Kost og Føðslufelagið

Kost og Føðslufelagið Kost og Føðslufelagið umboðar limir innan fakøkið kost og føðslu. The Faroese Diet and Nutrition Union.

Endamálið við almennu facebooksíðuni hjá Kost og Føðslufelagnum er:

- at kunna um mat og heilsu
- at vísa á týdningin av mati og føðslu til gomul og sjúk
- at lýsa við tiltøkum, ið kunnu hava almennan áhuga innan økið

Kost og Føðslufelagið varar av kostrøktarstarvsfólki, ið hava kostrøktarfakliga útbúgvining. Kostrøktarstarvsfólk starvast innan eitt nú matframleiðslu, kostráðgeving og leiðslu in

nan økið. Kjarnumál hjá limunum í Kost og Føðslufelagnum eru at viðgera, vegleiða og røkta borgarar við støði í okkara vitan um føðslu, heilsu og sjúku. Vit hava ábyrgd av at tryggja øllum borgarum eina góða heilsu og lívsgóðsku. Høvuðsøkini hjá limunum í felagnum eru:
- Heilsufremjan og fyribyrging – fremja heilsuna og fyribyrgja sjúku hjá borgarum
- Viðgerð og vegleiðing – ráðgeva um heilsu og viðgera føðslutrupulleikar hjá borgarum og sjúklingum
- Professionel matframleiðsla – heilsugóður og vælsmakkandi matur til tann rætta borgaran ella sjúklingin
- Leiðsla – bæði fyrisitingarlig og starvsfólkaleiðsla

🇫🇴 Nýggjur sáttmáli undirskrivaður millum Kost- og Føðslufelagið og Fíggjarmálaráðið ✍️Kost- og Føðslufelagið hevur í da...
22/05/2026

🇫🇴 Nýggjur sáttmáli undirskrivaður millum Kost- og Føðslufelagið og Fíggjarmálaráðið ✍️

Kost- og Føðslufelagið hevur í dag formliga undirskrivað nýggjan sáttmála við Fíggjarmálaráðið. Sáttmálin fevnir um tíðarskeiðið 1. oktober 2025 til 30. september 2026.

Sáttmálin tryggjar øllum limum eina mánaðarliga lønarhækkan á 3,87% galdandi frá 1. oktober 2025.

Samráðingarnar vórðu framdar sum partur av tí felags semjuni, ið 12 fakfeløg gjørdu við Fíggjarmálaráðið fyrr í ár.

Vit fegnast um semjuna og eru spent at fara til samráðingarborðið aftur skjótt fyri at samráðast um komandi tvey árini.

/Forkvinnan 🌷

👋 Kost og Føðslufelagið krevur kostfakligheit í nýggju matarskipanini í Tórshavnar Kommunu!Tórshavnar kommuna er í gongd...
28/04/2026

👋 Kost og Føðslufelagið krevur kostfakligheit í nýggju matarskipanini í Tórshavnar Kommunu!

Tórshavnar kommuna er í gongd við at seta í gongd eina royndarverkætlan um matarskipan til 500 børn á trimum skúlum – og vit fegnast um hesa ætlan 😍

❗️Men ein verkætlan er ikki betri enn tey, sum leiða hana.

Tá matur skal gerast til 500 børn og ung í vøkstri, er tað ikki nóg mikið at duga at gera mat. Tað er ein stór og krevjandi uppgáva, ið krevur vitan um almenn kosttilmæli, matvørutrygd, matvøruallergi, fíggjarstýring og matspill – og ein leiðara, sum kann sameina alt hetta.
Matur í skúlanum er ikki bara føðsla – matur er læring, felagsskapur og trivnaður. Skal tað eydnast, má tann rætti fakpersónurin vera á odda.
👉 Tí heitir Kost og Føðslufelagið á Tórshavnar kommunu um at lýsa eftir einum køksleiðara við kostfakligari bakgrund: einum, sum hevur útbúgving innan føðslu og heilsu, royndir úr stórkøki og vitan um, hvat børn og ung í vøkstri hava tørv á. Hetta hava føðsluatstøðingar, professionsbachelorar í føðslu og heilsu og flestu limir í Kost og Føðslufelagnum.
Nevndin í Kost og Føðslufelagnum

Sera viðkomandi skeið 👇
09/04/2026

Sera viðkomandi skeið 👇

Vit bjóða eitt sera viðkomandi skeið til øll fólk, sum arbeiða við mati. Tú fært grundleggjandi og nýtiligan førleika innan matvørutrygd. So kom við bert fá pláss eru eftir. Tilmelding www.rotin.fo ella [email protected]

Kost- og Føðslufelagið ynskir øllum okkara limum gleðiligar páskir 🐣🌷Vónandi njóta tit páskadagarnar saman við familju o...
01/04/2026

Kost- og Føðslufelagið ynskir øllum okkara limum gleðiligar páskir 🐣🌷

Vónandi njóta tit páskadagarnar saman við familju og góðum mati 🎂🥚

Ein serlig páskaheilsan til tykkum, sum eru til arbeiðis á páskum 💛 Matur er eisini røkt - allar dagar á árinum 👏🏻

Eg eri sjálv so heppin at hava páskafrí í ár ☀️

Aftaná páskir fara vit í holt við samráðingar 🤝

So sera stóran týdning at raðfesta rætta føðslu til sjúklingar aftaná skurðviðgerð. Tað er ein partur av endurvenjingini...
10/03/2026

So sera stóran týdning at raðfesta rætta føðslu til sjúklingar aftaná skurðviðgerð. Tað er ein partur av endurvenjingini 🍗🦴🥤

♀️ 8. mars: Matur er viðgerð – og okkara (kvinnu)fak skal virðismetast! ♀️Í dag hátíðarhalda vit altjóða kvinnudagin. Í ...
08/03/2026

♀️ 8. mars: Matur er viðgerð – og okkara (kvinnu)fak skal virðismetast! ♀️
Í dag hátíðarhalda vit altjóða kvinnudagin. Í Kost- og føðslufelagnum eru 87% av okkara limum kvinnur, og tíverri merkja vit alt ov ofta, at okkara fak verður undirmett.
Okkara limir starvast sum føðsluatstøðingar, føðsluhjálparar, føðslutøkningar, kostfrøðingar, økonomair, kliniskir dietistar, kostfakligir leiðarar og ymiskt annað innan fakini kost, føðslu og heilsu.
Siðvenjan hevur verið, at “matgerð” hoyrir seg til eina húsmóðir. Tann hugburðurin livir tíverri enn á nógvum økjum úti í samfelagnum.
Vit síggja framvegis starvslýsingar, har søkt verður eftir fólki til "bæði matgerð og reingerð" – í einum og sama starvi, og heilt uttan krav um útbúgving. Sum um at ein og hvør bara kann átaka sær tað!
Men at gera mat til eldri, sjúk, børn og fólk við serligum tørvi er ikki nakað, "ein og hvør" bara ger. Tað krevur drúgva fakliga vitan!
Okkara limir eru útbúnir serfrøðingar í kostfakligheit. Tá matgerð og dietviðgerð verða gjørd til nakað, sum ongin útbúgving krevst til, so undirmeta vit bæði kvinnufakini og heilsuna hjá teimum veikastu borgarunum í samfelagnum.

👉 Okkara áheitan í dag:
Tíðin er búgvin at gera upp við henda gamla hugburðin! Um vit vilja hava eitt framkomið heilsuverk, fakliga eldrarøkt og góðar stovnar, so má fakligheitin virðismetast.
1️⃣ Setið krøv til útbúgving á øllum stovnum, har matur verður gjørdur til ávísar málbólkar!
2️⃣ Virðismetið kvinnufakini við rættvísari løn og rættinum til fulla tíð.

Vit í Kost- og Føðslufelagnum standa til reiðar. Vit eru klár at vegleiða og ráðgeva komandi politisku skipanini í, hvussu hetta økið kann fremjast rætt. Og sjálvandi skulu okkara limir setast sum fakfólk at útføra uppgávurnar í verki.

Brúkið okkum, virðismetið okkum, og latið okkum lyfta samfelagið saman! 🤝✨
Góðan altjóða kvinnudag! 🌷

Føroyingar eta nógv epli 🥔 Men eru epli ósunn?Nógvar mytur eru um epli. At epli fita. At epli geva høgt blóðsukur. Men i...
07/03/2026

Føroyingar eta nógv epli 🥔 Men eru epli ósunn?

Nógvar mytur eru um epli. At epli fita. At epli geva høgt blóðsukur. Men i veruleikanum eru epli ein góð matvøra, sum mettar væl fyri fáar kaloriur 🤔

Haraftrat eru epli bílig og umhvørvisvinalig 🌍🌿 Og etur tú føroysk epli, eru tey eisini stuttflutt!

Og hugsa tær alt tað góða, tey innihalda:
🍊 Vitamin C
❤️ Kalium
🌾 Kosttrevjur
🩸 Jarn
💪 Protein

So tú kanst saktans njóta tíni epli við góðari samvitsku! 🍽️

Um tú vilt eta sunt og fjølbroytt, so et eftir teimum almennu kostráðunum, har epli eisini eru ein partur av ráðunum ❤️

🥔 Hvussu dámar tær best tíni epli? Kókað, bakað, stokt, morlað ella sum kips? 😋 Tagga ein vin, sum elskar epli!

Ert tú tann Lágargarður søkir eftir?
14/02/2026

Ert tú tann Lágargarður søkir eftir?

Brennur tú fyri eldraøkinum og fyri at gera dygdargóðan og føðslurættan mat til okkara eldru borgarar, so er tað møguliga tær vit leita eftir. Stórkø...

4 klassiskar mytur um kost, sum vit (enn) stríðast við 🛑🍞🥗Tað er lætt at fara at ivast, tá "reglarnar" fyri, hvat er sun...
10/02/2026

4 klassiskar mytur um kost, sum vit (enn) stríðast við 🛑🍞🥗

Tað er lætt at fara at ivast, tá "reglarnar" fyri, hvat er sunt og ósunt, broytast allatíðina á netinum. Men her er, hvat granskingin sigur um fýra vælkendar mytur:

1️⃣ "Kolvæta (kolhydratir) ger, at man tekur uppá" 🍞
Nei. Tað er ov nógv orka (kaloriur) tilsamans, sum ger, at vektin økist – ikki eitt einstakt føðsluevni. Kolvæta kann bæði vera av tí sunna og minni sunna slagnum. Grov kolvæta sum rugbreyð, havragrýn, grovt pasta og eplir eru týðandi keldur til bæði orku og kosttrevjur, sum metta og fyribyrgja krabbamein. Ikki vera bangin fyri breyði!

2️⃣ "Tú mást ikki eta aftaná kl. 18:00" 🕗
Tín kroppur hevur einki ur. Tín “forbrenning” slóknar ikki, tá sólin fer niður. Tá tú etur nátturða, so verður maturin forbrendur á sama hátt sum morgunmaturin. Tað, sum telur, er heildarmongdin av mati upp á ein dag, og hvussu svong tú ert – ikki klokkuslettið.

3️⃣ "Gluten er ósunt fyri øll" 🌾
At eta gluten-frítt er blivið eitt rák, sum sigst vera sunt. Men fyri tey flestu er hetta púra óneyðugt. Um tú ikki hevur cøliaki (gluten-intoleransu) ella serligt ovurviðkvæmi, so er gluten heilt fínt at eta. Gluten er eitt protein í korni, og at droppa gluten ger teg ikki sunnari.

4️⃣ "Fryst grønmeti er ikki líka gott sum frískt" 🥦❄️
Faktiskt er tað ofta øvugt! Fryst grønmeti verður vanliga fryst beint eftir heysting, tá tað enn er fult av føðsluevnum. "Frískt" grønmeti, sum hevur ferðast langa leið ella ligið leingi í køliskápinum, kann hava mist ein part av vitaminunum. Fryst er bæði bíligt, lætt og sunt.

Lat okkum velja matgleði framum forboð 🙌🏻🍎🧀👌🏻

Hevur tú hoyrt onkrar av hesum mytunum nýliga?

SEMJA UM FELAGS LØNARKARM: 12 FAKFELØG VIÐ Í AVTALUNIÍ dag undirskrivaðu 12 fakfeløg avtalu við Fíggjarmálaráðið um fela...
05/02/2026

SEMJA UM FELAGS LØNARKARM: 12 FAKFELØG VIÐ Í AVTALUNI

Í dag undirskrivaðu 12 fakfeløg avtalu við Fíggjarmálaráðið um felags lønarkarm. Partarnir eru samdir um, at lønarkarmurin fyri tíðarskeiðið 1. oktober 2025 til 30. september 2026 er 3,87%.
Hetta er fyrstu ferð, at hesin felags leisturin er nýttur.

Í oktober 2025 varð arbeiðsbólkur settur við endamálinum at áseta ein felags lønarkarm.

Ein samdur arbeiðsbólkur mælti til, at grundarlagið fyri lønarkarminum er miðal produktivitetsvøksturin undanfarnu 5 árini og miðal prísvøkstur 3 ár aftur. Eisini mælti bólkurin til tillagingar í mun til lønarvøksturin á privata arbeiðsmarknaðinum, fyri at taka hædd fyri útboð og eftirspurningi á arbeiðsmarknaðinum.

Partarnir eru samdir um at tillaga karmin árliga við at knýta lønarvøksturin eftir hesi avtalu til lønarkarmin á privata arbeiðsmarknaðinum. Karmurin fyri 1. oktober 2026 til 30. september 2027 verður ásettur fyrst í oktober 2026, tá nýggjastu tølini eru tøk.

Endamálið við avtaluni er at røkka einum støðugum og burðardyggum lønarvøkstri.

Hesi fakfeløgini eru við í avtaluni um felags lønarkarm:
· Starvsfelagið
· Akademikarafelag Føroya
· Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya
· Yrkisfelagið Miðnám
· Farmakonomar
· Kost- og Føðslufelagið
· Hjálparlæknaráð Føroya (Yngri læknar)
· Heilsurøktarafelagið
· Føroyskir Fysioterapeutar
· Føroya Tekniska Lærarafelag
· Ljósmøðrafelag Føroya
· Pharma Danmark

Adresse

J. Paturssonargøta 24
Tórshavn
100

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når Kost og Føðslufelagið sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Del