Javnaðarflokkurin

Javnaðarflokkurin Frælsi, javnrættur og samhaldsfesti 🌹

Seinastu dagarnar hevur Margit luttikið á ST-ráðstevnu um brekrættindi. Ráðstevnan var í New York, og er hetta størsta a...
12/06/2026

Seinastu dagarnar hevur Margit luttikið á ST-ráðstevnu um brekrættindi. Ráðstevnan var í New York, og er hetta størsta altjóða samkoman um rættindi hjá fólki, ið bera brek. Hetta er somuleiðis fyrstu ferð at Føroyar hava verið við. Margit luttók saman við Brekumboðnum og umboði frá MEGD.

Um ráðstevnuna sigur Margit, at: “Tað hevur verið bæði læruríkt og gevandi at luttaka á COSP. Vit hava fingið høvi at deila føroyskar royndir, men eisini at hoyra, hvussu onnur lond arbeiða við teimum somu avbjóðingunum, sum vit kenna aftur heima í Føroyum. Samstundis hevur tað týdning, at føroyskar royndir og sjónarmið eisini verða hoyrd á altjóða pallinum.”

Nú er ferðalagið ávegis heim til Føroya aftur eftir nakrir sera áhugaverdir dagar❤️

Javnaðarflokkurin ynskir Sosialistisk Ung og tí nýggju landsnevndini, góða eydnu við arbeiðinum!🌹
11/06/2026

Javnaðarflokkurin ynskir Sosialistisk Ung og tí nýggju landsnevndini, góða eydnu við arbeiðinum!🌹

NÝGGJA LANDSNEVNDIN ER SKIPAÐ!
-Og klár at fara til verka!

Tann 10. juni var landsnevndin savnað til nevndarfund, á fyrsta sinni, síðan landsfund felagsins.
Fyrst á skránni var, at nývalda nevndin skuldi skipa seg.
Á landsfundinum var longu greitt, at formaður felagsins verður Petur Simonsen. Hetta var einmælt samtykt. Vit eru sera fegin um, at fáa ein so virkisfúsnan og hugagóðan formann.

Nevndin hevur gott mót, nógvar spennandi ætlanir og eitt ynski um ein virknan, savnandi og fantastiskan felagsskap. Ynskið er; at SU skal vera ein felagsskapur ið birtir undir javnaðarhugsjónini í millum ung í Føroyum.
Eisini skal SU vera eitt gott stað at vera. Tí ætlar nevndin at skipað fyri tiltøkum v.m. ið skulu stimbra um samanhaldið í millum limir felagsins.

Á nevndarfundinum 10. Juni valdi nevndin at skipa seg soleiðis:

Formaður: Petur Simonsen
Næstforkvinna: Victoria Mote
Kassameistari: Sára Maria Dalsgarð
Skrivari: Heri Wang Danielsen
Nevndarlimur: Bjørk Hentze Niclasen
Tiltakslimir: Marius Danielsen og Anna Margit Arabo.

Afturat Landsnevndini, hevur SU eisini eina útisetanevnd. Í Útisetanevndini sita: Magnus Elsuson Høgenni og Gilli Pálsson Augustinussen.

🏫 Børn í Skúlanum á Trøðni skulu hava virðiligari umstøðurLjóðviðurskiftini eru vánalig og tørvur er á ábøtum. Góðir kar...
08/06/2026

🏫 Børn í Skúlanum á Trøðni skulu hava virðiligari umstøður

Ljóðviðurskiftini eru vánalig og tørvur er á ábøtum. Góðir karmar eru ein grundleggjandi fortreyt fyri trivnaði, læring og menning.
➡️ Tí hevur Eyðgunn Samuelsen sett landsstýrismanninum í mentamálum skrivligan fyrispurning um støðuna í Skúlanum á Trøðni.

Sjálvandi skulu børn og ung á serøkinum hava góðar og virðiligar karmar at læra og mennast í ❤️

BLÍÐAN BYR METTE🌹í gjárskvøldið frættist, at nýggj samgonga er skipað í Danmark og at Mette Frederiksen heldur fram sum ...
02/06/2026

BLÍÐAN BYR METTE🌹

í gjárskvøldið frættist, at nýggj samgonga er skipað í Danmark og at Mette Frederiksen heldur fram sum forsætisráðharri í Danmark.

Vit gleðast um, at Javnaðarflokkurin og Sjúrður Skaale hava fingið týðandi føroysk mál við í samgonguskjalið.
Eitt nú fer danska stjórnin at kanna møguleikan fyri einum statsláni til Suðuroyartunnilin, um Føroyar ynskja tað. Harumframt skulu Føroyar knýtast í nýggja sjókaðalin, sum skal gerast. Eisini vil danska stjórnin arbeiða fyri, at Føroyar kunnu fáa limaskap í IOC, sum kann geva okkum møguleika at luttaka til OL.

Vit ynskja Mette góða eydnu og síggja fram til gott samstarv🇫🇴🇩🇰

01/06/2026

Fyri at nøkur av okkara hjartamálum skulu sleppa við, mugu vit sjálvsagt eisini rúma, at hinir samgonguflokkarnir fáa nøkur av sínum við. Og tá samgongan er breið, mugu øll geva eitt sindur av sær sjálvum, soleiðis at alt gongur upp❤️

Í hesum áhugaverda poddvarpinum greiðir Aksel eitt nú frá fiskivinnupolitikkinum og hví tað er skilagott at Javnaðarflokkurin er í samgongu.

Til ber at lurta bæði á Spotify og á Apple Podcasts. Leinkið er í viðmerkingunum.

Góðan lurtihug🌹

29/05/2026

Politikkur snýr seg um at handla. Her eru fimm góð mál, sum vit hava samtykt, og enn hava vit fleiri eftir. Vit fremja úrslit. Gott vikuskifti❤️

Eitt stórt javnaðarmál samtykt🌹Breið semja var um leigustuðulin í Løgtinginum í dag. Fantastiskt!❤️Hetta er eitt mál, su...
28/05/2026

Eitt stórt javnaðarmál samtykt🌹

Breið semja var um leigustuðulin í Løgtinginum í dag. Fantastiskt!❤️

Hetta er eitt mál, sum vit í Javnaðarflokkinum hava arbeitt hart og miðvíst fyri. Leigustuðulin kemur í gildi 1. septembur🌹

EYÐGUNN 67 ÁR🇫🇴Í Løgtinginum er Eyðgunn kend fyri at vera ótrúliga arbeiðssom, álítandi og altíð væl fyrireikað. Hon hev...
23/05/2026

EYÐGUNN 67 ÁR🇫🇴

Í Løgtinginum er Eyðgunn kend fyri at vera ótrúliga arbeiðssom, álítandi og altíð væl fyrireikað. Hon hevur gott tak á fólki og dugir væl at savna og sameina. Hendan eginleika sóu fleiri, eisini tvørtur um floksmørk, tá hon eitt nú var forkvinna í fíggjarnevndini.

Hóast hon sjálv ikki ger nógv burtur úr at reypa um seg sjálva, so vita øll, sum hava arbeitt saman við henni, hvussu nærløgd Eyðgunn er í sínum arbeiði. Eyðgunn handlar, men hjartað liggur ongantíð eftir.

Hjartaliga til lukku við degnum, góða Eyðgunn og takk fyri títt stóra ótroyttiliga arbeiði🌹

Málið um bíligari bensin og diesel samtykt🌹🤩Í morgin kunnu allir føroyingar fara út at fylla sær tangarnar nógv bíligari...
15/05/2026

Málið um bíligari bensin og diesel samtykt🌹

🤩Í morgin kunnu allir føroyingar fara út at fylla sær tangarnar nógv bíligari, enn teir kunnu í dag. Tað samtykti ein breiður meirluti í tinginum fyrr í dag.

Hetta fer heilt vist at lætta um hjá nógvum føroyingum❤️

💸Vit skulu gera enn meira fyri at prísirnir lækka➡️Tí hevur Súsanna Bertholdsen sett Jacob Vestergaard, landsstýrismanni...
15/05/2026

💸Vit skulu gera enn meira fyri at prísirnir lækka

➡️Tí hevur Súsanna Bertholdsen sett Jacob Vestergaard, landsstýrismanni, fyrispurning um, hvørt príseftirlitið hevur havt ta ætlaðu ávirkanina.
✅Breið semja var um at styrkja príseftirlitið fyri at tryggja betri kapping og rættvísari prísir í Føroyum.
🧐Men hóast skipanin nú hevur virkað í meira enn tvey ár, merkja nógv framvegis stóran prísvøkstur á gerandisvørum.

Soleiðis eigur tað ikki at vera! Tí sjálvandi skulu føroyingar fáa ein bíligari gerandisdag❤️

Adresse

Niels Finsensgøta 14
Tórshavn
FO-100

Internet side

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når Javnaðarflokkurin sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Kontakt Organisationen

Send en besked til Javnaðarflokkurin:

Del