Sands Bókasavn

Sands Bókasavn Bókasavnið varð sett á stovn í 2009 og er gáva frá Daniellu Olsen. Sjálvlánið er opið mánadag til fríggjadag 09.00 - 16.00.

Starvsfólk eru sum oftast til staðar á bókasavninum mánadag til fríggjadag 10.00-15.30

09/04/2026

Í morgin eru vit úti í arbeiðsørindum og hava tískil stongt. Opið er aftur mánadagin kl 10.00.

🐣 Gleðiligar páskir 🐣Páskirnar eru ein tíð við vón og nýggjum lívi – ein tíð, har vit taka tað róligt við eini góðari bó...
01/04/2026

🐣 Gleðiligar páskir 🐣

Páskirnar eru ein tíð við vón og nýggjum lívi – ein tíð, har vit taka tað róligt við eini góðari bók og njóta løtur saman við familju og vinum 📚💛

Bókasavnið hevur stongt í páskafrítíðini og letur upp aftur týsdagin 7. apríl kl. 10.00.

EN
🐣 Happy Easter 🐣

Easter is a time of hope and new life – a time to slow down with a good book and enjoy moments with family and friends 📚💛

The library is closed during the Easter holidays and will reopen on Tuesday, April 7 at 10:00.

EARTH HOUR!🌎🕯️Minnist til at sløkkja ljósini í morgin 28. Mars kl 20.30 til 21.30.
27/03/2026

EARTH HOUR!🌎🕯️
Minnist til at sløkkja ljósini í morgin 28. Mars kl 20.30 til 21.30.

Í dag, 12. mars kl 17.00 verður grækarismessuhald á Sands Kommunu.Astrid Danielsen heldur røðu og kommunan bjóðar til ka...
12/03/2026

Í dag, 12. mars kl 17.00 verður grækarismessuhald á Sands Kommunu.
Astrid Danielsen heldur røðu og kommunan bjóðar til kakao og bollar eftir tiltakið.

Vinnarin av teknikappingini er nú funnin og vinnarin gjørdist Eyð Madsdóttir Hentze🥳Hjartaliga tillukku við vinninginum ...
31/10/2025

Vinnarin av teknikappingini er nú funnin og vinnarin gjørdist Eyð Madsdóttir Hentze🥳

Hjartaliga tillukku við vinninginum Eyð og stóra takk fyri vøkru tekningina sum vit fara at brúka til framleiðsluna av bókamerkjum 🥳

Tekningarnar frá børnunum eru allar sera vakrar og ymiskar🤩 tekningarnar vera at síggja á bókasavninum.
Um onkur ynskir at fáa sína tekning heim við aftur so er tað eisini møguligt☺️

Vinnarin bleiv funnin við lutakasti.

Í morgin verður ein teknikapping á bókasavninum🤩

Kappingin er fyri børn upp til 5. Flokk.
Vinnarin verður funnin við lutakasti fríggjadagin 31. Oktober, vinnarin fær eina gávu og tekningin verður nýtt til bókamerkir sum vera at fáa á bókasavninum í 2026 🤩

Vit hava opið frá kl 12.00 - 18.00 har tað er møguligt at koma inn og tekna og avlevera tekningina.

Kl 17.00 fer Einar Martin at hava eina søguløtu.

Vit síggjast!🤩

Vinnarin av lánikappingini gjørdist Lilja Vón Sundstein, ið lánti bókina “Herviligi Henry lumpar tannálvuna” 🥳Takk til t...
31/10/2025

Vinnarin av lánikappingini gjørdist Lilja Vón Sundstein, ið lánti bókina “Herviligi Henry lumpar tannálvuna” 🥳

Takk til tykkum øll sum hava lánt bøkur seinastu tíðina! Talið av lánarum økist og tað eru vit sera fegin um🫶🏼

Vinn eitt gávukort á 200kr frá H.N. Jacobsens Bókahandli!🤩

Fyri at vera við í kappingini er neyðugt at lána eina bók frá Sands Bókasavnið og útfylla ein seðil sum er at finna á bókasavninum.
Kappingin endar 30. Oktober 2025.📚📖

Sands Bókasavn er opið hvønn dag frá mánadag til fríggjadag kl 10.00 - 14.00 og annars so leingi sum starvsfólk eru á bókasavninum/kunningarstovuni.

Vit Síggjast!

31/10/2025

Góðan morgun🫶🏼

Í dag, fríggjadag 31. Oktober, verður spælidagur í høllini inni í dal🤩

Dagsins hugskot:

Havið børnini við í uppruddingini🧹🧑‍🧑‍🧒
Lati børnini hjálpa til við at rudda heima – geri tað til eitt spæl (“Hvør finnur flest lutir, sum ikki hoyra til her?”). Tendra tónleik, dansi saman og geri tað til eina hugnaliga løtu, heldur enn eina uppgávu. Til fríggjadags hugnan kunnu tit lána eina spennandi bók, heldur enn at hyggja at einum teknifilmi saman.
Lesihugskot: Pettson og Findus á ævintýraferð – Sven Nordqvist

Á Arbeiðsplássinum📖
Les okkurt stutt og inspirerandi ella lurta eftir einum broti úr eini ljóðbók, gev heilanum okkurt nýtt at hugsa um. Vel tær eina bók, sum fær teg at smíla ella hugsa nýtt, les í 5 minuttir fyri hvørjaferð tú følir tørvin at lesa í telefonini.

Venjing 5 minuttir: Gakk trappurnar í 2 min, geri plankan í 4*30 sek, enda við 40 squats.🏃🏽‍♀️

Lesihugskot 📚
“7 Søgur” – Katrin Ottarsdóttir
–Stuttsøgusavn, søgur sum lýsa tilverur á mótinum millum veruleika og hugflog, raffineraðan fananskap, sum verður avdúkaður av óvart, og fólk sum vantrívast í parlagi.

Gott vikuskifti❤️

30/10/2025

Góðan morgun🫶🏼

Í dag verður teknikapping, søgulesnaður og flogbóltsvenjing á skránni🤩

Dagsins hugskot koma her:

Familjuspøl og søguløtur saman við børnunum❤️
Spæli borðspøl, kortspøl ella gerið tykkara egna spæl. Eisini kann tað vera stuttligt at fortelja søgur – annaðhvørt úr veruleikanum ella uppfunnið. Børn elska at hoyra um, tá foreldrini sjálvi vóru smábørn!
Eitt hugskot er eisini at biða børnini fortelja eina søgu fyri foreldrunum, hetta fær tey at hugsa kreativt.

Á Arbeiðsplássinum👥
Práta við onkran sum tú vanliga ikki tosar so nógv við. Ein lítil samrøða kann geva orku, samhuga og knýta nýggj vinarbond.
venjing: Gakk til ein starvsfelaga og spyr hvussu gongur – ella deil eina positiva løtu frá degnum. Ein stutt og positiv samrøða kann bjarga degnum hjá onkrum sum møguliga hevur okkurt tungt at strýðast við.
🏃🏽‍♀️
Venjing 4 minuttir: Gerið plankan 3*30 sek, sprellimenn í 30 sek, gangi trappurnar í 1min og 30 sek, endi við 1*35 squats.

Lesihugskot📚
“Upp eftir enda” – Oddfríður Marni Rasmussen
– Stuttsøgusavn, ið viðgerð menniskju, sum eru steðgað upp, og eru læst av fordómum og umhvørvið.

Í morgin verður ein teknikapping á bókasavninum🤩Kappingin er fyri børn upp til 5. Flokk.Vinnarin verður funnin við lutak...
29/10/2025

Í morgin verður ein teknikapping á bókasavninum🤩

Kappingin er fyri børn upp til 5. Flokk.
Vinnarin verður funnin við lutakasti fríggjadagin 31. Oktober, vinnarin fær eina gávu og tekningin verður nýtt til bókamerkir sum vera at fáa á bókasavninum í 2026 🤩

Vit hava opið frá kl 12.00 - 18.00 har tað er møguligt at koma inn og tekna og avlevera tekningina.

Kl 17.00 fer Einar Martin at hava eina søguløtu.

Vit síggjast!🤩

29/10/2025

Góðan morgun 🫶🏼

Í dag vera tveir ymiskir fyrilestrar 🤩
- Bókaframløgan um bókina “Frí” verður inni hjá Sands kommunu.
- Fyrilestrarnir um barnagarðslívið verður í Virkinum, og har er neyðugt at melda seg til í seinastalag sama dag.
- kommunustýrisfundur verður í hølinum hjá bókasavninum.

Dagsins hugskot eru hesi:

Sansandi verkstova saman við børnunum👩🏼‍🎨
Geri eina sansandi og minningaríka hugnaløtu saman sum familja. Málið hendur ella føtur á børnunum og foreldrunum og geri avprent á eitt lørift, sum kann heingjast upp í heimi tykkara sum eitt vakurt listaverk. Hetta er bæði stuttligt, sansandi og minnisríkt.

Á Arbeiðsplássinum📖
Fá tankarnir sum fylla í heilanum út við at skriva ella tekna á eitt pappír. Eitt hugskot er at hava eina bók til hugarok við tær til arbeiðis, ein notatbók kann brúkast til hugarok.
venjing 3 minuttir: Skriva trý ting, tú ert takksom/-ur fyri, ella krota eina lítla tekning.

venjing 3 minuttir: Gerið plankan 2*30 sekund, gangi trappurnar í 1 minutt, gerið 1*30 squats.

Lesihugskot📚
“Lygn” – Eyðun Klakstein
– Skaldsøga um ein beiggja sum brádliga doyr, og dagin eftir fær systir hansara eitt hondskrivað bræv við boðunum: “Hann gjørdi tað ikki”.

Mikukvøldið kl 19.00 verður bókaframløgan av nýggju bókini "Frí".Øll eru vælkomin🤩
28/10/2025

Mikukvøldið kl 19.00 verður bókaframløgan av nýggju bókini "Frí".

Øll eru vælkomin🤩

Adresse

Mørkin Mikla 3
Sandur
210

Hvad er åbningstiderne?

Mandag 10:00 - 14:00
Tirsdag 10:00 - 14:00
Onsdag 10:00 - 14:00
Torsdag 10:00 - 14:00
Fredag 10:00 - 14:30

Telefon

+298661030

Internet side

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når Sands Bókasavn sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Kontakt Organisationen

Send en besked til Sands Bókasavn:

Del