19/09/2025
Blásturonglar og mønustingarar til Kollafjarðar
Tá ið grindaboð verða givin í Tórshavnar Kommunu, so er talan um Sandagerð í Havn ella Inni í Firði í Kollafirði. Okkara uppgáva er at skipað og samskipað alla útgerð á staði, taka innaftur, reinsa, turka og gera klárt til næstu ferð.
Eftir ynskir í nógv ár, bleiv Kollafjørður útnevnt sum fyribils hvalvág í 2015. 5 grindaformenn eru í Kollafirði. Hetta tíðarskeið hava verði tríggjar grindir. Tvær hildnar til og ein ið ikki fekst at gera landgongd og endaði við at verða slept.
Tá ið talan hevur verði um grind í grannabygdunum og kollfirðingar hava fingið boði heimapartar, hevur hendan skipanin virkað so væl, at tað eru somu fólk ið hava tikið sær av, at avgreiða alt hetta.
Tíverri hava kollfirðingar ikki havt egnan reiðskap í samband við grindadrápið. Í hesum tíðarskeiði, tá grind hevur verði í Kollafirði hevur loysnin verði at flyta onglar og stingarar úr Havn til Kollafjarðar. Hetta tekur ikki langa tíð, men nóg leingi til at kunna verða avgerðandi fyri hvussu skjótt og gott eitt dráp er. So tað hevur alla tíðina verði ætlanin at reiðskapur skal liggja í Kollafirði.
Tann 7 mai í ár samtyktið Tilbúgvingarnevndin í Býráðnum at útvegað kollfirðingum 20 blásturonglar og 15 mønustingarar. Blásturonglarnir hava fingið eina dagføring, við at eitt hondtak er sett á sjálvt skaftið, fyri betur at kunna føra niður í blásturlumman og at taka hann úr aftur. So hetta eru spildurnýggir onglar kollfirðingar fáa.
Fyrr í vikuni var reiðskapurin klárur og í dag var formaðurin í tekniskunevnd framvið hjá okkum eftir teimum. Hann helt til at hetta verður gott fyri Kollafjørð sum grindaøkið, tí søgan sigur okkum at tað kann ganga sera skjótt í Kollafirði. Flest grindir hava lagt beinini har um veturin og eru funnar í lýsingini heilt inni við hvalvágna. Grindafólk í Kollafirði eru spent uppá at sleppa at royna útgerðina og at nýggi reiðskapurin verður verðandi í bygdini.
Afturat samtyktini í Tilbúgvingarnevndini, var umbøn um at fáa skipað tær uppgávur ið liggja á Tórshavnar Sløkkilið í samband við grindadráp í Sandagerði eins, tá tað er í Kollafirði. Ynski er um at sløkkiliðsfólk í Kollafirði fáa hesar uppgávur tá ið grind er í Kollafirði. Hetta verður samskipað í næstum.
Ávegis norður til Kollafjarðar legði Bergur Robert Dam Jensen, formaður í tekniskunevnd, leiðina framvið Ráðhúsið á Vaglinum at vísa reiðskapin fram, har myndirnar eru frá.