09/01/2026
Sjúkraflutningur í gjárkvøldið
Beint eftir, at klokkan var farin av átta í gjárkvøldið vóru boð eftir manningini á Rescue LÍV at sigla fólk frá Sjúkraflutningstænastuni til Nólsoyar, har ein persónur var illa fyri.
Hóast sjaskveður - avfall, vindur og stór alda - so gekk túrurin væl, og sjúklingurin koma á Landssjúkrahúsið í øllum góðum.
Útkallið kom klokkan 20:14, og tjúgu min. seinni var báturin í Nólsoy, har sjúklingurin kom umborð.
Minni enn ein tíma eftir at útkallið kom, var alt avgreitt og báturin aftur klárur í Álakeri.
Vit fegnast um góða samstarvið við myndugleikar og við Sjúkraflutningstænastuna.