01/06/2026
Jenis spyr Eyðdis:
Hvørjar ítøkilig átøk, ið tryggja, at húski við lágum inntøkum kunnu vera við í orkuskiftinum, hevur samgongan tilreiðar at seta í verk?
--
Spurningar:
1. Hvørjar ítøkilig átøk, ið tryggja, at húski við lágum inntøkum kunnu vera við í orkuskiftinum, hevur samgongan tilreiðar at seta í verk?
2. Nær kunnu hesi húski vænta, at lovaða trygdin og lovaðu átøkini verða framd í verki?
Viðmerkingar:
Í «samgonguskjali samgongunnar» undir orka og umhvørvi lesa vit, at samgonguflokkanir: vilja tryggja, at húski við lágum inntøkum kunnu vera við í orkuskiftinum.
Her er talan um glæsiligar ætlanir og lyfti, ið mong munnu fegnast um og síggja fram til, serliga í teimum krevjandi tíðum, vit methøgum orkuprísunum, vit eru komin í.
Fyri at kveikja kveikja undir vónina og vekja enn størri áhuga fyri orkuskiftum verður hesin fyrispurningur settur.
Á Løgtingi, 31.05.2026
Jenis av Rana