29/05/2026
50 ára starvsdagur🎉
Hjartaliga til lukku, Jákup Pauli. Í dag hava vit hátíðarhildið Jákup Paula Johansen, sum hevur verið í starvi á Posta sum postboð í heili 50 ár. Í sambandi við stóra dagin fekk hann heiðurstekin frá kongi fyri sína trúgvu tænastu.
Dagurin varð hátíðarhildin saman við nógvum gestum – vinum, familju og starvsfeløgum, bæði núverandi og fyrrverandi.
Vit takka Jákupi Paula fyri hansara góða arbeiði fyri viðskiftafólk øll árini og fyri at vera ein framúr góður og álitandi starvsfelagi.
🏅 Hjartaliga til lukku við heiðrinum og stóra degnum, Jákup Pauli! 🎉👏📬