skúlanæmingar og lærarar í skúlatíðini.

10/06/2026

📚☀️ Komandi mikudag (17 juni) fara vit í summarfrí! ☀️📚

Hevur tú onkrar bøkur at lata inn áðrenn summarfrítíðina? Ella ynskir tú at fylla upp við góðum summarlesnaði?

Kom ein túr inn á bókasavnið 🤩

Um tú skalt á ferð, njóta friðin heima, í garðinum ella slappa av á strondini, so er ein góð bók altíð góður ferðafelagi.

📖 Vit eiga heilt sikkurt okkurt júst til tín!
Kom ein túr framvið✅

Vit gleða okkum at síggja teg! 🌼📚✈️🏖️

Nú eru aftur nýggjar bøkur til børn á bókasavninum 🙂
27/05/2026

Nú eru aftur nýggjar bøkur til børn á bókasavninum 🙂

📚nýtt!
13/05/2026

📚nýtt!

Takk fyri allar vøkru myndirnar ið komu inn til teknikappingina 🤩🖍️Tit duga SO væl ØLL somul!Tey ið hava vunnið gávukort...
06/05/2026

Takk fyri allar vøkru myndirnar ið komu inn til teknikappingina 🤩🖍️
Tit duga SO væl ØLL somul!

Tey ið hava vunnið gávukort frá bókabúðini eru:
Jakoba N. Poulsen 2 flokkur og
Nóa Á Lakjuni 3 flokkur 🥳

Tillukku tit👏🏻

Hósdagur 30 apríl kl 19.30-21.00Sjónleikur verður framførdur í forhøllini í Tofta skúla. Bókasavnið skipar fyri. “Upphav...
29/04/2026

Hósdagur 30 apríl kl 19.30-21.00

Sjónleikur verður framførdur í forhøllini í Tofta skúla.
Bókasavnið skipar fyri.
“Upphav” eftir Gunnvá Zachariassen og Maritu S. Dalsgaard, er leikur um skaðadagin í Hesti í 1919, tá ið tveir bátar gingu burtur og ellivu menn sjólótust. Hestoyggin misti helmingin av monnum sínum í arbeiðsførum aldri. Hetta er dømi um ein av mongu sorgardøgunum hjá eini tjóð, sum hevur livað av og við havinum.

Mennirnir í Undirhúsinum syngja.

Tiltakið er ókeypis, og bjóðað verður til kaffi og kaku.

Í kvøld høvdu Mona og Heidi perluverkstovu á bókasavninum 👏🏻Takk fyri eitt sera læruríkt og hugnaligt kvøld ✅🤩
28/04/2026

Í kvøld høvdu Mona og Heidi perluverkstovu á bókasavninum 👏🏻
Takk fyri eitt sera læruríkt og hugnaligt kvøld ✅🤩

Í gjárskvøldi hevði Anelia Philbrow -  plantu og kompost verkstovu☘️Takk fyri eitt sera læruríkt og hugnaligt kvøld 👏🏻
28/04/2026

Í gjárskvøldi hevði Anelia Philbrow - plantu og kompost verkstovu☘️
Takk fyri eitt sera læruríkt og hugnaligt kvøld 👏🏻

Bókasavnið fer á Várdøgunum at fagna nýføroyingum í kommununi. Í ár setur Nepal dám á bókasavnið. 🇳🇵🤩
26/04/2026

Bókasavnið fer á Várdøgunum at fagna nýføroyingum í kommununi.
Í ár setur Nepal dám á bókasavnið. 🇳🇵🤩

Í samband við várdagarnar í Nes kommunu eru fleiri tiltøk á bókasavninum í Tofta skúla. Vit byrja mánakvøldið 27. apríl ...
25/04/2026

Í samband við várdagarnar í Nes kommunu eru fleiri tiltøk á bókasavninum í Tofta skúla. Vit byrja mánakvøldið 27. apríl frá 19-21 við eini plantu og kompost verkstovu. Tað er Anelia Philbrow, sum fer at leggja lag á at planta ymiskt grønmeti. Tiltakið er ókeypis. Pláss er fyri uml 12 luttakarum. Tilmelding á nr 506621 Anelia Philbrow.

Bókasavnið í Nes kommunu skipar fyri teknikapping fyri børn, okkara tema hesaferð er: Náttúra og umhvørvi✅So takið litbl...
07/04/2026

Bókasavnið í Nes kommunu skipar fyri teknikapping fyri børn, okkara tema hesaferð er: Náttúra og umhvørvi✅

So takið litblýantanar fram, ger títt besta 💪🏻 og ver við í kappingini.

Tekninganar kunnu latast inn á bókasavninum fram til 29 apríl.

Vit hava opið mánadagar 17-19 og mikudagar 19-21.

Kom ein túr á bókasavnið, vit eiga nógvar bøkur, ið kunnu geva tær íblástur ✅

Adresse

Heygsvegur, FO650 Toftir
Saltnes
650

Hvad er åbningstiderne?

Mandag 17:00 - 19:00
Onsdag 19:00 - 21:00

Telefon

+298448872

Internet side

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når Bókasavnið í Nes kommunu sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Del