Etiska ráðið

Etiska ráðið Etiska ráðið hevur níggju limir, ið verða settir fyri fýra ár í senn. Fakligur skrivari starvast á skrivstovuni.

Upptøkurnar frá ráðstevnuni um virkna deyðshjálp eru nú klárar, og kunnu síggjast her:
01/05/2026

Upptøkurnar frá ráðstevnuni um virkna deyðshjálp eru nú klárar, og kunnu síggjast her:

Etiska ráðið, Sjúkrarøktaretiska ráðið, og Siðfrøðinevndin hjá felagnum Føroyskir Sálarfrøðingar skipaðu í felag fyri almennari ráðstevnu í Løkshøll hin 22. ...

Virkin deyðshjálp var umrødd í Breddanum í gjár, saman við ráðstevnuni, sum Etiska ráðið, Sjúkrarøktaretiska Ráðið og Si...
24/04/2026

Virkin deyðshjálp var umrødd í Breddanum í gjár, saman við ráðstevnuni, sum Etiska ráðið, Sjúkrarøktaretiska Ráðið og Siðfrøðinevndin hjá Føroyskum sálarfrøðingum skipaðu fyri farna mikudag.

Gestir í sendingini eru Bergur Debes Joensen, formaður í Etiska ráðnum, Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsumálum og Jákup N. Olsen, formaður í Sjúklingaráðnum.

Í Breddanum í dag seta vit sjóneykuna á eitt av truplastu málunum í okkara tíð

Í morgin kl. 9.00 - 15.00 verður ráðstevna um virkna deyðshjálp hildin í Løkshøll. Hóast freistin fyri tilmelding til áb...
21/04/2026

Í morgin kl. 9.00 - 15.00 verður ráðstevna um virkna deyðshjálp hildin í Løkshøll.

Hóast freistin fyri tilmelding til ábit er farin, krevur sjálv luttøka á ráðstevnuni onga tilmelding. Øll eru vælkomin.

Um ikki ber til at koma, kann ráðstevnan stroymast beinleiðis her: https://www.youtube.com/live/AgQKHAdMpt0

Upptøkur frá ráðstevnuni vera lagdar út á heimasíðuna hjá Etiska ráðnum seinni.

Virkin deyðshjálp í Føroyum?

Virkin deyðshjálp var umrøtt í sendingini "Vikan" fyrrapartin. Gestir vóru Arni Zachariassen og Katrin Kallsberg, bæði l...
18/04/2026

Virkin deyðshjálp var umrøtt í sendingini "Vikan" fyrrapartin. Gestir vóru Arni Zachariassen og Katrin Kallsberg, bæði limir í Etiska ráðnum, saman við Georg L. Petersen.

Vikugestur, vikuspei og Dagføroyingar

PODDVARPSRØÐÍ samstarvi við NÁM, hevur Etiska ráðið framleitt eina poddvarpsrøð í fyribils seks pørtum, har Jógvan D. Ha...
30/03/2026

PODDVARPSRØÐ

Í samstarvi við NÁM, hevur Etiska ráðið framleitt eina poddvarpsrøð í fyribils seks pørtum, har Jógvan D. Hansen og Arni Zachariassen, báðir limir í Etiska ráðnum, skifta orð um etikk. Poddarnir eru í miðal 14 minuttir til longdar, og eru serliga ætlaðir miðnámsskúlanæmingum.

Partarnir snúgva seg um:

1. Pliktetikk
2. Konsekvensetikk
3. Dygdaretikk
4. Vitlíki
5. Umhvørvið
6. Kynsskifti

Allir partarnir kunnu síggjast her:

Share your videos with friends, family, and the world

Fult hús var í KFUK til etisku kvøldsetuna týskvøldið. Takk til øll, sum komu at lurta eftir Lars Fr. H. Svendsen tosa u...
06/02/2026

Fult hús var í KFUK til etisku kvøldsetuna týskvøldið. Takk til øll, sum komu at lurta eftir Lars Fr. H. Svendsen tosa um býttleika og idioti.

Fyrilesturin varð upptikin, og kann hoyrast her:

Fyrsta týsdag í hvørjum mánaði í vetrarhálvuni 2025-2026 bjóðar Etiska ráðið til etiska kvøldsetu í KFUK-húsinum. Týskvøldið 3. februar kl. 19 fingu vit vitj...

Etiska ráðið hugleiðir um etiskar tvístøður í uppskotinum um nýggja fosturtøkulóg á in.fo í dag.https://in.fo/news-detai...
11/11/2025

Etiska ráðið hugleiðir um etiskar tvístøður í uppskotinum um nýggja fosturtøkulóg á in.fo í dag.

https://in.fo/news-detail/etiskar-tvistoedur-i-fosturtoeku-eftir-12-viku

Í uppskotinum til nýggja fosturtøkulóg, sum er til viðgerðar í løtuni, verður markið fyri fríari fosturtøku sett við endanum av 12. viku í viðgongutíðini. Grundgevingarnar fyri at loyva fríari fosturtøku – t.e. at loyva einari fosturtøku uttan at krevja nakra grundgeving fyri h...

Upptøkurnar frá ráðstevnuni 8. septembur um raðfestingar í almennum heilsutilboðum eru nú klárar, og kunnu síggjast her:
10/10/2025

Upptøkurnar frá ráðstevnuni 8. septembur um raðfestingar í almennum heilsutilboðum eru nú klárar, og kunnu síggjast her:

Raðfestingar í almennum heilsutilboðum 10 okt 2025 | Tiltøk 8. septembur 2025 varð almenn ráðstevna hildin í Norðurlandahúsinum við heitinum “Raðfestingar í almennum heilsutilboðum: Hvat er rætt og rættvíst at gera?”. Ráðstevnan hevði til endamáls at birta í kjak um raðfes...

03/10/2025

ETISKAR KVØLDSETUR

Fyrsta týsdag í hvørjum mánaði í vetrarhálvuni bjóðar Etiska ráðið til etiska kvøldsetu kl. 19 í KFUK-húsinum í Havn. Hvørt kvøld fara ein ella fleiri gestir at greiða frá onkrum etiskt viðkomandi evni.

Skrá fyri veturin:

7. oktobur: Demokrati
4. novembur: Polarisering
2. desembur: Breitt samtykki í heilsugransking
6. januar: Berarakanningar
3. februar: Dumhet, idioti og dumme idioter
3. mars: Sosialur ójavni í heilsu

Lýst verður við hvørjum einstøkum tiltaki so hvørt.

Ráðstevnan um raðfesting í almennum heilsutilboðum, sum var hildin í Norðurlandahúsinum seinasta mánadag, var umrødd í B...
15/09/2025

Ráðstevnan um raðfesting í almennum heilsutilboðum, sum var hildin í Norðurlandahúsinum seinasta mánadag, var umrødd í Breddanum í farnu viku. Prátað var m.a. við Kjeld Møller Pedersen, heilsubúskaparfrøðing, Jógvan D. Hansen, lærara í heimspeki og lim í Etiska ráðnum, og Janu Mortensen, forkvinnu í sjúkrarøktaretiska ráðnum, sum øll luttóku í ráðstevnuni.

Etiska ráðið vil takka øllum teimum mongu sum møttu á degnum. Ein serlig tøkk til Sjúkrarøktaetiska ráðið og Siðfrøðinevndina hjá felagnum Føroyskir Sálarfrøðingar fyri gott samstarv.

Raðfesting i heilsuverkinum eigur at vera gjøgnumskygd og uttan politiska uppíblanding

Adresse

Varðagøta 9
Tórshavn
FO-100

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når Etiska ráðið sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Kontakt Organisationen

Send en besked til Etiska ráðið:

Del