Barnaverkætlanin

Barnaverkætlanin Barnaverkætlanin skal vera ein kveikjari til nýskapan og endurnýggjan á barna- og ungdómsøkinum. Ein týðandi partur verður at menna pilotar, t.v.s.

smærri verkætlanir, sum verða sniðgivnar, skipaðar, settar í verk og royndar og síðani eftirmettar.

Góðu børn og ung,Vit í Barnaverkætlanini gleðast um, at Barnalógin nú er komin við í samgonguskjalið.Tað merkir, at arbe...
09/04/2026

Góðu børn og ung,

Vit í Barnaverkætlanini gleðast um, at Barnalógin nú er komin við í samgonguskjalið.
Tað merkir, at arbeiðið at styrkja rættindini hjá børnum og ungum og at skapa góðar karmar fyri eitt trygt og gott lív heldur fram.

Myndirnar eru frá Barnaráðstevnunum á várið 2025, har tit, børn og ung, vístu okkum, hvat hevur týdning fyri eitt gott barna- og ungdómslív – og júst hetta síggja vit fram til at samstarva við nýggja landsstýrið um!

Børn og ung í Føroyum skulu fáa bestu møguleikar at trívast og mennast.

Vinarliga
Barnaverkætlanin
Lesið meira á www.bav.fo

Spennandi👏🏻
19/01/2026

Spennandi👏🏻

Uppskot til Barnalóg til hoyringar

Barna- og útbúgvingarmálaráðið hevur sent uppskot til nýggja Barnalóg til almenna hoyring.

Endamálið við lógini er at tryggja betri samanhang og samstarv í tænastum til børn og familjur, serliga í teimum førum, har avbjóðingar eru samansettar og fevna um fleiri øki. Við Barnalógini verður dentur lagdur á, at børn og familjur skulu uppliva eina greiðari og meira samanhangandi hjálp, og at fakfólk og myndugleikar arbeiða betur saman tvørtur um geirar.

Lógin leggur dent á at fyribyrgja og at íverkseta átøk tíðliga umframt betri samskipan, uttan at taka ábyrgd frá teimum myndugleikum, sum longu hava lógarbundnar uppgávur á barna- og ungdómsøkinum frammanundan.

Ein týðandi partur av uppskotinum er at skipa eina Barna- og familjueind, sum skal virka samskipandi og stuðlandi á skipanarligum stigi. Endamálið er ikki at skapa ein nýggjan yvirstovn, men at styrkja samstarv, arbeiðshættir og samanhang millum verandi skipanir. Uppskotið leggur harumframt upp til eina stigvísa verkseting, so skipanin verður bygd upp í samstarvi við kommunur og viðkomandi geirar.

Hoyringarfreistin er sett til 4. februar, og allir áhugaðir partar – kommunur, stovnar, fakfeløg, felagsskapir og borgarar – eru bodnir at senda inn viðmerkingar.

Í sambandi við hoyringina verður eisini skipað fyri hoyringarfundi, har høvi verður at fáa nærri kunning um uppskotið og koma við viðmerkingum og spurningum.

Uppskotið til Barnalógina kann lesast her: https://www.bumr.fo/fo/kunning/uppskot-til-ummaelis/uppskot-til-ll-um-samstarv-og-samskipan-av-taenastum-til-boern-og-ung-barnalogin-til-hoyringar

Barnalóg og hoyringÍ 2025 varð eitt stórt arbeiði gjørt fyri, at savna data frá børnum og ungum, um tað góða barna og un...
07/01/2026

Barnalóg og hoyring

Í 2025 varð eitt stórt arbeiði gjørt fyri, at savna data frá børnum og ungum, um tað góða barna og ungdómslívið, sum er partur av grundarlagnum undir tí fyrstu føroysku barnalógini.

Her kanst tú lesa frágreiðingina um úrslitini frá tí arbeiðinum, í ymiskum formatum:

Frágreiðingin “Har børn og ung trívast – røddir, vónir og visjónir.” Í 2025 varð eitt stórt arbeiði gjørt fyri, at savna data frá børnum og ungum, um tað góða barna og ungdómslívið, sum bleiv partur av grundarlagnum undir tí fyrstu føroysku barnalógini. Les meira um tilg...

29/11/2025

Í ÚF beint nú, citat frá vinkonu, ið lýsur Hedvig Johansdóttir, aðalskrivari í Barnabata “Fyri Hedvig handlar leiðsla um at hjálpa øðrum at eydnast” Einkult, savnandi og kraftmikið🙏💪

29/11/2025

Í sendingini “Vikan” hjá Inga Rasmussen í KvF í morgun luttaka Synnøve av Rana, samskipari í Barnaverkætlanini, Magnus Tausen úr Undirvísingarstýrinum og Tóra Petersen, stjóri á Sernámi.

Tosa verður um hvussu børn í Føroyum hava tað, við útgangsstøði í Barnaverkætlanini. Hetta verður millum kl. 11.00 - 12.00. Sendingin byrjar annars kl. 10.05 og nú prátar Ingi við Hedvig úr Barnabata, so fínt❤️

Sera væl orðaða røðan hjá Gunn Hernes, stjóra í Norðurlandahúsinum, ísambandi við, at børn handaðu síni hoyringarsvar ti...
26/11/2025

Sera væl orðaða røðan hjá Gunn Hernes, stjóra í Norðurlandahúsinum, ísambandi við, at børn handaðu síni hoyringarsvar til komandi barnalógina.👏🏼

Røðan varð hildin á altjóða barnarættindadegnum 20. november 2025.

Kjære alle sammen,
Det er med stolthet og glede at vi i Nordens Hus har fått være med på denne historiske reisen mot en egen barnelov på Færøyene. En lov som ikke bare handler om barn, men som er blitt til med barn.
Dette er demokrati i praksis. Barna har blitt hørt. Dere har delt tanker, behov og håp. Og vi har brukt nye verktøy, som kunstig intelligens, for å samle og løfte frem deres stemmer.

Det har den siste perioden vært høringsrunder på skolene, som er helt unik i sitt slag – jeg vil våge tro at dette er unikt på verdensbasis! Så jeg erklærer herved Færøyene i å være verdensmester i å lage barnelov!

Det har vært en helt spesiell prosess og en tilnærming hvor barn og unges stemme har stått i sentrum, og dette vil jeg løfte frem som et forbilde i nordisk sammenheng. Vi håper at det vi har gjort sammen her på Færøyene, kan være med å inspirere andre.

Vi har et felles nordisk mål: å sikre at barn og unge har trygge oppvekstsvilkår, reell medvirkning og mulighet til å forme sin egen fremtid. Det handler om lovgivning, men også om kultur, holdninger og samarbeid. Det vi ser her i dag, er et lysende eksempel på hvordan vi kan gjøre dette i praksis.

Til dere unge: Takk for at dere deltar, bruker stemmen deres, og minner oss voksne om at ingenting skal bestemmes om dere, uten dere.

Til dere voksne, lærere, pedagoger og særlig takk til dere i Barnaverkætlanina og BUMR: Jeg vil også rette en stor takk til dere. Dere har ikke bare gitt barna plass, dere har lagt til rette for en arbeidsmetode som sikrer at alle barn blir hørt. Dere kunne valgt en enklere vei, men dere valgte å bruke tid, krefter og kompetanse på å samle inn stemmer, analysere innspill og til og med ta i bruk nye verktøy som kunstig intelligens for å gjøre prosessen grundig og effektiv. Det krever mot og engasjement å stå i en slik prosess, og det fortjener en klapp på skulderen. Takk for at dere har vist at demokrati og medvirkning ikke bare er ord, men handling.
Tusen takk.

Børn hoyrd um barnalóginaFyri fyrstu ferð eru børn nú hoyrd í sambandi við lógarsmíð í Føroyum. Tað er barnalógin, sum v...
19/11/2025

Børn hoyrd um barnalógina

Fyri fyrstu ferð eru børn nú hoyrd í sambandi við lógarsmíð í Føroyum. Tað er barnalógin, sum verður smíðað. Henda lógin skal tryggja rættindi hjá øllum børnum og ungum, soleiðis at aðrar lógir, sum viðvíkja børnum og ungum, hanga betur saman.

Næmingaráðini hava seinastu vikurnar havt møguleika fyri at siga sína meining um nýggju barnalógina. Á altjóða barnarættindadegnum, hósdagin 20. november, verða hoyringarsvarini handað Barna- og útbúgvingarmálaráðnum, har sitandi landsstýrismaður, Djóni Nolsøe Joensen, og komandi landsstýriskvinna, Súsanna Bertholdsen, taka ímóti.

Arbeitt verður í løtuni við sjálvum lógaruppskotinum, og henda hoyringin er ein undanhoyring til júst børn og ung fyri at tryggja, at lógin rakar so beint á sum gjørligt, grundað á tað, sum børn og ung hava ført fram um innihaldið í barnalógini.

Tá ið lógin er klár, verður hon send til almenna hoyring, har børn, ung og øll vit onnur sjálvandi fáa høvi at gera møguligar viðmerkingar.

Barnalógin er ein grundarsteinur undir tí framhaldandi arbeiðinum, sum Barnaverkætlanin hevur sett í gongd.

Til ber at fylgja við, tá hoyringarsvarini verða handað. Tiltakið byrjar kl.9.30.

Stroymingin sæst her: https://www.youtube.com/watch?v=xeTkrTRYHQw&embeds_referring_euri=https%3A%2F%2Fwww.bumr.fo%2F&source_ve_path=MjM4NTE

19/11/2025

Hósdagin 20. november verða hoyringarsvarini handað landsstýrinum.

Men hvat er ein hoyring? sí filmsbrot her:

13/11/2025

Framhaldandi góð ferð á hesum týðandi arbeiði fyri øll børn og ung í Føroyum❤️

Tað góða barna- og ungdómsfría lívið uttan nikotin⭐️
28/10/2025

Tað góða barna- og ungdómsfría lívið uttan nikotin⭐️

Ein góður møguleiki at fáa kveikjan og innlit uttanífrá, umframt viðkomandi føroyska gransking - sera gott tiltak!
07/10/2025

Ein góður møguleiki at fáa kveikjan og innlit uttanífrá, umframt viðkomandi føroyska gransking - sera gott tiltak!

Kom við til SSP Kveikingardagin 2026

Atgongumerkini fáast frá 1/10 kl.18:00 á atgongumerki.fo

Kom við 🤩

.fo

Adresse

J. H. Schrøtersgøta 7
Tórshavn
100

Internet side

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når Barnaverkætlanin sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Del