Arbeiðs- og brunaeftirlitið

Arbeiðs- og brunaeftirlitið Kontaktoplysninger, kart og anvisninger, kontaktformular, åbningstider, tjenester, stjerner, fotos, videoer og meddelelser fra Arbeiðs- og brunaeftirlitið, Statsstyret organisation, undir Bryggjubakka 27, Tórshavn.

Arbeiðs- og brunaeftirlitið er føroyski myndugleikin fyri arbeiðsumhvørvi, brunatrygd, samskipan av tilbúgving, eltrygd, mát og vekt, spreingievni, vinnukaving og fýrverk

Tilbúgvingarvenjing – Djúpini 2026Arbeiðs- og brunaeftirlitið skipaði 25. mars fyri borðvenjingini “Djúpini 2026”, har f...
01/04/2026

Tilbúgvingarvenjing – Djúpini 2026

Arbeiðs- og brunaeftirlitið skipaði 25. mars fyri borðvenjingini “Djúpini 2026”, har føroyska tilbúgvingin skuldi taka støðu til eina hugsaða hending við einum útlendskum ferðamannaskipi í álvarsamari neyðstøðu í føroyskum sjóøki.

Venjingin var hildin í Hólmhúsinum á Eiði og luttakarar vóru Vørn (MRCC og Veðurstovan), Føroya Politi, kommunalu tilbúgvingarnar, Heilsuverkið, bjargingarfeløg (LFB), Arktisk Kommando (FEF), Landsverk, Strandfaraskip Landsins
Atlantic Airways, Reyðakross Føroya, Sjóvinnustýrið, Smyril Line.

Við vaksandi tali av cruise-skipavitjanum og øktari sjóferðslu kring Føroyar, eru slíkar hendingar vorðnar meira sannlíkar og kunnu leggja stórt trýst á tilbúgvingina.

Endamálið við venjingini var at varpa ljós á týdningin av samstarvi og samskifti, við at royna samskipan, leiðslu og samvirkni millum viðkomandi tilbúgvingareindir og myndugleikar, bæði á sjógvi og landi.

Dentur varð lagdur á at greiða ábyrgdarbýti og avgerðarleiðir í eini álvarsamari hending, og at menna eina felags støðufatan.

Hetta er fyrsta ferð, at ein slík tvørfaklig venjing er fyriskipað í Føroyum, og við at eyðmerkja styrkir og veikleikar, og eini skipaðari ætlan fyri eftirmeting og læring, er venjingin er við til at leggja lunnar undir víðari menning og styrking av føroysku tilbúgvingini.

Nýtt amboð til at fyribyrgja og handfara høg kenslulig krøv.Det Nationale Forskningscenter for Arbejdsmiljø (NFA) hevur ...
06/02/2026

Nýtt amboð til at fyribyrgja og handfara høg kenslulig krøv.
Det Nationale Forskningscenter for Arbejdsmiljø (NFA) hevur ment eitt vísindaliga grundað amboð, ið stuðlar arbeiðsplássum í at fyribyrgja og handfara høg kenslulig krøv.

Høg kenslulig krøv í arbeiðinum merkir, at starvsfólk í sínum arbeiði hava samband við onnur menniskju, og at hetta sambandið krevur, at starvsfólk mugu seta seg inn í støðuna hjá hesum menniskjum, vísa empati og rúma teirra kenslum og atferð og samstundis eisini handfara og fjala egnar kenslur. Høg kenslulig krøv eru oftast í heilsu- røktar og umsorganarstørvum og í undirvísing.

Denne guide er målrettet større arbejdspladser, som ønsker at implementere en indsats på tværs af afdelinger til at forebygge og håndtere høje følelsesmæssige krav i arbejdet.

Raðfest trygdina
29/12/2025

Raðfest trygdina

Hátíðarlig løta var í skúlanum við Streymin á Oyrarbakka, tá landsstýrismaðurin í tilbúgvingarmálum, Eirikur í Jákupssto...
20/12/2025

Hátíðarlig løta var í skúlanum við Streymin á Oyrarbakka, tá landsstýrismaðurin í tilbúgvingarmálum, Eirikur í Jákupsstovu, handaði fýra sløkkiliðsfólkum frá Sunda Sløkkiliði silvurheiðurstekin fyri trúgva tænastu í føroysku tilbúgvingini í 25 ár ella longri.

Í røðu síni segði landsstýrismaðurin millum annað:

“Føroyska silvurmerkið fyri trúgva tænastu í tilbúgvingini er ikki bara eitt merki av metalli – tað er eitt tekin um dirvi, ábyrgdarkenslu og áhaldandi vilja til tænastu. Hetta hava tit víst aftur og aftur.

Latið hetta heiðursteknið vera eitt varandi minni um, at Føroya Landsstýri og føroyska samfelagið eru ómetaliga takksom fyri tað arbeiði, tit hava gjørt – og framhaldandi gera.”

Sløkkiliðsfólkini vóru:

•Jón Láadal, 33 ár í Sunda Sløkkiliði
•Símun Niclasen, 32 ár í Sunda Sløkkiliði
•Helgi Elttør, 31 ár í Sunda Sløkkiliði
•Magnus Madsen, 27 ár í tilbúgving í Føroyum

Arbeiðs- og brunaeftirlitið umsitur nýggju skipan við heiðursteknum, ið fevnir um silvurheiðurstekin fyri tænastu í 25 ár og gullheiðurstekin fyri tænastu í 40 ár.

Dagførdar leiðreglur um átaksleiðsluArbeiðs- og brunaeftirlitið hevur dagført Leiðreglurnar um skipan og leiðslu á einum...
20/12/2025

Dagførdar leiðreglur um átaksleiðslu

Arbeiðs- og brunaeftirlitið hevur dagført Leiðreglurnar um skipan og leiðslu á einum skaðastaði. Leiðreglurnar vórðu fyrstu ferð útgivnar í 2020, og eru ein felags karmur fyri samstarvið í tilbúgvingini. Tær skulu tryggja greiða uppgávubýti og samskiftislinjur, tá álvarsligar hendingar raka.

Talan er um leiðreglur, sum allatíðina mugu viðlíkahaldast og mennast, soleiðis at tær eru í samsvari við dagsins samfelag, galdandi lóggávu, samstarvsavtalur og verandi siðvenju. Dagføringin byrjaði í vár, tá ein arbeiðsleistur og tíðarætlan varð løgd.

Í arbeiðinum hava umboð fyri allar partar í føroysku tilbúgvingini luttikið: kommunalu tilbúgvingarnar og sløkkiliðini, heilsuverkið, politiið, Vørn og bjargingarfeløgini. Royndir og eftirmetingar frá hendingum og venjingum hava verið ein týðandi partur av arbeiðinum, ið hevur til endamáls at styrkja tvørfakliga samstarvið og tryggja, at tilbúgvingin altíð er so væl fyrireikað sum til ber.

Føroyar hava sum heild eina vælvirkandi tilbúgving, men neyðugt er at arbeiða miðvíst við at menna hana. Gott samstarv og samskifti eru fortreytir fyri einum tryggum og skilagottum átaki, tá óhapp ella vanlukkur standast.

Ætlanin er tí at dagføra leiðreglurnar javnan og í minsta lagi 5. hvørt ár.

18. desember skipaði Arbeiðs- og brunaeftirlitið fyri móttøku fyri samstarvspørtunum, har takkað varð fyri tað ómetaliga góða og virðiliga samstarvið í tilgongdini at dagføra leiðreglurnar.

Sí dagførdu leiðreglurnar á www.arb.fo

02/12/2025

Nú ber til at søkja um vinnukavarabræv á Vanganum.

Arbeiðs- og brunaeftirlitið er komið á Vangan við sínari fyrstu tænastu, sum ger tað møguligt hjá vinnukavarum og hjálparkavarum at søkja um og endurnýggja vinnukavarabræv talgilt.

Nýggja loysnin, sum er ment í samstarvi við Talgildu Føroyar, ger mannagongdina lættari og viðgerðina skjótari. Og kavarar sleppa nú undan óneyðugum pappírsarbeiði.

Hetta er fyrsta stigið í arbeiðinum at gera fleiri tænastur hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum talgildar, so tænastan verður skjótari og tryggari fyri øll.

Finn tænastuna á tænastuveitarasíðuni hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum á Vanganum.

🎄5 GÓÐ RÁÐ UM EINI BRUNATRYGG JÓL🎄
01/12/2025

🎄5 GÓÐ RÁÐ UM EINI BRUNATRYGG JÓL🎄

01/11/2025
👷‍♂️ Arbeiðsumhvørvisráðstevnan 2025: Yvir 1.000 luttakarar savnaðust um arbeiðsumhvørvi og trygd á arbeiðsplássinum 👷‍♀...
01/11/2025

👷‍♂️ Arbeiðsumhvørvisráðstevnan 2025: Yvir 1.000 luttakarar savnaðust um arbeiðsumhvørvi og trygd á arbeiðsplássinum 👷‍♀️

Arbeiðsumhvørvisráðstevnan 2025 varð hildin í stórhøllini Við Tjarnir fríggjadagin 31. oktober. Fleiri enn 1.000 fólk úr bæði almenna og privata geiranum hittust til ein innihaldsríkan og livandi dag um arbeiðsumhvørvi, trygd og trivnað.

Ráðstevnan var samstundis ein markering av, at 50 ár eru liðin síðani Arbeiðs- og brunaeftirlitið varð sett á stovn.

Leivur Persson, stjóri á Arbeiðs- og brunaeftirlitinum, bjóðaði vælkomin, og Margit Stórá, landsstýriskvinna í arbeiðsmarknaðarmálum, setti ráðstevnuna við at leggja dent á týdningin av tryggum og virðiligum arbeiðsumhvørvi sum ein grundarstein í okkara vælferðarsamfelagi.

Millum framløgurnar vóru hugleiðingar frá Theodor Eli Olsen, sóknarpresti, um okkara protestantiska arbeiðsmoral, og Pál Weihe, formanni í Arbeiðsumhvørvisráðnum, sum undir yvirskriftini “I have a dream” tosaði um, hvussu arbeiðið eigur at skapa meining og lívsgleði í framtíðar samfelagnum.

Eitt høvuðsevni á ráðstevnuni var tað sálarliga arbeiðsumhvørvið.
Anna Arnfríðudóttir Andresen, sálarfrøðingur á Arbeiðs- og brunaeftirlitinum, legði fram nýggju kunngerðina um sálarligt arbeiðsumhvørvi, og nógv kjak var um, hvussu arbeiðspláss kunnu arbeiða meira skipað og fyribyrgjandi við sálarligum trivnaði.

Trygdarleiðararnir Jens Hansen (fyrrverandi MEST), Evelyn Gaard (Articon) og Irdi Neshamar (EFFO) greiddu frá sínum royndum við trygdararbeiði í verki. Eftir miðmála hugleiddi Heri Reynheim, formaður í Havnar Arbeiðarafelag, um støðuna hjá arbeiðaranum í dag, og Jón Sigurðsson, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag, legði dent á týdningin av tí góða arbeiðsumhvørvinum fyri vinnuna og samfelagið sum heild.

Á ráðstevnuni vórðu eisini handaðar Ársins arbeiðsumhvørvisvirðislønir 2025.
• Fyri arbeiðsgevarar fekk Jón Sigurðsson, fyrrverandi stjóri í Articon, heiðurslønina fyri at hava flutt arbeiðsumhvørvið í byggivinnuni fram á leið.
• Fyri arbeiðstakarar fingu Súni Selfoss og Starvsfelagið virðislønina fyri at hava sett tað sálarliga arbeiðsumhvørvið í fokus og arbeitt miðvíst við trivnaði á arbeiðsplássum.

Tónleikarin Kári P spældi gjøgnum dagin og setti ein hugnaligan og livandi dám á ráðstevnuna.
Tiltakið endaði við einum lívligum og skemtiligum sofapráti millum Nils Winther frá Vinnuhúsinum, Sonju Jógvansdóttir frá Verkafólk og Pál Weihe frá Arbeiðsumhvørvisráðnum, har teir trý við eyðkendum stíli og glotti í eyganum tóku samanum dagin og hugleiddu um arbeiðslívið í Føroyum í dag.

Sí skránna fyri Arbeiðsumhvørvisráðstevnuna 31. oktober her
29/10/2025

Sí skránna fyri Arbeiðsumhvørvisráðstevnuna 31. oktober her

Trýst her fyri at síggja skránna til Arbeiðsumhvørvisráðstevnuna 31. oktober 2025

Í sambandi við nýggju kunngerðina um sálarligt arbeiðsumhvørvi, hevur Arbeiðs- og brunaeftirlitið gjørt seks nýggjar veg...
27/10/2025

Í sambandi við nýggju kunngerðina um sálarligt arbeiðsumhvørvi, hevur Arbeiðs- og brunaeftirlitið gjørt seks nýggjar vegleiðingar.

Í sambandi við nýggju kunngerðina um sálarligt arbeiðsumhvørvi, sum kom í gildi 1. august í ár, útgevur Arbeiðs- og brunaeftirlitið seks vegleiðingar, sum skulu stuðla arbeiðsgevarum í at tryggja eitt trygt og heilsugott arbeiðsumhvørvi. Vegleiðingarnar lýsa m.a.:• ábyrgd og ...

Adresse

Undir Bryggjubakka 27
Tórshavn
100

Hvad er åbningstiderne?

Mandag 09:00 - 15:00
Tirsdag 09:00 - 15:00
Onsdag 09:00 - 15:00
Torsdag 09:00 - 15:00
Fredag 09:00 - 15:00

Internet side

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når Arbeiðs- og brunaeftirlitið sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Kontakt Organisationen

Send en besked til Arbeiðs- og brunaeftirlitið:

Del