21/04/2026
Í fyrru viku skipaði økisbólkurin í Suðuroy fyri einum stuttligum Ung og lívið-tiltaki fyri øllum 7. flokkum í Sumbiar-, Porkeris-, Vágs-, Hvalbiar- og Tvøroyrar skúla.
Dentur var lagdur á samanhald og sjálvsvirðing, og at fyribyrgja rák sum nikotin/snús. Dagurin byrjaði við, at næmingarnir møttust í SALT at kvøða og dansa. Síðani varð skipað fyri ymiskum verkstovum:
- Ungdómshúsini spældu ymisk bólta- og koppaspøl, ið styrkja samstarv og samanhald.
- Føroya Politi helt kunnandi framløgu.
- Tvøroyrar- og Sumbiar skúli spældu ymisk stuttlig spøl.
- Barnaverndartænastan legði fram um, hvørji tey eru og hvussu tey kunnu hjálpa.
- Porkeris- og Hvalbiar skúli høvdu spurnakapping.
Aftaná verkstovurnar fingu tey ungu undirvísing frá Gigna um at hava tað gott í egnum kroppi.
Niðanfyri síggjast nakrar løtumyndir frá degnum.
Hvat er Ung og lívið-tiltakið?
Ung og lívið er eitt spennandi og uppbyggjandi tiltak fyri næmingar í 7. flokki, ið SSP-økisbólkar skipa fyri. Tiltakið er ætlað at gera næmingar tilvitaðir um, hvussu eitt gott ungdómslív kann vera uttan rús og við at taka góðar avgerðir fyri seg sjálvan og felagsskapin. Tað skal byrgja fyri, at ung ikki koma í vandastøður orsaka av rúsdrekka og nikotin, og hjálpa teimum at taka avgerðir, ið geva lívsgleði og innihald.
Til ber at lesa meira um tiltakið á heimasíðu okkara: https://ssp.fo/goda-ungdomslivid/ung-og-livid-tiltakid-eitt-tiltak-id-studlar-undir-tad-goda-ungdomslivid/
Tvøroyrar Kommuna, Vágs kommuna, Hovs kommuna, Hvalbiar kommuna, Sumbiar kommuna, Porkeris kommuna, Fámjins kommuna, Hvalbiar skúli, Vágs skúli, Porkeris skúli, Tvøroyrar skúli, Sumbiar skúli, Pakkhús Tvøroyri, ungdómshúsið í Vági, Føroya Politi, Gigni.