Almanna- og bústaðamálaráðið

Almanna- og bústaðamálaráðið Almanna- bústaðamálaráðið umsitur m.a. almanna-, arbeiðsmarknar-, bústaðar og javnstøðumál

Dugni 70 ár    Í dag, 16. apríl fyllir Dugni 70 ár. Í hesum sambandi varð skipað fyri almennari móttøku í hølunum hjá te...
16/04/2026

Dugni 70 ár

Í dag, 16. apríl fyllir Dugni 70 ár. Í hesum sambandi varð skipað fyri almennari móttøku í hølunum hjá teimum á Hjalla. F**t av fólki høvdu leitað sær hagar at heilsa uppá og ynskja til lukku. Á skránni vóru framløgur, tónleikur og røður afturvið ymsikum góðum til góman. Margit Stórá landsstýriskvinna bar fram føðingardagsheilsan, sum til ber at lesa niðanfyri.

Góðu starvsfólk og leiðsla á Dugna, góðu samstarvsfelagar, og øll tit, sum eru komin saman her í dag.

Fyrst vil eg takka fyri, at eg varð boðin við at siga nøkur orð á hesum serliga degi, nú Dugni fyllir 70 ár.
Hetta er ein stórur dagur – og tað er mær ein heiður at sleppa at vera við sum landsstýriskvinna í almannamálum.

Tá virksemi var sett á stovn í 1956 sum ein sjálvognarstovnur, var tað undir navninum ALV – sum gjørdist eitt kent navn upp á so mangar mátar.

Og nógv er hent hesi árini – bæði í samfelagnum og í fatanini av, hvat tað merkir at vera ein partur av arbeiðslívinum og samfelagnum.

Men eitt hevur verið støðugt: týdningurin av at hava eitt stað sum Dugna.

ALV og seinni, Dugni, hevur í øll hesi árini havt eitt greitt og týdningarmikið endamál:

at hjálpa fólki at menna síni arbeiðsevni, finna sítt pláss og fáa møguleikan at taka lut í arbeiðslívinum og samfelagnum.

Hetta er ikki bara eitt arbeiðstilboð – Hetta er ein møguleiki. Ein møguleiki fyri at royna seg, ein møguleiki fyri at mennast, og ein møguleiki fyri at fóta sær – eisini tá lívsleiðin ikki altíð hevur verið so bein.

Fyri meg gjørdist ALV eitt hugtak í mínum barndómi og kom hetta at hava stóran týdning fyri okkum í mínum barnaheimi. Tá eg var smágenta gjørdist pápi mín sjúkur í rygginum og ikki førur fyri at halda áfram í sínum arbeiði sum maskinmaður við kropsligum arbeiði ella verða til skips. Tað var ein avbjóðing hjá okkum, har mamma arbeiddi heima og vit vóru seks børn. Tá var tað, at hann fekk møguleikan at fara á ALV skúlan við Áir. Eg minnist afturá, at tað var eitt tíðarskeið, har hann var við Áir mitt í viku, heima í vikuskiftunum. Á ALV skúlanum fekk hann prógv, og aftaná hetta, fór hann at arbeiða á kommunuskrivstovuni - og har arbeiddi hann í nógv ár, til hann fór frá fyri aldur. Soleiðis var ALV við til at hjálpa okkum at fóta okkum aftur sum familja aftaná sjúku – og við til at mynda mín barndóm og tann førning eg havi fingið. Tað er tí eisini við takksemi, at eg beri fram hesa heilsanina til tykkara í dag.

Vit vita, at ikki øll hava somu fortreytir. Men vit vita eisini, at øll hava nakað at geva. Og júst hetta er nakað av tí serliga við Dugna:

her verður hugt eftir tí, sum fólk duga og megna – ikki bara tí, sum er trupult.

Henda tilgongdin hevur stóran týdning – bæði fyri tað einstaka menniskjað og fyri samfelagið sum heild.
Tí tá vit geva fólki møguleikan at luttaka, styrkja vit bæði einstaklingin og felagsskapin.

Í dag er Dugni eitt fjølbroytt og virkið tilboð við virksemi kring alt landið – frá Skúlanum við Áir til verkstøð, arbeiðstilboð og handlum í Tórshavn, Klaksvík, á Kambsdali og í Suðuroynni.

Samstundis síggja vit eisini eina menning, har arbeiðið í størri mun er skipað við greiðum málum, tættari samstarvi við aðrar partar – og við denti á, at fleiri fáa møguleikan at royna seg í veruligum arbeiðshøpi.
Her verður hvønn dag gjørt eitt arbeiði, sum ikki altíð sæst í tølum – men sum hevur ómetaliga stóran týdning í lívinum hjá teimum, sum fáa ágóðan av tí.

Sum nýggj landsstýriskvinna á økinum vil eg siga, at eg havi stóran áhuga fyri at læra meira um hetta arbeiðið og um tykkara royndir. Tí tað er júst í slíkum umhvørvum, at vit fáa innlit í, hvat veruliga riggar – og hvat hevur týdning fyri menniskju í gerandisdegnum.

Eg haldi eisini, at skráin fyri dagin endurspeglar nógv av tí, sum Dugni stendur fyri. Her er bæði tónleikur, framløgur og lívssøgur – ein blanding av tí álvarsama og tí gleðiliga. Og tað er kanska júst tað, sum lívið eisini er. Og sum arbeiðið hjá Dugna eisini snýr seg um:

at skapa innihald, meining og møguleikar í gerandisdegnum.

Kæru øll,
70 ár er ein merkisdagur. Men tað er eisini ein áminning um alt tað arbeiðið, sum er lagt í – av starvsfólkum, leiðslu og teimum mongu, sum hava verið partur av Dugna gjøgnum árini.

Tykkum øllum vil eg bera eina stóra tøkk fyri tað arbeiði, tit gera – hvønn einasta dag. Tað arbeiðið, sum verður gjørt her, hevur havt stóran týdning fyri nógv menniskju – og fyri samfelagið sum heild.

Eg vil at enda ynskja Dugna hjartaliga til lukku við 70 ára degnum. Eg ynski tykkum blíðan byr frameftir – og gleði meg til gott samstarv komandi árini.

Takk fyri.

Verkætlanin um Sambýlið í Birtulíð tillagast – vit skulu ikki blanda málbólkar– Tað er avgerandi, at vit taka neyðug fak...
25/02/2026

Verkætlanin um Sambýlið í Birtulíð tillagast – vit skulu ikki blanda málbólkar
– Tað er avgerandi, at vit taka neyðug faklig og menniskjalig atlit. Tí hava vit valt at skipa verkætlanina í tvær sjálvstøðugar eindir, so at málbólkarnir ikki verða blandaðir, og hvør bólkur fær best møguligu umstøður at trívast og mennast í, sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna.
https://www.ahr.fo/fo/kunning/tidindi/verkaetlanin-um-sambylid-i-birtulid-tillagast-vit-skulu-ikki-blanda-malbolkar

“Stórur og átrokandi tørvur er á fleiri og betri búplássum til vaksin við autismu. Við hesum sambýlinum taka vit eitt tý...
24/02/2026

“Stórur og átrokandi tørvur er á fleiri og betri búplássum til vaksin við autismu. Við hesum sambýlinum taka vit eitt týdningarmikið stig at tryggja teimum eitt virðiligt og tíðarhóskandi heim. Hetta er eitt mál, sum vit hava sett okkum fyri, tí vit vita, at karmarnir hava verið óhóskandi.”, sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna í almanna- og heilsumálum.

Í síðstu viku skrivaði Landsverk undir sáttmála við høvuðsarbeiðstakaran Articon, um at byggja nýggja sambýlið við Rygsá á Argjum.

Hvíldarheimið Naina 90 árÍ gjár helt landsstýriskvinnan í almanna- og heilsumálum røðu í sambandi við, at Hvíldarheimið ...
24/02/2026

Hvíldarheimið Naina 90 ár
Í gjár helt landsstýriskvinnan í almanna- og heilsumálum røðu í sambandi við, at Hvíldarheimið Naina hátíðarhelt 90 ára føðingardag.
Í røðuni varð varpað ljós á søguna, virðini og stóra týdningin, sum Hvíldarheimið hevur havt – og framvegis hevur – fyri menniskju, sum hava tørv á hvíld, umsorgan og heilsubót. Eisini greiddi landsstýriskvinnan frá sínum persónliga sambandi til heimið.
Les alla røðuna 👇
https://landsstyri.cdn.fo/savn/ez3lfhpb/roeda-til-90-ara-foedingardag-hja-hvildarheiminum-nainu-23022026.pdf?s=sq7RUELdSOMiZHzr81Rv1j_yj1U

Røkt til røkt – eisini ein partur av arbeiðinum ❤️Á temadegnum hjá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar helt landsst...
23/02/2026

Røkt til røkt – eisini ein partur av arbeiðinum ❤️
Á temadegnum hjá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar helt landsstýriskvinnan røðu um týdningin av at taka hond um tey, sum hvønn dag taka hond um onnur.
Røkt til røkt er ikki eitt luksus – tað er ein treyt fyri góðari umsorgan. Og við kunngerðini um sálarligt arbeiðsumhvørvi er tað nú eisini staðfest í lógarverkinum, at arbeiðsgevarar hava ábyrgd av at tryggja eitt trygt og heilsugott arbeiðsumhvørvi – bæði likamliga og sálarliga.
Vit mugu skapa karmar, so tey, sum bera umsorganina í Føroyum, eisini sjálv halda.
Les røðuna her 👇
https://landsstyri.cdn.fo/savn/5glhehci/roekt-til-roekt-temadagur-hja-felagid-foeroyskir-sjukraroektarfroedingar-19022026.pdf?s=WeDcJcRM5RZUIKlmkp7SRodWSoY

Eirargarður 2: Skjót, trygg og bílig loysn á átrokandi tørvinum á lestrarbústøðum- Tað er avgerandi, at leigan verður so...
20/02/2026

Eirargarður 2: Skjót, trygg og bílig loysn á átrokandi tørvinum á lestrarbústøðum

- Tað er avgerandi, at leigan verður so lág sum gjørligt, og Bústaðir meta, at leigan verður 3.500 krónur um mánaðin fyri eitt stak-kamar á 17 fermetrar. Tað sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna, um verkætlanina at gera skrivstovurnar á Eirargarði 2 til lestrarbústaðir.

https://www.ahr.fo/fo/kunning/tidindi/eirargardur-2-skjot-trygg-og-bilig-loysn-a-atrokandi-toervinum-a-lestrarbustoedum

Evnisdagar um hardskap í nærsambondum 🧡🧡🧡🧡🧡
12/02/2026

Evnisdagar um hardskap í nærsambondum 🧡🧡🧡🧡🧡

Fríggjadagin var hátíðarhald á Toftum, nú nýggi Búfelagsskapurin á Kneysum stendur liðugur.Margit Stórá, landsstýriskvin...
09/02/2026

Fríggjadagin var hátíðarhald á Toftum, nú nýggi Búfelagsskapurin á Kneysum stendur liðugur.

Margit Stórá, landsstýriskvinna í almanna- og heilsumálum, bar fram røðu, har landsstýriskvinnan legði dent á, týdningin av at fáa egnan bústað, egið heim og egið lív, við neyðugum stuðli, men eisini við sjálvsavgerðarrætti og ábyrgd.

Røðan hjá landsstýriskvinnuni:

Kæru gestir, búfólk, starvsfólk, avvarðandi og øll tit, sum hava verið partur av verkætlanini.

Tað er mær ein sonn gleði at fáa høvi at vera her í dag, nú Búfelagsskapurin á Kneysum á Toftum – letur upp.

Hetta er ein góður dagur. Ein dagur, sum merkir nakað. Tí í dag lata vit ikki bara ein bygning upp. Ein búfelagsskapur við 18 búeindum letur upp. Ein búfelagsskapur, sum gevur møguleikar, sjálvstøði og virðing.

Búfelagsskapurin á Kneysum er ætlaður til borgarar við autismu og møguliga øðrum diagnosum – fólk, sum hava tørv á stuðli í gerandisdegnum, men sum samstundis hava førleikar, dreymar og ynski um at liva eitt so sjálvstøðugt lív sum møguligt.

Her eru 18 sjálvstøðugar íbúðir. Tað er týdningarmikið at leggja dent á júst hetta: sjálvstøðugar íbúðir. Tí hetta snýr seg um at fáa egnan bústað, egið heim og egið lív – við neyðugum stuðli, men eisini við sjálvsavgerðarrætti og ábyrgd.

Fyri nøkur hevur veruleikin verið tann, at tey hava verið noydd at búgva heima longri enn neyðugt. Ikki tí tey hava ynskt hetta – men tí hóskandi bústaðir ikki hava verið tøkir. Tí er tørvurin á slíkum búfelagsskapum stórur, og eg fegnist stórliga um, at hesin búfelagsskapurin nú letur upp.

Fyri tey, sum flyta inn her, kann hetta vera eitt stórt og spennandi stig. Kenslan av at klára seg sjálv – kanska fyri fyrstu ferð – av at taka lut í gerandisuppgávum, av at hava egnan lykil og egnan bústað. Tað er ein stórur partur av einum sjálvstøðugum lívi.

Samstundis hevur hetta eisini stóran týdning fyri foreldur og onnur avvarðandi. Tað er ein lætti at vita, at tey, sum flyta inn her, koma at liva og virka í góðum og tryggum umstøðum – við fakligum stuðli, við felagsskapi og við virðing fyri tí einstaka menniskjanum.

Búfelagsskapurin á Kneysum er bygdur av Bústøðum og verður rikin av Almannaverkinum. Hetta er eitt gott dømi um, hvussu samstarv kann skapa haldgóðar loysnir, sum veruliga gera mun.

Her eru góðir karmar: felagsrúm, køkur og hølir til samveru – men eisini rúm fyri privatlívi og friði. Gerandisdagurin kann rúma skúla, arbeiði og virksemi, og frítíðin kann nýtast til ítrótt, kvøldskúla og felagsskap við onnur. Alt hetta er partur av einum virknum og innihaldsríkum gerandisdegi.

At enda vil eg takka øllum, sum hava verið við í hesum arbeiðinum – teimum, sum hava planlagt, bygt, skipað og lagt alla orku í at fáa hetta at bera til.

Við hesum vil eg ynskja Almannaverkinum hjartaliga tillukku við bygninginum – og teimum komandi búfólkunum hjartaliga vælkomnum heim.

Takk fyri. 🌿

Í gjár var móttøka á Klaksvíksvegi 77 í Klaksvík, har Brekumboðið heldur til.Margit Stórá, landsstýriskvinna í almanna- ...
07/02/2026

Í gjár var móttøka á Klaksvíksvegi 77 í Klaksvík, har Brekumboðið heldur til.

Margit Stórá, landsstýriskvinna í almanna- og heilsumálum, fegnast um at Brekumboðið er farið til verka. Her er røðan hjá landsstýriskvinnuni:

Góðu tit øll,

Tað er mær ein stór gleði at vera her í dag og fegnast um, at vit nú loksins hava fingið eitt Brekumboð í Føroyum.

Leingi er tað, ið væl skal vera. Hetta er eitt stig, sum leingi hevur verið ynskt og eftirspurt – og tí er hetta ein góður og týdningarmikil dagur, har vit markera, at Brekumboðið er farið til verka.

Við Brekumboðnum fáa vit eina sjálvstøðuga og greiða rødd, sum skal virka fyri, verja og hava eftirlit við rættindunum hjá fólki, ið bera brek. Hetta styrkir brekøkið, men eisini okkara samfelag sum heild.

Tí eitt samfelag verður mátað eftir, hvussu væl tað rúmar øllum sínum borgarum.

Í 2009 samtykti Løgtingið at taka undir við sáttmálanum hjá Sameindu tjóðum um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek, og við lógini um Brekumboð liva Føroyar upp til sína altjóða skyldu, til at seta á stovn eftirlit á brekøkinum.

Eisini senda vit eitt greitt signal um, at hetta økið hevur politiskan og menniskjaligan týdning.

Sum landsstýriskvinna í almanna- og heilsumálum haldi eg tað vera av stórum týdningi, at vit nú fáa eina skipan, sum bæði kann varpa ljós á tað, sum riggar væl, og samstundis vísa á, hvar tørvur er á at gera ábøtur.

Brekumboðið fer at hava ein týdningarmiklan leiklut í at gera røddina hjá fólki, ið bera brek, týðiligari og betur hoyrda í almenna rúminum.

Eg vil við hesum ynskja Brekumboðnum hjartaliga tillukku og blíðan byr við hesi nýggju og ábyrgdarfullu uppgávu. Eg eri spent upp á at fylgja við arbeiðinum, sum nú fer í gongd, og síggja, hvønn mun Brekumboðið fer at gera fyri brekøkið í Føroyum.

Eg havi eina sterka vón um, at Brekumboðið fer at vera við til at flyta okkum longri fram á leið – til gagns fyri fólk, ið bera brek, og fyri føroyska samfelagið sum heild.

Takk fyri.

Í gjár var Margit Stórá, landsstýriskvinna í almanna- og heilsumálum, gestarøðari til prógvhandanina hjá teimum ið hava ...
31/01/2026

Í gjár var Margit Stórá, landsstýriskvinna í almanna- og heilsumálum, gestarøðari til prógvhandanina hjá teimum ið hava lokið útbúgving í hjánámi í føroyskum og sjúkrarøktarfrøði á Setrinum.
Í røðuni vísti landsstýriskvinnan á týdningin av sjúkrarøktarfrøði, ið sameinir fakliga vitan og menniskjaliga nærveru, og á virðið í at styrkja føroyska málið og okkara málsliga samleika. Hjartaliga tillukku við próvnum – og blíðan byr víðari.
https://www.ahr.fo/fo/kunning/tidindi/landsstyriskvinnan-gestaroedari-til-progvhandan-a-setrinum

Adresse

Undir Bryggjubakka 27
Tórshavn
100

Hvad er åbningstiderne?

Mandag 09:00 - 15:00
Tirsdag 09:00 - 15:00
Onsdag 09:00 - 15:00
Torsdag 09:00 - 15:00
Fredag 09:00 - 15:00

Internet side

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når Almanna- og bústaðamálaráðið sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Kontakt Organisationen

Send en besked til Almanna- og bústaðamálaráðið:

Del