TAKS TAKS á Facebook
Vit minna á umráðandi freistir, upplýsa um skattligar møguleikar og skyldur og bera tíðindi, sum kunnu ávirka tín gerandisdag.

Tú ert vælkomin at skriva á síðuna. Les reglur okkara á Facebook í hesum sambandi.

📚 Leitar tú eftir einum spennandi lærlingaplássi?Sum lærlingur hjá TAKS í Klaksvík fært tú meira enn bara eitt arbeiði. ...
20/05/2026

📚 Leitar tú eftir einum spennandi lærlingaplássi?

Sum lærlingur hjá TAKS í Klaksvík fært tú meira enn bara eitt arbeiði. Tú fært royndir, ábyrgd og innlit í eitt arbeiðsøki, sum hevur stóran týdning fyri føroyska samfelagið.

Tú fert m.a. at arbeiða við:
🔹 skattaviðurskiftum
🔹 kundavegleiðing
🔹 málsviðgerð
🔹 fyrisiting

Og so verður tú partur av einum arbeiðsplássi, har trivnaður, samstarv og menning eru í fokus 🙌

Les meira og søk starvið her 👇
https://www.taks.fo/fo/taks/leys-stoerv/leys-stoerv/ -til-taks-i-klaksvik

LANDSSTÝRISMAÐURIN Í FÍGGJARMÁLUM VITJAÐI TAKSÍ gjár fingu vit vitjan av Aksel V. Johannesen, landsstýrismanni í fíggjar...
09/05/2026

LANDSSTÝRISMAÐURIN Í FÍGGJARMÁLUM VITJAÐI TAKS

Í gjár fingu vit vitjan av Aksel V. Johannesen, landsstýrismanni í fíggjarmálum.

Eyðun Mørkøre, stjóri á TAKS, beyð vælkomin og greiddi frá virkseminum hjá stovninum.

Landsstýrismaðurin tók eisini orðið og legði dent á týdningin av góðum og opnum samstarvi millum TAKS og Fíggjarmálaráðið.

Vit takka fyri vitjanina og síggja fram til eitt gevandi samstarv.

GOTT OG LÆRURÍKT TILTAK UM SKATTAVIÐURSKIFTI HJÁ RITHØVUNDUMHerfyri skipaði Rithøvundafelagið fyri einum tiltaki í Galla...
08/05/2026

GOTT OG LÆRURÍKT TILTAK UM SKATTAVIÐURSKIFTI HJÁ RITHØVUNDUM

Herfyri skipaði Rithøvundafelagið fyri einum tiltaki í Gallarí Havnará, har fokus varð sett á viðurskifti í sambandi við sjálvuppgávuna hjá rithøvundum.

Poula á Líðarenda og Súsanna Debes frá TAKS greiddu frá B-skatti, roknskapi og hvussu sjálvuppgávan skal latast inn. Eftir framløguna svaraðu tær skattaspurningum frá luttakarunum.

Tiltakið varð væl kryddað við upplestri frá Svannu Jákupsdóttur og Oddfríði Rasmussen.

Vit takka fyri eitt gott tiltak og fyri tær afturmeldingar, vit fingu. Tær taka vit við okkum í okkara víðari arbeiði.

Slíkt samstarv hevur stórt virði fyri okkum, og vit koma fegin út at greiða frá skattaviðurskiftum fyri øðrum eisini.

Tit eru altíð vælkomin at seta tykkum í samband við okkum á [email protected].

Freistin at lata sjálvuppgávuna inn er mánadag 4. mai.Tú letur hana inn á Borgaraglugganum ✨
03/05/2026

Freistin at lata sjálvuppgávuna inn er mánadag 4. mai.
Tú letur hana inn á Borgaraglugganum ✨

Hvat arbeiðir ein skattamyndugleiki við – og hvussu kanst tú verða ein partur av tí?Hósdagin, 23. apríl, luttók TAKS á t...
24/04/2026

Hvat arbeiðir ein skattamyndugleiki við – og hvussu kanst tú verða ein partur av tí?

Hósdagin, 23. apríl, luttók TAKS á tiltakinum “Vinnan vitjar” á Glasi, har vit hittu nógv forvitin og hugagóð ung fólk.

Hjá TAKS arbeiða vit ikki bara við skatti og tolli – vit hava eisini tørv á fakligheitum innan m.a. KT, løgfrøði, búskapi, samskifti og tænastu. Tað var stuttligt at práta við tey ungu um møguleikarnar og geva teimum eina betri mynd av, hvat eitt starv hjá TAKS kann fevna um.

Takk fyri ein góðan og gevandi dag á Glasi – vit vóna at síggja nøkur tykkara aftur á TAKS í framtíðini!

TAKS luttók í Miðnám og hvat so? á miðnámsskúlanum í Kambsdali, har básurin var væl vitjaður. Tað er altíð stuttligt og ...
20/04/2026

TAKS luttók í Miðnám og hvat so? á miðnámsskúlanum í Kambsdali, har básurin var væl vitjaður.

Tað er altíð stuttligt og áhugavert at práta við næmingar um uppgávurnar hjá TAKS. Endamálið var at hitta næmingar, geva teimum innlit í arbeiðið hjá TAKS og tosa um starvsmøguleikar, ið finnast hjá TAKS.

Vit leggja stóran dent á at vera sjónlig og opin, tá ið talan er um at byggja brýr millum útbúgving og arbeiðslív. Slík tiltøk eru týdningarmikil fyri at skapa áhuga, greiða frá okkara samfelagsliga leikluti og vísa, at TAKS er eitt fjølbroytt og spennandi arbeiðspláss.

Takk fyri ein góðan og gevandi dag á Kambsdali – vit gleða okkum at halda fram við samstarvinum við skúlar og ung í Føroyum.

TAKS var við á Vinnan vitjar í Vági Jóna og Svanna umboðaðu TAKS, tá vit fyrr í mánaðinum luttóku í Vinnan vitjar í Vági...
18/03/2026

TAKS var við á Vinnan vitjar í Vági

Jóna og Svanna umboðaðu TAKS, tá vit fyrr í mánaðinum luttóku í Vinnan vitjar í Vági – og tær siga, at tað var ein ordiliga góður dagur!

Básurin var væl vitjaður, bæði av ungum og vaksnum, og nógv vóru forvitin eftir at vita meira um arbeiðið hjá TAKS.

Vit høvdu eisini eina lítla kapping:
Hvussu eitur stjórin á TAKS? 🤔

Við hjálp frá QR-kodum á tyggigummpakkum funnu nógv rætta svarið, og umleið 100 svar komu í kassan.

Øll, sum svaraðu rætt, vóru við í lutakasti um eitt páskaregg 🐥🍫

Takk fyri ein góðan dag í Vági!

11/03/2026

Hey Eyðei ✨

–nýggi kjattbotturin hjá TAKS!
Í dag hava vit sett Eyðei, ein nýggjan og snildan TAKS kjattbott, á heimasíðuna okkara.
Eyðei kann hjálpa tær við alskyns spurningum um m.a. skatt, toll, barsil– alt døgnið, alt árið.

Endamálið er at gera upplýsingarnar hjá TAKS enn lættari at finna og geva borgarum og vinnu skjótari hjálp.
Vit vóna, at Eyðei og hennara toymi verður tær til stóran nyttu. Tú finnur hana beint nú á www.taks.fo

Átaksleiðari til tolldeildina hjá TAKSVilt tú vera við til at styrkja tolleftirlitið við føroyska landamarkið?Brúka møgu...
06/03/2026

Átaksleiðari til tolldeildina hjá TAKS

Vilt tú vera við til at styrkja tolleftirlitið við føroyska landamarkið?
Brúka møguleikan og søk nýggja starvið sum átaksleiðari á tolldeildini hjá TAKS 👉 https://www.taks.fo/fo/taks/leys-stoerv/leys-stoerv/ -til-tolldeildina-hja-taks

Umsóknarfreistin er 22. mars 2026.

Leys størv Hetta starvið er leyst í løtuni.

06/03/2026

8. mars – Altjóða Kvinnudagur

Í sambandi við Altjóða Kvinnudagin, varpa vit ljós á tríggjar ungar kvinnur í okkara skipan, sum eru við til at menna og framtíðartryggja størstu KT-verkætlanina í Føroyum – moderniseringina av skattaskipanini.

Hetta er ein umfatandi og samfelagskritisk verkætlan, sum skal tryggja eina nútímans, trygga og effektiva talgilda loysn til gagns fyri alt samfelagið.

Tær eru ikki bara ein partur av verkætlanini – tær eru við til at mynda hana. Við fakligari styrki, dirvi og ágrýtni arbeiða tær dagliga við at framtíðartryggja og nútíðargera KT undirstøðukervið, sum tryggjar føroysku vælferðina.

Á Altjóða Kvinnudegnum vilja vit seta fokus á møguleikarnar í KT-vinnuni og vísa, at dugnaskapur og førleikar eru tað, sum flyta mørk – eisini í tí størstu og mest týdningarmiklu verkætlanunum í landinum.

Síggj videobrotið og hitt kvinnurnar handan verkætlanina.

Adresse

Smyrilsvegur 20
Tórshavn
100

Hvad er åbningstiderne?

Mandag 10:00 - 12:00
Tirsdag 10:00 - 12:00
Onsdag 10:00 - 12:00
Torsdag 10:00 - 12:00

Internet side

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når TAKS sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Kontakt Organisationen

Send en besked til TAKS:

Del