Mentamálaráðið

Mentamálaráðið Mentamálaráðið er umsiting landsstýrismansins. Barna- og útbúgvingarmálaráðið brúkar fleiri samskiftispallar til tess at kunna og koma á tal við føroyska fólki.

Vit hava eina heimasíðu www.bumr.fo, facebook síðu og eina síðu á instagram.

Øll eru vælkomin at dáma, deila og viðmerkja tað, sum verður lagt út á síðurnar.

Á vangunum hjá ráðnum hava øll skrivi- og talufrælsi, men fyri at halda kjakinum á einum siðiligum og uppbyggjandi tóna, eru leiðreglurnar niðanfyri orðaðar. Vit stýra kjakinum við at strika viðmerkingar, sum ikki eru sambært leiðreglunum.

Barna- og útbúgvingarmálaráðið kann ikki ábyrgdast fyri viðmerkingar, sum ráðið sjálvt ikki hevur skrivað. Hevur tú viðmerkingar ella spurningar, heita vit á teg um at skriva ein teldupost til [email protected]. Vit svara ikki boðum á messenger ella instagram. Vit góðtaka ikki innihald sum:
- Avdúkar persónsupplýsingar
- er í stríð við galdandi lóggávu, til dømis æruskemmandi ella rasistiskar viðmerkingar
- avsporandi í mun til kjakið á tráðnum
- eggjar til vánaligan tóna
- hevur stoytandi ella niðurgerandi viðmerkingar
- hava til endamáls at marknaðarføra ávísa vøru/fyritøku

Røða til fráfaringarhald fyri Gunn HernesAftan á átta ár sum stjóri í Norðurlandahúsinum takkar Gunn Hernes fyri seg. Í ...
12/06/2026

Røða til fráfaringarhald fyri Gunn Hernes

Aftan á átta ár sum stjóri í Norðurlandahúsinum takkar Gunn Hernes fyri seg. Í hesum sambandi varð skipað fyri fráfaringarhaldi fríggjadagin 12. juni.

Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, helt røðu. Hann takkaði Gunn fyri árini og segði millum annað soleiðis í røðu síni:

"Góða Gunn.
Tað er eingin loyna, at tú og eg ikki altíð hava sæð eins upp á øll viðurskifti. Men eitt livandi fólkaræði krevur ikki, at øll hugsa eins. Eitt livandi mentanarlív krevur heldur ikki, at øll ganga somu leið. Tað krevur nakað annað. Tað krevur, at vit kunnu hittast hóast ymisk sjónarmið. At vit kunnu vera ósamd - og framvegis vísa hvørjum øðrum virðing. Tað er ein av teimum sterkastu súlunum í Norðurlondum - tann fólkaræðisliga samrøðan."

Øll røðan fyri Gunn Hernes kann lesast her:👇🏼
https://www.mmr.fo/fo/um-radid/landsstyrismadur/roedur-hja-landsstyrismanninum/frafaringarhald-fyri-gunn-hernes-frafarandi-stjora-i-nordurlandahusinum-12-juni-2026

09/06/2026

Í dag, 8. juni hevur NordForsk havt verkstovu fyri granskarum og øðrum, sum eru partur av granskingarskránni "Burðardygg fiskiveiða úr sunnum havi". ...

Framsýningin um fornfrøðiliga útgrevsturin á Toftanesi latin uppGamli skúli í Leikvík er í summar karmur um áhugaverda f...
05/06/2026

Framsýningin um fornfrøðiliga útgrevsturin á Toftanesi latin upp

Gamli skúli í Leikvík er í summar karmur um áhugaverda framsýning við lutum frá fornfrøðiliga útgrevstrinum, sum var á Toftanesi í Leirvík í 1980-unum. Tað er Eystur kommuna, sum skipar fyri framsýningini, ið er opin í vikuskiftunum frá 5. juni til 27. september.

Tá framsýningin varð sett, vóru røður, tónleikur, ábit og tiltak við víkingatelti, har børn og vaksin kundu evna til perlur og renlar.
Hanna Jensen, forkvinna í mentanarnevndini í Eystur kommunu setti framsýningina, og Hákun Andreasen, savnsteknikari á Tjóðsavninum, greiddi frá luttøku síni í fornfrøðiliga grevstrinum á Toftanesi. Kári Sverrisson framførdi skjaldur.

Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, helt røðu. Landsstýrismaðurin segði millum annað:

"Framsýningin her í Gamla skúla setur ljós á víkingatíðina í Leirvík. Vit fáa høvi at koma nærri teimum fólkunum, sum livdu her fyri meira enn túsund árum síðani, og vit fáa høvi at síggja okkara egna stað í einum størri søguligum samanhangi."

Við framsýningini í Gamla skúla, frásagnum og teimum tiltøkum, ið verða fyriskipað um Toftanes í víkingatíðini, verður upplivingin ítøkilig. Og kanska er tað júst tað, sum er so týdningarmikið: at fortíðin eina løtu kennist livandi.

Latið okkum tí taka væl ímóti framsýningini. Latið okkum savnast um hana, tosa um hana og lata hana vera eitt stað, har ikki minst børn og ung kunnu læra um røturnar og um tað, sum Leirvík var – og er.

Røðan kann lesast her:👇🏼
https://www.mmr.fo/fo/um-radid/landsstyrismadur/roedur-hja-landsstyrismanninum/roeda-til-setan-av-framsyning-um-fornfroediliga-utgrevsturin-a-toftanesi-i-gamla-skula-i-leirvik-5-juni-2026

Vitja Viðareiðis skúla Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður, hevur saman við starvsfólkunum í Mentamálaráðnum vitjað Viðar...
03/06/2026

Vitja Viðareiðis skúla

Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður, hevur saman við starvsfólkunum í Mentamálaráðnum vitjað Viðareiðis skúla. Jensebeth Absalonsen, skúlaleiðari, tók ímóti og vísti runt í snotiliga skúlanum.
Í Viðareiðis skúla ganga 28 næmingar frá 1.-7. flokk. Skúlin liggur í einari av náttúruvakrastu bygdunum í Føroyum, og í løtuni verður nýggi dagstovnurin Sóljuspírin bygdur niðanfyri skúlan. Tað at hava skúla og dagstovn so tætt saman ger, at tað í framtíðini verður eitt gott og mennandi samband millum yngru og eldru børnini í bygdini.
Yngru flokkarnir høvdu evning, og teir eldru náttúru og tøkni, meðan vitjað varð. Hugaligt var at síggja, hvussu íðin tey vóru.
Eftir vitjanina varð mynd tikin á spæliplássinum saman við teimum næmingum, sum vóru í skúla henda dagin.

Hvør tóni hevur týdningFríggjadagin 29. mai 2026 var stórur musikkskúlafestivalur í miðbýnum í Havn. Næmingar úr musikks...
02/06/2026

Hvør tóni hevur týdning

Fríggjadagin 29. mai 2026 var stórur musikkskúlafestivalur í miðbýnum í Havn. Næmingar úr musikkskúlum kring alt landið savnaðust til ein dag við tónleiki og hugna.
Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, setti dagin. Hann segði millum annað soleiðis í røðu síni:

”Hvør framførsla, hvør rødd og hvør tóni hevur týdning. Tit eru øll við til at skapa nakað serligt saman. Tey yngstu taka sínar fyrstu tónar, og hini eldru menna seg meira og meira. Soleiðis er tónleikur – hvør tóni er sum eitt lítið orð, og saman skapa tit nakað vakurt, livandi og gleðiligt.”

Øll røðan kann lesast her:👇🏼
https://www.mmr.fo/fo/um-radid/landsstyrismadur/roedur-hja-landsstyrismanninum/musikkskulafestivalur-29-mai-2026

Bárður á Lakjuni verji fyri Parasport FøroyarLandsstýrismaðurin í mentamálum, Bárður á Lakjuni, tók 28. mai 2026 við sum...
01/06/2026

Bárður á Lakjuni verji fyri Parasport Føroyar

Landsstýrismaðurin í mentamálum, Bárður á Lakjuni, tók 28. mai 2026 við sum verji fyri Parasport Føroyar.
Parasport Føroyar er sersamband undir Ítróttasambandi Føroya og varðar av ítrótti fyri fólk, ið bera brek. Talan er bæði um ítrótt fyri fólk við menningartarni og við rørslutarni. Ein av høvuðsuppgávunum hjá Parasport Føroyum er at menna og fremja rørsluítrótt, uppvenjingar og kappingarítrótt til teirra, ið bera brek.
Bárður á Lakjuni er fegin um heiðurin at vera verji. Tað merkir, at hann umboðar Føroyar í viðurskiftum, sum snúgva seg um paraítrótt.

“Parasport ger eitt stórt og týdningarmikið arbeiði fyri at skapa møguleikar fyri, at øll kunnu íðka ítrótt. At bera eitt brek, tað veri seg kropsligt ella mentalt, eigur ikki at vera ein forðing fyri at kunna íðka og luttaka í kappingum innan- og uttanlands. Tað er frálíkt, at Parasport Føroyar roynir at eggja fleiri til at verða kropsliga virkin alt lívið – tí tað er gott fyri bæði likam og sál”, sigur landsstýrismaðurin.

Parasport hevur ment eina nýggja strategi fyri árini 2025-2028 við slagorðinum “øll kunnu íðka” og roynir á henda hátt at fáa enn fleiri at verða kropsliga virkin.

📸 Petur Elias Petersen, formaður í Parasport Føroyum, handar landsstýrismanninum heiðursskjal.

MiðlastuðulTvey stuðulsumfør verða í 2026.Freistin at søkja miðlastuðul til skjalprógvaðar lønarútreiðslur (lønarútreiðs...
27/05/2026

Miðlastuðul

Tvey stuðulsumfør verða í 2026.

Freistin at søkja miðlastuðul til skjalprógvaðar lønarútreiðslur (lønarútreiðslu-stuðul) er mánadagin 22. juni 2026 kl. 12.00.

Freistin at søkja um miðlastuðul til ítøkiligar verkætlanir (verkætlanarstuðul) er mánadagin 17. august 2026 kl. 12.00.

Lesið meira um freistir og hvussu søkt verður her: 👇🏼
https://www.mmr.fo/fo/kunning/tidindi/midlastudul-2026

Setanin av UArctic ráðstevnuniBárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, hevði eina av setanarrøðunum á UArctic-rá...
27/05/2026

Setanin av UArctic ráðstevnuni

Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, hevði eina av setanarrøðunum á UArctic-ráðstevnuni, sum verður hildin í Føroyum í hesum døgum. Ráðstevnan er størsta altjóða ráðstevna, ið higartil er hildin í Føroyum, og savnar granskarar, stjórnarumboð, universitetir og arktiskar samstarvspartar úr øllum norðurøkinum.

Í røðu síni legði landsstýrismaðurin dent á týdningin, sum samstarv hevur fyri smá samfeløg sum Føroyar. Hann vísti á, at føroyingar gjøgnum søguna hava verið noyddir at venda sær út móti heiminum gjøgnum sjóvinnu, útbúgving, mál og samstarv. Eisini undirstrikaði hann, at gransking og vitan eru avgerandi fyri at skilja okkara egnu viðurskifti og menna samfelagið.

“Small societies persist not by standing alone, but by working with others,” segði Bárður á Lakjuni millum annað í røðuni.

Landsstýrismaðurin nýtti eisini høvið at takka og rósa fyriskiparunum fyri arbeiðið við at leggja ráðstevnuna til rættis, serliga Fróðskaparsetri Føroya, sum saman við øðrum samstarvspørtum hevur staðið fyri fyrireikingunum av hesum stóra altjóða tiltakinum í Føroyum.

Les alla røðuna her:👇🏼
https://www.mmr.fo/fo/um-radid/landsstyrismadur/roedur-hja-landsstyrismanninum/uarctic-congress-2026-vid-tjarnir-26-mai-2026

26/05/2026

Ert tú ein fakliga sterkur leiðari, sum leggur dent á strategi, menning og samskapan? So er hetta helst nakað fyri teg. Frá 1. juni 2026 verður Sernám skipað sum deild í Undirvísingarstýrinum. Tí leita vit eftir einum framskygdum og eldhugaðum leiðara, sum kann standa á odda fyri tí ...

Adresse

J. H. Schrøtersgøta 7
Tórshavn
100

Hvad er åbningstiderne?

Mandag 09:00 - 15:00
Tirsdag 09:00 - 15:00
Onsdag 09:00 - 15:00
Torsdag 09:00 - 15:00
Fredag 09:00 - 15:00

Internet side

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når Mentamálaráðið sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Kontakt Organisationen

Send en besked til Mentamálaráðið:

Del