13/05/2026
"... og heimurin gjørdist fróður“:
Brot úr Fróðar kvæði á HandRit.fo
Nýtt handrit er lagt út á HandRit.fo. Talan er um vísu- og kvæðahandrit, sum Joen Pauli Albinus (1850-1922) átti. Tað sigst, at Joen Pauli lærdi at skriva hjá Óla Jespersen (Óla skúlahaldara (1810-1882)).
Eivind Weyhe (1942-2024), málfrøðingur og kvæðagranskari, sum kannaði handritið í 1993, hevur gjørt nakrar áhugaverdar viðmerkingar til kvæðini, sum eru í handritinum. Ofta eru tað partar úr kvæðum sum t.d. Jallgríms kvæði og Jákup á Møn. Eivind Weyhe helt, at tað kanska var Óli Jespersen, sum átti mest av handskriftini í hesum vísu- og kvæðahandriti.
Les meira um handritið her: https://landsbokasavnid.fo/news/420/nu-er-nytt-handrit-komid-ut-a-handritfo
„... og heimurin gjørdist fróður“: Brot úr Fróðar kvæði á HandRit.fo