Kommunufelagið

Kommunufelagið Kommunufelagið er felagið hjá føroysku kommununum. Vælkomin at fylgja okkum!

FORFÓLKAUMFARIÐ UM FRAMTÍÐINA HJÁ KOMMUNUNUM Í MYNDUM.Myndir frá forfólkaumfarinum, ið var hildið á aðalfundinum hjá kom...
23/03/2026

FORFÓLKAUMFARIÐ UM FRAMTÍÐINA HJÁ KOMMUNUNUM Í MYNDUM.

Myndir frá forfólkaumfarinum, ið var hildið á aðalfundinum hjá kommunufelagnum fríggjadagin 20. mars 👇

Formansfrágreiðingin, ið Tórbjørn Jacobsen, formaður helt á aðalfundinum fríggjadagin 20. mars, er nú tøk og kann lesast...
23/03/2026

Formansfrágreiðingin, ið Tórbjørn Jacobsen, formaður helt á aðalfundinum fríggjadagin 20. mars, er nú tøk og kann lesast her 👇

Kommunali kalendarin hevur enn einaferð lagt eitt ár aftur í kjalarslóðina. Nú verður aðalfundur hildin í Kommunufelagnum fyri árið 2025, og í næstum standa ikki færri enn tvey val á skrá, val til Føroya løgting og eisini skulu tvey umboð veljast til eitt útlendskt parlament.

FORFÓLKAUMFARÐ UM FRAMTÍÐINA HJÁ KOMMUNUNUM.Pallborðskjakið við øllum forfólkunum í politisku flokkunum verður á Hotel F...
20/03/2026

FORFÓLKAUMFARÐ UM FRAMTÍÐINA HJÁ KOMMUNUNUM.

Pallborðskjakið við øllum forfólkunum í politisku flokkunum verður á Hotel Føroyum í dag kl. 14.00 📣

Tiltakið verður stroymt, so almenningurin kann fylgja kjakinum 🎬

Leinki til stroymingina er at finna niðanfyri 🔗👇

Nyd de videoer og den musik, du holder af, upload originalt indhold, og del det hele med venner, familie og verden på YouTube.

Pallborðskjakið við øllum forfólkunum verður á Hotel Føroyum í morgin fríggjadagin kl. 14.00 📣Áhoyrararnir verða kommunu...
19/03/2026

Pallborðskjakið við øllum forfólkunum verður á Hotel Føroyum í morgin fríggjadagin kl. 14.00 📣

Áhoyrararnir verða kommunustýrispolitikarar og ovastu kommunalu leiðslurnar úr øllum landinum. Vit vænta umleið 200 fólk, sum bæði fáa høvi at lýða á og seta spurningar ⁉️

Tiltakið verður stroymt, so almenningurin kann fylgja kjakinum 🎬

Leinki til stroymingina er at finna niðanfyri 🔗

Nyd de videoer og den musik, du holder af, upload originalt indhold, og del det hele med venner, familie og verden på YouTube.

Forfólkaumfar um framtíðina hjá kommununumKommunufelagið setir kommunurnar á breddan í valstríðinum.Á aðalfundinum hjá K...
12/03/2026

Forfólkaumfar um framtíðina hjá kommununum

Kommunufelagið setir kommunurnar á breddan í valstríðinum.
Á aðalfundinum hjá Kommunufelagnum 20. mars 2026 verður skipað fyri einum politiskum pallborðskjaki. Øll forfólkini hjá politisku flokkunum luttaka.
Kjakið fer serliga at snúgva seg um kommunala bygnaðin við 29 kommunum og einari røð av kommunalum samstørvum, um eldraøkið – eitt av størstu vælferðarøkjunum hjá kommununum – og um leiklutin hjá kommununum í framtíðini.
Áhoyrararnir verða kommunustýrispolitikarar og ovastu kommunalu leiðslurnar úr øllum landinum. Vit vænta umleið 200 fólk, sum bæði fáa høvi at lýða á og seta spurningar. Allir miðlar verða bodnir við til tiltakið og vónin er tí, at innihaldið eisini fer at røkka væl út til almenningin.

Innbjóðingar við tilmeldingarleinki eru sendar kommunuskrivstovum 🤓
26/02/2026

Innbjóðingar við tilmeldingarleinki eru sendar kommunuskrivstovum 🤓

22/12/2025
Í dag og í gjár hava vit havt skeið fyri kommunala geiran um alment innlit og partsinnlit. Báðir skeiðsdagarnir vóru ful...
09/12/2025

Í dag og í gjár hava vit havt skeið fyri kommunala geiran um alment innlit og partsinnlit. Báðir skeiðsdagarnir vóru fullteknaðir. Janus Haraldsen, løgfrøðiligi ráðgevi okkara, undirvísti. Eisini Tóri Højgaard, stjóri í Dátueftirlitinum var gestarøðari. Í allar mátar væl eydnaðir dagar, har luttakararnir settu viðkomandindi spurningar.

5 ÁR VIÐ TRYGGUM ARBEIÐSGONGDUM Á ELDRAØKINUMFyri fimm árum síðani var undantaksstøða vegna korona um allan heim. Ikki m...
16/09/2025

5 ÁR VIÐ TRYGGUM ARBEIÐSGONGDUM Á ELDRAØKINUM
Fyri fimm árum síðani var undantaksstøða vegna korona um allan heim. Ikki minst eldraøkið kendi sviðan av sóttarhaldi og avbyrging. Bæði tey gomlu og starvsfólk, ið vóru um tey. Kortini eydnaðist í júst hesum serstaka tíðarskeiði at taka í nýtslu nýggja talgilda skjalaskipan: MyMedCards. Síðani 2020 hava tey sjey eldrasamstørvini og Tórshavnar kommuna brúkt skipanina sum eitt felags amboð til arbeiðsgongdir – sum ein talgild handbók, sum altíð er til taks. At hava dagførdar mannagongdir tøkar eina og hvørja tíð er ein týðandi lutur í dygdini á eldraøkinum.
Við skipanini eru arbeiðsgongdirnar tøkar á telefonini og telduni, soleiðis at øll starvsfólk hava atgongd til dagførdar og greiðar leiðbeiningar – í lummanum ella á skíggjanum. Tað merkir, at eitt starvsfólk mitt í einum rúgvusmiklum arbeiðsdegi skjótt kann leita fram eina mannagongd við fáum klikkum og vera trygt við, at hon er røtt og dagførd.
Tað føroyska tilfarið í skipanini verður umsitið av lyklapersónum í kommununum. Sostatt er innihaldið fakliga álítandi, dagført, viðkomandi og í samsvari við føroysk viðurskifti. Við skipanini ber eisini til hjá starvsfólkum at senda boð beinleiðis, um tey hava uppskot til nýggjar mannagongdir ella broytingar. Tað ger MyMedCards til eitt livandi amboð, sum mennir seg saman við teimum, ið brúka hana.
Hetta byrjaði við einum ynski um at gera tað lættari og einfaldari hjá starvsfólki á eldraøkinum at leita sær vitan og hjálp í dagliga arbeiðinum. Tørvur var á skjótari og smidligari atgongd til allar mannagongdir og vegleiðingar. Meðan korona leikaði á, var serliga átrokandi at fáa boð út skjótt og trygt. Øll minnast vit, hvussu tilmælini tóku skap so hvørt. Vit kunnu siga, at í so máta skundaði korona undir, at tað gekk skjótt og væl at talgilda arbeiðsgongdirnar.
Í dag hava vit eina trygga og væl virkandi og skipan, sum starvsfólk kenna seg trygg við. Skipanin er ein hornasteinur í dygdargóðum arbeiðsgongdum og einsháttan á eldraøkinum um alt landið. Hon syrgir fyri, at boð og arbeiðsgongdir koma smidliga út til øll 3000 starvsfólk í einum. Í skipanini eru útvið 500 arbeiðsgongdir. Líka frá eitt nú “Soleiðis arbeiðir tú við støði í fólki við demenssjúku” til “Kateturrøkt” ella “Óvæntað deyðsfall”, so hava starvsfólk arbeiðsgongdina beint við hondina. Harumframt hava tey atgongd til mannagongdir hjá donskum kommunum og sjúkrahúsum, um tørvur er á tí. Hetta er hent bæði hjá teimum royndu starvsfólkunum, men eisini hjá teimum nýggju. Ikki minst havandi í huga stóru útskiftingina av starvsfólki á umsorganarøkinum.
Í næstum hevur Sjúkrahúsverkið í hyggju at taka somu skipan til sín. Hetta er ein stórur vinningur, tá sjúklingar fara tvørtur um geirarnar millum kommunal øki og sjúkrahúsverk. Skipanin ger tað møguligt framyvir at menna felags mannagongdir við fyriliti fyri báðum geirum. Felags mannagongdir kunnu eitt nú tryggja smidligar og góðar útskrivingar.
MyMedCards er donsk fyritøka, sum er handan talgildu skjalaskipanina, og tey hava takkað fyri góða samstarvið og heiðrað føroysku kommununum fyri 5 ára dagin. Kommunurnar hava takkað MyMedCards–toyminum fyri heiðurin og fyri avbera góða samstarvið øll árini.
Kommunufelagið og kommunurnar gleða seg til komandi tíðina, har vit saman við MyMedCards-toyminum fara at víðka og menna nýtsluna av skipanini til gagns fyri bæði starvsfólk og borgaran.

SKEIÐ: ALMENT INNLIT OG PARTSINNLIT 8. OG 9. DESEMBER🔹Endamálið við skeiðnum er at geva luttakarunum eina greiða fatan a...
10/09/2025

SKEIÐ: ALMENT INNLIT OG PARTSINNLIT 8. OG 9. DESEMBER
🔹Endamálið við skeiðnum er at geva luttakarunum eina greiða fatan av reglum um alment innlit og partsinnlit eftir fyrisitingarlógini. Eisini verður víst á, nær dátuverndarlógin hevur týdning í sambandi við innlit.

🔹Málbólkur: Skeiðið er serliga ætlað starvsfólkum í kommununum, sum fáast við innlitsmál, málsviðgerð og/ella samskifti við borgarar – herundir á kommunuskrivstovum, í barnaverndini, á eldraøkjunum og á dagstovnum.

🔹Fyrireiking: Skeiðið er 1 dag og verður lagt soleiðis til rættis, at tað ikki er neyðugt við fyrireiking.

🔹Tíð og staður: Til ber at luttaka á skeiðnum mánadagin 8. ella týsdagin 9. desember 2025.

🔹Alt eftir undirtøku kunnu skeiðsdagarnir verða lagdir saman ella fleiri skeiðsdagar lagdir afturat. Nærri skrá og kunning um skeiðshøli verður sent seinni.

🔹Skeiðshaldarar eru Anna Dam og Janus Haraldsen, løgfrøðingar í Kommunuhúsinum (BVS og KF).

🔹Kostnaður: Kr. 1.995 við øllum.

🔹Tilmeldingarfreist: mánadagin 3. november. Melda til her: 2025 her: https://forms.gle/6JYGMHphq9tY8bpc8

‼️ Gev gætur, at talið av plássum er avmarkað, og pláss verða tillutað í tí raðfylgju, sum vit fáa tilmeldingarnar. Tilmeldingin er bindandi og verður ikki afturgoldin, men til ber at lata øðrum luttakara plássið, um einum berst frá at koma.

☺️ Eru ivamál ella spurningar, ert tú vælkomin at venda tær til okkum á [email protected] ella á telefon 302480.

‼️ TILMELDINGARFREIST: 14. AUGUST ‼️HÁLVDAGSSKEIÐ FYRI KOMMUNUSTÝRISLIMIR: HVAR FINNI EG TØLINI?Hevur tú sum kommunustýr...
12/08/2025

‼️ TILMELDINGARFREIST: 14. AUGUST ‼️
HÁLVDAGSSKEIÐ FYRI KOMMUNUSTÝRISLIMIR: HVAR FINNI EG TØLINI?
Hevur tú sum kommunustýrislimur onkuntíð sitið við einari greiðari mynd av, hvørji tøl tú kundi hugsað tær, men ivast hvussu tú fært tey til vega? Ella stendur tú eitt sindur trilvandi, tí tú á fyrsta sinni skalt í holt við at arbeiða við komandi fíggjarætlanini? Seinnapartin av august skipa vit fyri hálvdagsskeiðnum, "Hvar finni eg tølini?" við búskaparfrøðingi okkara, Hans Kára Vang. Vit verða í mesta lagi 15 hvønn dagin, so høvið at seta spurningar er gott.
Innihald: Tú fært einfalda og nýtiliga fatan av, hvørji tøl um tína kommunu eru at finna í skipanunum hjá Gjaldstovuni (Búskaparskipanin) og Hagstovuni (Hagtalsgrunnurin)
Tú lærir, hvussu tú kanst taka tøl niður til egna nýtslu
Undirvíst verður á byrjanarstøði, so skeiðið krevur ongar fortreytir yvirhøvur
Minst til: Neyðugt er at hava farteldu við
Málbólkur: Kommunustýrislimir, sum hava brúk fyri at fáa til vega alskyns tøl um kommunur á Búskaparskipanini og Hagtalsgrunninum.
Skeiðshaldari: Hans Kári Vang, búskaparfrøðingur, Kommunufelagið.
Tíð: Hálvdagsskeiðið verður gerandisdagar í døgunum 18.-29. august 2025. Undirvíst verður frá klokkan 9. Vit enda við eini máltíð kl. 12.
Kostnaður: Kr. 400 fyri hvønn luttakara.
Skeiðsstaður: R. C. Effersøesgøta 30, kjallarin, Tórshavn.
Tilmeldingarfreist: Seinasta freist at melda til er nú hósdagin 14. august 2025 á [email protected] ella á telefon 302480. Sig frá hvønn dag tú meldar til. Tilmelding bindandi, men til ber at lata øðrum kommunustýrislimi plássið, um einum berst frá at møta.
Eru spurningar um skeiðið, ber til venda sær til Hans Kára, á telefon 78 70 05 ella á [email protected].

Adresse

R. C. Effersøesgøta 26
Tórshavn
100

Hvad er åbningstiderne?

Mandag 09:00 - 16:00
Tirsdag 09:00 - 16:00
Onsdag 09:00 - 16:00
Torsdag 09:00 - 16:00
Fredag 09:00 - 15:30

Internet side

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når Kommunufelagið sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Kontakt Organisationen

Send en besked til Kommunufelagið:

Del