12/12/2025
Í gjár, 11. Desember tók Rúni Hammer, formaður í Huxa, sæti í býráðnum fyri Birgir Nielsen.
Nógv var á skrá og uppá hjarta til býráðsfundin, ið leikti á til á miðnátt.
Rúni Hammer er borgarligur við stóra B, og tók sjálvasgt eisini orðið tá orðaskiftið var um “almannagagnlig bústaðar feløg” og “tænastugjald á tóm býli”
Les stutt niðanfyri um hvat Rúni Hammer heldur um hesi bæði málini:
Almannagagnligt bústaðarfelag
Hvussu ber tað til at skattagjaldarin gjalda 20 milliónur krónur sum 43 fólk fáa gagn av. Hesi 43 fólk fáa 450tkr í stuðli frá TK. Hevur meirilutin í býráðnum ikki virðing fyri skattagjaldaranum ella kanska pengum sum heild.
Hesi eru kanska heppin, men hvussu vita vit, at hesi sum sleppa inn her, eru tey sum hava ein "almannagagnligan" tørv? Ella tey, ið eru úr kommununi?
Tað at bjarga einum almennum grunni sum hevur rent seg fastan vegna dýra bygging ,og fíggjarligt óskil, hvussu blívur tað ein uppgáva hjá Tórshavnar Kommunu
Tí um Tórshavnar Kommuna endiliga vil sleppa at eiga leiguíbúðir, hví skulu tær vera so dýrar? Ber ikki til at keypa onkrar aðrar íbúðir, sum ikki eru so dýrar?
Tað stutta av tí langa, so eigur leikluturin hjá TK at vera við um at økja um útboðið, ikki bara at keypa íbúðir sum longu eru bygdar og gjørdar. Tí í hvørjum heimið økir tað um útboðið, ella møtir tørvinum, við at kommunan ígjøgnum eitt felag uppkeypir nakrar íbúðir sum longu eru á marknaðinum?
Tænastugjald á tóm hús
Øgiliga idealistiskt mál at bjarga bústaðarneyðini, at leggja ein eyka skatt á borgarar, ið búgva í kommununi, og harvið vænta at fólk fara at selja húsini og “effektivisera bústaðarmarknaðin.
Tænastugjald…. Er bara eitt annað orð hjá sosialistinum fyri ognarskatt og ger seg beinleiðis inn á ognarættin hjá Borgaranum í TK. Ikki nokk at sosialistiska samgongan í býráðnum í Havn finnur uppá ein nýggjan skatt… Nei! Her skal eisini nýggjur innkrevjingarháttur til nýggja skattin. Sostatt skulu nýggir bereaukratar til at banka uppá hvørja hurð í kommununi og kannað hvør býr í hvørjum húsið, og ikki. Hetta leggur upp til eina slatri/sosialista mentan, har grannar skulu slatra um okkurt hús stendur tómt í grannalagnum sjálvt um adressa er á.
Um at hava heimsins størsta almenna geira ikki er nóg gott í forvegin, so hava vit væl virðiliga tað nú. Skrivistovuveldi í TK hevur ongan enda og tað eru tey sum arbeiða hart og eiga sum betala fyri tað.
- Rúni Hammer
Varafólk fyri Fólkaflokkin í Tórshavnar býráð