22/04/2026
❗️Vit noyðast at fata javnstøðu sum felagsmál í staðin fyri einstaklingsmál 🤝
Taka vit ikki ábyrgd í felag, fer javnstøða framhaldandi at snúgva seg um eitt stríð millum kyn heldur enn eitt stríð, sum vit skulu taka upp til frama fyri alt samfelagið.
Hetta geldur sanniliga eisini fyri okkara fólkavaldu, sum vegna okkum øll hava uppgávuna at føra samfelagið fram á leið.
Tað merkist á almenna kjakinum, at stór ónøgd er um ójavnstøðuna í løgtinginum og nýskipaða landsstýrinum, og nú eisini um vantandi kvinnumboðanina í tingnevndunum.
Veruleikin er, at føroyska samfelagið framvegis er siðbundið. Valdsbýtið millum kvinnur og menn er skeiklað, og kvinnuumboðanin er alt ov lítil.
Við hesum í huga eiga vit at spyrja valdshavararnar: Vilja tit í felag taka ábyrgd og virka fyri einum javnari samfelagi? Ella liggur ábyrgdin hjá onkrum øðrum?
🗣️Samskiparin á Javnstøðuskrivstovuni greiddi frá hesum í tíðindunum í morgun
👇
Samskiparin í Javnstøðunevndini harmast um kynsbýtið í formans- og forkvinnusessunum í løgtingsnevndunum