Sosialistisk Ung

Sosialistisk Ung Sosialistisk Ung (SU) er ungmannafelagið hjá Javnaðarflokkinum. SU er grundað á somu grundvirðir sum Javnaðarflokkurin, men er tó óheft av flokkinum. Marianna S.

Sosialistisk Ung (SU) er ungmannafelag, sum er samsinnað við Javnaðarflokkinum. SU er grundað á somu grundvirðir sum Javnaðarflokkurin, men er tó óheft av flokkinum.

Í SU ganga vit høgt uppí, at tað er pláss fyri øllum, og tað sæst eisini aftur á ymisleikanum á limalistanum. Bæði viðvíkjandi bakgrund, landafrøðiliga o.s.fr.. SU arbeiðir fyri at økja um áhugan fyri politikki millum ung. Nevndin er

skipað við forfólki næstforfólki, skrivara, kassameistara, einum nevndarlimi, og einum altjóða skrivara, umframt einum umboði úr øllum lokalfeløgunum hjá SU. Lokalfeløgini eru SU Norð, SU Mið og SU Suður. Nevndin hittist til fund uml. fjúrtanda hvønn dag. Til fundirnir í SU kjakast vit annars um aktuell evni, gera vart við okkum í fjølmiðlunum, mótmæla, viðmæla, stuðla undir eftir okkara sjónarmiðum, skipa fyri politiskum fundum og tiltøkum av ymiskum slag o.m.a. Harafturat hava vit ein arbeiðsdag hvørt hálvár, har allir limirnir hittast at arbeiða við at røkka okkara málum og hugna okkum saman.

Í løtuni ljóðar nevndin soleiðis:
Paul Kjartan Matrass, forfólk. Hansen, næstforfólk. Pól Jóhannus Toftegaard Larsen, skrivari. Jákup Joensen Eskildsen, kassameistari. Erla Marr, nevndarlimur. Rói Dam Dalsgarð, altjóða skrivari. Torgerð Fryda Dagfinsdóttur Suðuroy, umboð fyri SU Suðuroy.

Góði Hans Pauli.Eitt uppslag kann ómøguligt lýsa alt tað, tú vart.At kalla teg blóðreyðan er ein undirmeting; tú vart ei...
20/10/2025

Góði Hans Pauli.
Eitt uppslag kann ómøguligt lýsa alt tað, tú vart.
At kalla teg blóðreyðan er ein undirmeting; tú vart ein sannur risi í okkara flokki, óansæð hvar tú vart, og kjarnvirðini vóru altíð í brennideplinum, tá tú vart til staðar. Títt dirvi, nærleiki og miðvísi er eitt eindømi.
Í landsstýrinum, á tingi, í almenna kjakinum og í øllum floksvirksemi vart tú ein nærur, beinrakin og hjartagóður kammeratur, hvørs fótafesti ikki glapp. Har er nógv, tú átti at verið errin av. Vit í SU minnast eisini tað viðhald, tú unti okkum frammanfyri og handan leiktjaldið; tín stuðul eru vit æviga takksom fyri.
Takk fyri alt.

Við samkenslu og javnaðarkvøðu,
Sosialistisk Ung 🌹❤️

(Leinkjan til tiltakið hóskvøldið er í bio)Aftaná tøgnina eru vit spent at greiða frá øllum tí spennandi virkseminum, vi...
02/09/2025

(Leinkjan til tiltakið hóskvøldið er í bio)

Aftaná tøgnina eru vit spent at greiða frá øllum tí spennandi virkseminum, vit hava gjørt, og tað sum kemur í næstum!
Í morgin fara vit at fortelja um tær spennandi ferðirnar, okkara limir Magnus og Gilli hava havt í summar 🌹

Soleiðis sær nýggja nevndin annars út:
Gretchen Karinardóttir, forkvinna (í farloyvi)
Sára Maria Dalsgarð, næstforkvinna
Herborg H. Gaardlykke, kassameistari
Magnus Elsuson Høgenni, skrivari
Milia Egilsnes Anda, nevndarlimur
Gilli Pálsson Augustinussen, nevndarlimur
Sigmundur Mørkøre, tiltakslimur

Hey øll somul 🌹Nú er tað slagið skal standa - vit hava landsfund(aðalfund) tann 31.05.25.Vit vænta eitt brak av einum kv...
18/05/2025

Hey øll somul 🌹

Nú er tað slagið skal standa - vit hava landsfund(aðalfund) tann 31.05.25.

Vit vænta eitt brak av einum kvøldið, har vit fara at hugna okkum við einum betri bita, onkrum góðum at drekka, og ein rúgva av undirhald.

Ynskir tú at skapa lív í felagið, og gera mun, so er hetta ein gyltur møguleiki 👏🏽 vit fara nevniliga at velja nýggja nevnd, har øll sum ynskja at taka lut í virkseminum, kunnu stilla upp.

Vit gleða okkum at síggja tykkum.

Nevndin❤️

Gleðiligar páskir 🐣Mínir páskir er eitt sindur ørvísið í ár. Tað verður brúkt á páskakursus hjá DSU í Rønde, har eg havi...
20/04/2025

Gleðiligar páskir 🐣

Mínir páskir er eitt sindur ørvísið í ár. Tað verður brúkt á páskakursus hjá DSU í Rønde, har eg havi fingið tann framíhjárætt at undurvísa tey í Ríkisfelagsskapin og Føroyar🇫🇴

- Milia Egilsnes Anda

Milia Egilsnes Anda og Barbara Gaardlykke Apol vóru til pallborðsfund á Glasir í dag. Tvær sterkar kvinnur 💪Ein íløga í ...
11/11/2024

Milia Egilsnes Anda og Barbara Gaardlykke Apol vóru til pallborðsfund á Glasir í dag. Tvær sterkar kvinnur 💪

Ein íløga í ungdómin er ein íløga í framtíðina. Vit kunnu ikki liva við, at vit missa so stóran part av ungdóminum hvørt ár. Tí skulu vit gera Tórshavnar Kommunu meiri attraktiva fyri ungdómin. Javnaðarflokkurin vil millum annað byggja fleiri lestrar- og ungdómsbústaðir komandi 4 árini.

10/11/2024

Vælferð, heim og náttúran 🫶

VEL BARBARU GARRDLYKKE APOL 🌹

04/11/2024

Vel nýtt. Vel ungt. Vel royndir. Vel Barbara Gaardlykke Apol 😍✨🌹

28/10/2024

Hoyrdu tit Frímælt herfyri? Vit eru púra samd við viðmerkjarunum. Barbara hevur integritet og er absolutt eitt av sterku kortunum hjá flokkinum 💪

Hetta vikuskiftið hevur okkara altjóði skrivari Magnus Høgenni umboðað felagið til árliga ráðstevnuna hjá UNR. Hetta hev...
27/10/2024

Hetta vikuskiftið hevur okkara altjóði skrivari Magnus Høgenni umboðað felagið til árliga ráðstevnuna hjá UNR. Hetta hevur verið eit drúgvt og fløkjut vikuskifti, men tað hevur eisini verið ótrúliga læruríkt og spennandi. Her eru hápunktini frá vikuskiftinum:

#1 Norðurlandaráðið skal geva FO og GL fullan limaskap - ongantíð ov skjótt!
Tað gleddi meg at síggja, at eitt uppskot um at stuðla fullan limaskap fyri Føroyar og Grønland var samtykt við breiðum meiriluta, eins og í fjør. Føroysku umboðini (Ungmannafelagið Samband, Framsøkin Ung og Unga Tjóðveldið) hava tosað við einari rødd gjøgnum alla ráðstevnuna, og vit eru øll samd um hví.

#2 Samstarv og vald - Use it or lose it!
Sosialdemokratisku feløgini eru ikki samd um alt, men hóast okkara ósemjur hava vit havt eitt produktivt og gagnligt samstarv gjøgnum ráðstevnuna, og vit hava sparrað saman allan vegin ígjøgnum um hvat vit standa saman um.
Sosialdemokratarnir hava flestu atkvøður av øllum feløgunum í UNR, og hetta valdið eru vit sinnaði at brúka við ábyrgd, norðurlendskum samstarvi og javnaðarhugsjónini í huga.

#3 UNR er nú sjálvstøðugt felag!
Vit samtyktu einmælt fríggjadagin, at UNR (sum áður lá undir FNUF) verður frá nú av endurstovnað sum sjálvstøðugt felag. Nú kunnu tey søkja fígging og reka sítt virksemi við nógv meira ambitión og sjálvstýri enn áður, og tað verður spennandi at síggja hvar felagið fer nú!
(næsta slide) Felagið hevur eisini fingið nýtt føroyskt navn - Ungdómsins Norðurlandaráð. Nú kunnu vit av røttum stytta tað til UNR við góðari samvitsku.

Barbara í Tórshavnar Býráð 🌹Okkara Barbara Gaardlykke Apol, sum í nógv ár hevur verið virkin í SU millum annað sum forkv...
27/09/2024

Barbara í Tórshavnar Býráð 🌹

Okkara Barbara Gaardlykke Apol, sum í nógv ár hevur verið virkin í SU millum annað sum forkvinna árini 2015-2017, bjóðar seg fram til býráðsvalið í Tórshavnar Kommunu.

Barbara er útbúgvin búskaparfrøðingur frá Setrinum og KU, og arbeiðir í dag sum fíggjarfulltrúi. Harafturat hevur fleiri politiskar royndir. Millum annað sum ráðgevi hjá Javnaðarflokkinum og sum varalimur í Fólkatinginum.

- Eg stilli upp, tí eg haldi, at vit hava brúk fyri fleiri ungum kreftum í býráðsarbeiði. Eg ynski at virka fyri, at Tórshavn verður ein fjølbroyttur býur, har børn og vaksin trívast.

Spurd um, hvat hon ynskir at arbeiða fyri í býráðnum, svarar Barbara:

- Vit mugu ásanna, at Tórshavnar Kommuna hevur ein førandi leiklut í at venda gongdini við fólkafráflytingini. Kommunan hevur sett gongd á at útstykkja nógv, og hóast tað er gott, so er tað ikki nóg mikið. Vit noyðast at fáa fjølbroyttari bústaðir – og nýggja heimildin at byggja almannagagnligt skal brúkast.

Og hon leggur afturat:

- Harumframt skal kommunan gera meiri fyri at fáa tey ungu at støðast. Tá eg sjálv las á Setrinum fyri nøkrum árum síðani upplivdi eg eina optimismu millum tey ungu. Finsen var í gerð, og man tosaði um at skapa eitt veruligt lestrarumhvørvi í Tórshavn. Nú bendir alt á, at tey ungu ikki longur síggja Føroyar sum eitt attraktivt stað at nema sær útbúgving.

Vit í Sosialistisk Ung fegnast um, at Barbara bjóðar seg fram, og ynskja henni bestu eydnu 🌱❤️

Adresse

Niels Finsensgøta 14
Tórshavn
100

Telefon

298250104

Internet side

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når Sosialistisk Ung sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Kontakt Organisationen

Send en besked til Sosialistisk Ung:

Del