Tórshavnar Kvøldskúli

Tórshavnar Kvøldskúli Havnin: Er livandi, kveikjandi og skapandi - Skúlin er ein kommunalur og mentanarligur amboðskassi. Vandi fyri mentanarstýring.

Málsetningur kvøldskúlans
Havnin: Er livandi, kveikjandi og skapandi
Skúlin er ein kommunalur og mentanarligur amboðskassi
Hann er:
- Mentanarskapandi - fyri lærd sum leik
- Mentanarberandi - bera mentanina út til fólkið
- Mentanarvarðveitari - lívga um tað skapta, ansa eftir, at tað ikki ferst, men tó laga seg, til verandi samfelagið. Mentanararvur
Mentan er livandi – flytur seg – broytist, men s

kal hava tað gott. Tað má ikki arbeiðast upp á gjøt, miðleyst og uttan nakra samskipan, um so er, kann óbótaligur skaði standast av hesum. Mentan er sálin í samfelagnum

Frítíðin
- at vera menniskja
- at hava møguleikar
- at taka av avbjóðingum og mennast

Skúlin fyri øll!
2. Undirvísingin er býtt í 3 partar:
A. Almenn frítíðarundirvísing - øll yvir 14 ár
B. Serstøk frítíðarundirvísing - øll yvir 14 ár fevnir um: a) Royndarfyrireikandi undirvísing b) Serundirvísing c) Yrkiskenda undirvísing
C. Frítíðarvirksemi - øll børn og ung undir 25 ár

30/04/2026

This is "Føroyski báturin Quicktime H265" by Jogvan Soerin Hansen on Vimeo, the home for high quality videos and the people who love them.

TÓRSHAVNAR KVØLDSKÚLI HJÚKLAR UM FØROYSKT BÁTASMÍÐTórshavnar Kvøldskúli heldur kynstrið og handverkið at smíða føroyska ...
22/04/2026

TÓRSHAVNAR KVØLDSKÚLI HJÚKLAR UM FØROYSKT BÁTASMÍÐ

Tórshavnar Kvøldskúli heldur kynstrið og handverkið at smíða føroyska træbátin í hevd og fer eisini at gera tað frameftir.

Og tað eru allar góðar orsøkir til tess, skal føroyskum bátasmíði verða lív lagað í framtíðini.

Um einki verður gjørt beinanvegin at venda gongdini, er vandi fyri, at vitanin hvørvur og handverkið at smíða føroyska bátin fer fyri bakka og doyr út.

Tað var greiða niðurstøðan á tiltaki í Borg á Glyvrum í gjárkvøldið. Tiltakið varð hildið í sambandi við mentanarvikuna í Runavík.

Seinastu mongu árini eru bátasmiðirnir um landið fækkaðir munandi í tali og harvið eisini nýggju smíðaðu bátarnir. Vinnuliga brúkið er næstan burtur, og eftirspurningurin eftir føroyska træbátinum lítil og at kalla eingin.

Og tað er ein álvarsligur trupulleiki, bæði mentanarliga og vinnuliga, sum má og skal takast í størsta álvara, var breið semja um.

Hvør smíðar framtíðina hjá føroyska bátinum?
Tann spurningurin er átrokandi neyðugur at viðgera og taka upp beinanvegin, hildu tey, sum skiftu orð við pallborðið.

Ein teirra var Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavar Kommunu.

Hon vísti millum annað á týdningin av tí arbeiði, sum Tórshavnar Kvøldskúli hevur lagt fyri dagin, føroyskum bátasmíði at frama.

Eingin ivi er um, heldur borgarstjórin, at Tórshavnar Kvøldskúli eigur sín stóra og týðandi lut í, at bátasmíð framvegis verður hildið í hevd, og týdningurin verður ikki minni í framtíðini.

Tórshavnar Kvøldskúli hevur seinastu 11 árini gingið undan og slóðað fyri við bátasmíði. Hesi árini hava okkurt um 150 næmingar lært at smíða bát á Kvøldskúlanum. Higartil eru fimm bátar, alt fimm-mannafør, smíðaðir, og kjølurin til tann sætta bátin er strektur.

Sambært borgarstjóranum er Tórshavnar Kommuna sinnað at stuðla upp undir og varðveita og menna føroyskt bátasmíð. Fleiri verkætlanir eru í stoypiskeiðini, sigur hon.

Eitt nú stuðlar Tórshavnar Kommunan verkætlanini at gera umhvørvið við neystið hjá Róðrarfelagnum Knørri í Havn til eitt livandi bátaumhvørvið, har eisini nøktandi umstøður og karmar skulu gerast til tess at hýsa bátasmíði hjá Tórshavnar Kvøldskúla í framtíðini.

FILMUR GJØRDUR UM FØROYSKT BÁTASMÍÐ Á KVØLDSKÚLANUMTórshavnar Kvøldskúli heldur aldargomlu siðvenjuna við føroyskum báta...
21/04/2026

FILMUR GJØRDUR UM FØROYSKT BÁTASMÍÐ Á KVØLDSKÚLANUM

Tórshavnar Kvøldskúli heldur aldargomlu siðvenjuna við føroyskum bátasmíði í hevd, og nú er filmur gjørdur um bátasmíðið á Kvøldskúlanum.

Í filminum verður fylgt við gongdini, tá ið næmingar smíða. Prátað verður eisini við undirvísaran, og ein søgufrøðingur sigur frá um týdningin, sum báturin hevur havt í øldir.

Filmurin, sum er beint omanfyri sjey minuttir til longdar, er eisini tøkur á heimasíðu Kvøldskúlans, kvoldskulin.fo.

Tað eru tíggju ár liðini, síðani Tórshavnar Kvøldskúli fór undir regluliga undirvísing í bátasmíði. Øll árini hevur Andrass Joensen, bátasmiður, undirvíst og lagt næmingunum lag á.

Fimm bátar, alt fimm-mannafør, eru smíðaðir hesi árini, og kjølurin til tann sætta bátin er strektur.

Føroyski báturin er ein perla og sermerkt handverk. Hann er á listanum hjá UNESCO um týðandi siðaarv.

Men skal føroyska bátinum verða lív lagað, má hjúklast um handverkið at smíða bát, og tí hevur Tórshavnar Kvøldskúli í fleiri ár stuðlað upp undir og lagt nógv fyri til tess at varðveita og menna førleikarnar innan føroyskt bátasmíð.

Filmurin sæst við at trýsta á leinkjuna.

This is "Føroyski báturin Quicktime H265" by Jogvan Soerin Hansen on Vimeo, the home for high quality videos and the people who love them.

Enn eru pláss eftir til skeið 0410 'Koyrikort til lítil prutl (30 km/t)' sum byrjar mánadagin 13. apríl 2026 kl. 16:00.M...
07/04/2026

Enn eru pláss eftir til skeið 0410 'Koyrikort til lítil prutl (30 km/t)' sum byrjar mánadagin 13. apríl 2026 kl. 16:00.
Melda til á kvoldskulin.fo
https://www.kvoldskulin.fo/fo/skeid/0410

Hava onnur enn borgarar í Tórshavnar kommunu møguleika at luttaka í skeiðum í Kvøldskúlanum?Øll í Føroyum kunnu melda seg til stakgreinalestur á miðnámsstigi, 9. og 10. flokk og føroyskt sum annaðmál, ið hava fastan bústað í Føroyum. Til øll hini skeiðini hava borgarar í Tó...

MYNDARØÐ: FRAMSÝNING Í HAVN - SANGUR OG TÓNLEIKUR
23/03/2026

MYNDARØÐ: FRAMSÝNING Í HAVN - SANGUR OG TÓNLEIKUR

MYNDARØÐ: FRAMSÝNING Í HAVN - FØROYSK KLÆÐI - SEYMING, BRODERING OG ANNAÐ
23/03/2026

MYNDARØÐ: FRAMSÝNING Í HAVN - FØROYSK KLÆÐI - SEYMING, BRODERING OG ANNAÐ

MYNDARØÐ: FRAMSÝNING Í HAVN - BLANDAÐ - SEYMING, BINDING OG BRODERING
23/03/2026

MYNDARØÐ: FRAMSÝNING Í HAVN - BLANDAÐ - SEYMING, BINDING OG BRODERING

MYNDARØÐ: FRAMSÝNING Í HAVN - SMÚKKUR - SILVUR, STEIN, HORN OG BEIN
23/03/2026

MYNDARØÐ: FRAMSÝNING Í HAVN - SMÚKKUR - SILVUR, STEIN, HORN OG BEIN

MYNDARØÐ: FRAMSÝNING Í HAVN - VEVING
23/03/2026

MYNDARØÐ: FRAMSÝNING Í HAVN - VEVING

Adresse

J. H. Schrøtersgøta 1
Tórshavn
100

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når Tórshavnar Kvøldskúli sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Kontakt Organisationen

Send en besked til Tórshavnar Kvøldskúli:

Del