Fólkaflokkurin

Fólkaflokkurin Fólkaflokkurin er ein borgarligur,
sosialur og liberalur tjóðskaparflokkur
[email protected]

✨Steffan A. Løkin tikið sæti á tingi✨Hann fekk møguleikan, nú Fróði Magnussen er farin í stutt farloyvi.🔥Hetta er fyrstu...
26/05/2026

✨Steffan A. Løkin tikið sæti á tingi✨

Hann fekk møguleikan, nú Fróði Magnussen er farin í stutt farloyvi.

🔥Hetta er fyrstu ferð, at Fólkaflokkurin hevur tvey umboð av Skálafjørðinum á Tingi. Okkara Bill Justinussen, og nú Steffan Løkin.

🤩Steffan er 25 ára gamal og stillaði fyrstu ferð upp til Løgtingsvalið í ár. Hann fekk 245 atkvøður, sum gav honum plássið sum 1. varafólk fyri Fólkaflokkin.

💚Vit ynskja Steffan góðan arbeiðshug.

🇫🇴ÁRNI 60 ÁR🇫🇴Tað eru fá, sum eru so forvitin, lurtandi og nærløgd sum Árni. Tá hann fer undir at kanna eitt mál, gevst ...
17/05/2026

🇫🇴ÁRNI 60 ÁR🇫🇴

Tað eru fá, sum eru so forvitin, lurtandi og nærløgd sum Árni. Tá hann fer undir at kanna eitt mál, gevst hann ikki, fyrr enn hann hevur gjøgnumgingið og kannað allar hugsandi smálutir og sett allar spurningar, sum setast kunnu.

Góðir eginleikar, sum ikki bara gagna okkum í Fólkaflokkinum, men allari politisku skipanini. Tí okkum tørva fólk, sum duga at lurta – og tað ger Árni. Árni ikki bara lurtar, men er altíð sakligur og sera virðiligur í øllum orðadrátti. Serliga, tá hann tosar við onkran, hann er ósamdur við.

Árni Skaale er sera virkin. Umframt at vera politikkari er hann familjumaður, vinnulívsmaður, har hann eigur og rekur fyritøkuna Look North. Árni er treiskur sum fáur, og veit frá egnum royndum, hvat krevst fyri at fáa ting at henda – og ikki minst eydnast.

Og ikki at gloyma, so er Árni skóti við stóra S. Júst tað hevur myndað hann í øllum, hann tekst við - sum leiðari, politikkari og sum menniskja sum heild. Har skótavirðini, sum snúgva seg um felagsskapin og at rúma øðrum, hava alt at siga.

Vit í Fólkaflokkinum ynskja tær hjartaliga til lukku við degnum, og takka tær fyri títt stóra og virðismikla íkast til flokkin.

Tit eru øll hjartaliga vælkomin at ynskja Árna Skaale til lukku👇🏼

💚Hugaligt at síggja, at diesel- og bensinprísirnir eru lækkaðir í dag. ✨Vit í samgonguni vita væl, at hetta bara er EIN ...
16/05/2026

💚Hugaligt at síggja, at diesel- og bensinprísirnir eru lækkaðir í dag.
✨Vit í samgonguni vita væl, at hetta bara er EIN bati. Men sum tikið verður til: Allur bati bøtur. Vit koyra á víðari. Gott vikuskifti, øll somul!🥰

🤩Nú verður bíligari at fylla tangan tangan við bensini og dieseli.🥳Tað var ein breiður meiriluti í Løgtinginum, sum atkv...
15/05/2026

🤩Nú verður bíligari at fylla tangan tangan við bensini og dieseli.

🥳Tað var ein breiður meiriluti í Løgtinginum, sum atkvøddi fyri. Sostatt kemur lógin í gildi dagin eftir, at hon er lýst.

💚Gott at fáa hetta avgreitt. Vit halda fram við góðum tiltøkum og koyra á víðari!

🤩Hevði tað ikki verið gott, um møguleiki var at brúka MobilePay í Føroyum?🙃Í dag ber tað ikki til orsakað av løgfrøðilig...
14/05/2026

🤩Hevði tað ikki verið gott, um møguleiki var at brúka MobilePay í Føroyum?

🙃Í dag ber tað ikki til orsakað av løgfrøðiligum og fyriskipanarligum forðingum.

👏🏽Men hetta eigur at broytast, heldur Fróði Magnussen, tingmaður fyri Fólkaflokkin. Tí hevur hann nú sett Jacob Vestergaard, landsstýrismanni , skrivligan fyrispurning um málið.

😎Fróði vil hava greiðu á, hvørjar forðingar eru, og hvussu arbeiðið gongur við at beina tær av vegnum, so føroyingar eisini kunnu fáa atgongd til talgildar gjaldsskipanir, so sum MobilePay.

13/05/2026

Tað er ikki øllum, sum dáma, at vit nú fara undir at taka avgjøld burtur.

💚Men vit kunnu ikki undirstrika nóg nógv, hvussu umráðandi tað er at lætta um hjá teimum, sum hvønn dag eru bundin at bensin og diesel.

🫣Uppskotið hjá flokkum í andstøðuni var tí eisini eitt sindur løgið… Og rakar ikki sosialt rætt.

Mítt mál er at virka fyri einum skúla, har allir næmingar trívast og fáa møguleika at læra í mun til sínar ymisku førlei...
11/05/2026

Mítt mál er at virka fyri einum skúla, har allir næmingar trívast og fáa møguleika at læra í mun til sínar ymisku førleikar.

💚Tað segði Bárður á Lakjuni m.a. í røðuni til aðalfundin hjá Lærarafelagnum.

🎨Hann vísti eisini á, at skúlarnir skulu fáa størri frælsi at skipa ein skapandi skúla, har tað kreativa, handaliga og verkliga skal hava størri rúmd.

Sí røðuna her: https://www.mmr.fo/fo/um-radid/landsstyrismadur/roedur-hja-landsstyrismanninum/adalfundur-foeroya-laerarafelags-9-mai-2026

10/05/2026

✨Vit skulu hava greiða lóggávu um grindadráp

Djóravælferðarlógin er ikki galdandi fyri grindadráp, og tað vilja vit staðfesta við greiðari lóggávu.

👏🏽Tað segði Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, sum í síðstu viku legði broytingaruppskot fram hetta.

Orsøkin til uppskotið, er, at ivi er um, hvørt djóravælferðarlógin eisini fevnir um veiðu, fiskiveiðu og grindadráp. Og soleiðis skal tað ikki vera. Lógin SKAL vera greið.🇫🇴

08/05/2026

Fólk við serligum tørvi skulu hava virðilig og trygg heim at búgva í.

💚Tí hevur landsstýrið (samgongan) lagt fram uppskot um at fara undir nýggj og tíðarhóskandi sambýli í Miðvági.

😓Verandi umstøður eru ótíðarhóskandi og geva ikki búfólkunum ella starvsfólkunum nøktandi og virðiligar karmar.

🙌🏽Umframt at hendan verkætlanin er ein týðandi íløga í menniskju, minkar hon eisini um rakstrarkostnaðin upp á longri sikt og tryggjar karmar, sum halda í nógv ár.

🌈Harafturat gleðast vit í Fólkaflokkinum um, at byggingin er í tráð við krøvini í breksáttmálanum um rættin hjá fólki við breki til virðilig og sjálvstøðug livikor.

Adresse

Jónas Broncksgøta 29
Tórshavn
100

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når Fólkaflokkurin sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Kontakt Organisationen

Send en besked til Fólkaflokkurin:

Del