Heilsugranskingareindin í Sjúkrahúsverkinum

Heilsugranskingareindin í Sjúkrahúsverkinum Kontaktoplysninger, kart og anvisninger, kontaktformular, åbningstider, tjenester, stjerner, fotos, videoer og meddelelser fra Heilsugranskingareindin í Sjúkrahúsverkinum, Sigmundargøta 5, Tórshavn.

Nú ber til at bóka sær tíð til at koma til kanning til Finn øll við Diabetes 2 í Føroyum. Tað kanst tú gera her: https:/...
10/06/2026

Nú ber til at bóka sær tíð til at koma til kanning til Finn øll við Diabetes 2 í Føroyum. Tað kanst tú gera her: https://heilsugransking.tilmelding.fo/projects/diabetes-screening

Nú ber til at tekna til Finn øll við Diabetes 2 í Føroyum Bóka tær tíð til kanning her Bóka tær tíð Spurningar Vanligir spurningar 1 Hvør kann luttaka? Øll, sum eru 40 ár og eldri, kunnu luttaka. Innbjóðing til kanningina er send í Mín Boks. Innbjóðingarbrævið kann síggjast ...

09/06/2026
Vit fegnast um, at Heilsustýrið setur sjóneykuna á týdningin av HPV-koppseting 👏 HPV kann elva til fleiri sløg av krabba...
08/06/2026

Vit fegnast um, at Heilsustýrið setur sjóneykuna á týdningin av HPV-koppseting 👏 HPV kann elva til fleiri sløg av krabbameini hjá bæði gentum og dreingjum, og tí er týdningarmikið, at bæði gentur og dreingir verða koppsett 💉

TVEY PRIK MÓTI KRABBA: NÝTT ÁTAK SKAL ØKJA UM HPV-KOPPSETINGINA
Um vit skulu steðga lívmóðurhálskrabba og avmarka talið av ávísum øðrum sløgum av krabbameini, má undirtøkan fyri HPV-koppseting økjast munandi. Tað er málið við nýggja kunningarátakinum hjá Heilsustýrinum.

Við slagorðinum ”Tvey prik móti krabba” heitir Heilsustýrið á foreldur um at lata børnini koppseta móti HPV. Koppsetingin verjir bæði gentur og dreingir móti HPV-smittu, sum kann elva til fleiri sløg av krabbameini. Viðmælt verður, at børnini fáa koppsetingina, áðrenn tey gerast seksuelt virkin. Tí verður mælt til, at børnini verða koppsett, tá tey eru 12 ár, fyri at tryggja, at tey eru vard, áðrenn tey verða útsett fyri smittu.

KOPPSETINGARSTIGIÐ OV LÁGT
Heilsustýrið hevur síðani 2024 staðið fyri at gera tøl upp um koppsetingar í Føroyum. Tølini fyri HPV-koppseting vísa eina óhepna gongd. Undirtøkan er alt ov lág og liggur væl undir støðið í norðurlendsku grannalondunum, har koppsetingarstigið í 2024 lá á 82-93 % fyri gentur og 78-88 % fyri dreingir. Endaligu føroysku tølini fyri 2025 eru ikki klár enn, men ábendingar eru um, at minni enn helvtin av 15 ára gomlu gentunum í Føroyum vóru liðugt koppsettar, og enn færri av 15 ára gomlu dreingjunum. Málið er, at 90 % eru koppsett, áðrenn tey fylla 15 ár.

KOPPSETING FYRI BÆÐI GENTUR OG DREINGIR
Gentur í Føroyum hava fingið tilboð um ókeypis HPV-koppseting síðani 2009, og tilboðið varð víðkað til eisini at fevna um dreingir í 2019. Tað, at genturnar hava havt henda møguleikan í longri tíð, sæst aftur í undirtøkuni, sum higartil hevur verið munandi betri millum gentur enn millum dreingir. Koppsetingin er tó líka viðkomandi fyri bæði kyn, og átakið leggur tí serligan dent á tann boðskapin.

- Tað er ein vanlig misskiljing, at dreingir skulu koppsetast fyri at verja genturnar móti lívmóðurhálskrabba. Men koppsetingin verjir eisini dreingirnar sjálvar munandi móti eitt nú krabbameini í varrum, munnholu, svølgi og kynsgøgnunum, sigur Noomi O. Gregersen, stjóri í Heilsustýrinum.

Tilboðið um ókeypis HPV-koppseting er galdandi fyri øll børn millum 12 og 17 ár.

Sum eitt undantak kunnu ungfólk millum 18 og 20 ár eisini fáa koppsetingina ókeypis fram til 31. desember 2026.

Koppsetingin fæst hjá kommunulæknanum.

Les meira á hpv.fo

03/06/2026

So náddu vit fyrstu 2000 luttakarum 🎉. Vit halda fram við góðum treysti alt árið

Elsa F. Helmsdal greiðir her frá í Degi og Viku um úrslit frá síni PhD
02/06/2026

Elsa F. Helmsdal greiðir her frá í Degi og Viku um úrslit frá síni PhD

Ungir føroyingar halda grind hava stóran mentanarligan týdning, hóast teir eta minni grind enn eldri føroyingar, sigur Elsa F. Helmsdal, sum júst hevur vart PhD um evnið.

30/05/2026

Fríggjadagin 29. mai vardi Elsa F. Helmsdal ph.d.-ritgerð sína, har hon hevur kannað, hví grind framvegis verður etin í Føroyum, hóast heilsuligir váð...

PhD lesandi Elsa F. Helmsdal luttók á Arctic Frontiers í Tromsø 2026 í samband við verkætlanina ArcSolution 👈
05/02/2026

PhD lesandi Elsa F. Helmsdal luttók á Arctic Frontiers í Tromsø 2026 í samband við verkætlanina ArcSolution 👈

15/01/2026

Heilsugranskingareindin fingið stóra granskingarjáttan frá danska Umhvørvisstýrinum

12/01/2026

1,3 MILLIÓNIR TIL GRANSKING

Sjey granskingarverkætlanirnar hava fingið fígging úr granskingargrunnininum í Sjúkrahúsverkinum.

Granskingarforum hevur á fundi 24. november lutað út 1,3 mió. til gransking í Sjúkrahúsverkinum fyri 2025.

Hetta er ein stórur dagur, tí tað er fyrstu ferð, at Sjúkrahúsverkið kann luta út eina so stóra upphædd til gransking.

Politiska skipanin hevur raðfest fígging til Universitetssjúkrahús. Sambært álitinum um Universitetssjúkrahús verður mælt til at uppbyggja stuðulsfunktiónir til heilsugransking, og síðani seta pening av til heilsugransking í Sjúkrahúsverkinum. Ein partur av játtanini til Universitessjúkrahús, umleið ein millión, er tí í ár lutað út til sjey granskingarverkætlanir, saman við 300.000 kr., sum Landssjúkrahúsið hevur sett av til gransking.

Umsóknir komu frá fleiri deplum. Umsøkjararnir høvdu ymiska bakgrund, og evnini spenna vítt, m.a. kropsliga rørslu hjá innløgdum sjúklingum, slitgikt, long COVID, hjartasjúkur, ov tíðliga fødd børn og samanbering av laboratoriukanningum.

Granskingarforum hevur latið stuðul til hesar sjey verkætlanirnar:

Birna Skaalum Kempf, lækni, PhD lesandi, Medisinski depilin - "Primary Ciliary Dyskinesia in the Faroe Islands"

Pætur Holm, fysioterapeut, PhD, Skurðdepilin - "FAROA – Optimizing Osteoarthritis Care Pathways in Faroe Islands"

Shahin Gaini, yvirlækni, PhD, Medisinski depilin - "Diagnostic comparison of Helicobacter pylori using ddPCR compared to immunoassay and rapid urease test"

Gunnhild Helmsdal, lækni, PhD lesandi, Heilsugranskingareindin - "Persisting symptoms following infection with severe acute respiratory syndrome coronavirus 2"

Durita V. Gunnarsson, fysioterapeut, PhD lesandi, Heilsugranskingareindin -
"Increasing physical activity among medical inpatients by digital nudging of patients and staff"

Jenný Gerðalíð, lækni, Medisinski depilin - "Deyðstíttleiki hjá sjúklingum við akuttumblóðtøppi í hjartanum (STEMI)"

Vanja Vestergaard, sjúkrarøktarfrøðingur, MSc, Familjudepilin - "Perinatal og natal úrslit í tí føroysku populatiónini við við serligum denti á títtleikan av ov tíðliga føddum børnum"

So hava 500 luttakarar úr Kohortu 1 verið til kanningar 🥳🤩Síðani mars 2025 hava vit verið í gongd við verkætlanina ”Hava...
06/11/2025

So hava 500 luttakarar úr Kohortu 1 verið til kanningar 🥳🤩

Síðani mars 2025 hava vit verið í gongd við verkætlanina ”Hava dálkingarevni varandi árin? Kanning av likamsstøðuni, fruktbærinum og miðnervalagnum hjá vaksnum fólki, sum hava verið fyri dálkingarevnum”.
Hetta er ein endurkanning av teimum umleið 900 luttakarunum frá árgangi 1986/87, sum eru partur av Kohortu 1, eisini nevnd Kviksilvurkanningin.

Yvirskipaða endamálið við hesi endurkanning er at kanna, um samband er millum umhvørvisdálkandi evnir (PFAS, PCB og kviksilvur) í móðurlívi og eftir føðing og heilsufyribrigdi so sum kropsvekt, fruktbæri og ávirkan á miðnervalagið, herundir eygu.

Ert tú luttakari í kohortu 1, og ert áhugað/ur at luttaka, vilja vit heita á teg, óansæð um tú býrt uttanlands ella her í Føroyum, um at ringja +298 211570 ella senda okkum teldupost til [email protected].

Adresse

Sigmundargøta 5
Tórshavn
110

Telefon

+298316696

Internet side

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når Heilsugranskingareindin í Sjúkrahúsverkinum sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Del