Umhvørvisvikan

Umhvørvisvikan Á hesari síðuni kanst tú lesa um ársins umhvørvisevni hjá Tórshavnar kommunu og taka skránna niður.

Tórshavnar kommuna leggur við umhvørvisvikuni dent á umhvørvi og heilsu hjá tí einstaka borgaranum og kommununi sum heild. Sjónarmiðið hjá kommununi er, at vit skulu lata næsta ættarliði umhvørvið í sama standi, sum vit fingu tað. Tí skipar Tórshavnar kommuna á hvørjum ári í viku 19 fyri heilsu- og umhvørvisviku.

Í Tórshavnar kommunu verður stórur dentur lagdur á og nógv orka løgd í at hava eina

reina og vakra kommunu. Til at røkka hesum máli halda vit, at tað hevur alstóran týdning, at børn og ung so tíðliga sum gjørligt verða gjørd varug við og tilvitað um at hava umsorgan fyri náttúru og umhvørvi, og hvussu umráðandi tað er at fara væl um náttúruna.

🥳📸Hepnu vinnararnir av ruddingardøgunum eru funnir📸🥳Tórshavnar kommuna takkar øllum, sum hava luttikið í ruddingardøgunu...
28/05/2025

🥳📸Hepnu vinnararnir av ruddingardøgunum eru funnir📸🥳

Tórshavnar kommuna takkar øllum, sum hava luttikið í ruddingardøgunum í umhvørvisvikuni, og hava sent myndir til lutakastið um tvey gávukort upp á 6000 krónur :)

Heili 77 bólkar vóru meldaðir til ruddingardagarnar, sum taldi 4000 borgarar í kommununi. Samlaða nøgdin av r***ið varð umleið 34 tons😮

🥇Vinnararnir gjørdust🥇
Eigarafelagið Jørunda/Torkilsgøta í Hoyvík og 8. flokkarnir í Eysturskúlanum.

Tórshavnar kommuna ynskir vinnarunum hjartaliga til lukku :D

Kristianna Winther Poulsen, forkvinna í Náttúru- og umhvørvisnevndini, var í Eysturskúlanum og handaði næmingunum kekkin 😃💰

📸FREISTIN ER Í DAG!!! 📸Minst til at senda tína mynd inn frá ruddingardegnum, um tú vilt vera við í kappingini um tvey gá...
14/05/2025

📸FREISTIN ER Í DAG!!! 📸
Minst til at senda tína mynd inn frá ruddingardegnum, um tú vilt vera við í kappingini um tvey gávukort upp á 6000 kr - freistin er nevnliga í dag!

👉Les meira og fá leinkjuna, har tú skalt senda myndina inn, her:

Í ár verða ruddingardagarnir 7. og 10. mai. Freistin at melda til er týsdagin 6. mai.

Hósdagin hevði Breddin í Kringvarpinum burðardygd og sjálvbjargni í føroyskari matvøruframleiðslu sum evni. Sera viðkoma...
10/05/2025

Hósdagin hevði Breddin í Kringvarpinum burðardygd og sjálvbjargni í føroyskari matvøruframleiðslu sum evni. Sera viðkomandi, nú Umhvørvisvikan hevur verið. Eitt nú var fyrilestrahaldarin frá vikuni, Gittemarie Johansen, gestur í Breddanum.
Hoyr alla sendingina her:

Føroyar skulu í mest møguligan mun gerast sjálvbjargnar við burðardyggum og heilsugóðum vørum, sigur landsstýrið

Bæði sunnudagin og fríggjadagin bar til at royna at súkkla á el-súkklu kring Havnina við starvsfólkum frá Rent a Bike & ...
10/05/2025

Bæði sunnudagin og fríggjadagin bar til at royna at súkkla á el-súkklu kring Havnina við starvsfólkum frá Rent a Bike & Outdoor 🚴 Steðgað var við fleiri perlur í Havn 🤩

Lurta eftir samrøðuni, sum Kringvarpið gjørdi við Tjóðhild Patursson, móttakara av Grønu virðislønini hjá Tórshavnar kom...
10/05/2025

Lurta eftir samrøðuni, sum Kringvarpið gjørdi við Tjóðhild Patursson, móttakara av Grønu virðislønini hjá Tórshavnar kommuna her:

Vit eru ov bundin av innflutningi av rávørum, sigur Tjóðhild Patursson, sum stendur á odda fyri Ástaklokkuni og Titu

Her er yvirlitið yvir plantupakkarnar til borgararnar, sum búgva í Kollafirði, Kaldbak, Hvítanesi, Velbastað, Kirkjubø, ...
10/05/2025

Her er yvirlitið yvir plantupakkarnar til borgararnar, sum búgva í Kollafirði, Kaldbak, Hvítanesi, Velbastað, Kirkjubø, Nólsoy og Hesti 🪴

Nógv fólk vóru samlaði til Grøna kvøldi í Kaldbakshøllini hóskvøldið, har umhvørvið var á breddanum. Nógv spennandi inns...
10/05/2025

Nógv fólk vóru samlaði til Grøna kvøldi í Kaldbakshøllini hóskvøldið, har umhvørvið var á breddanum. Nógv spennandi innsløg vóru, sum bæði vóru kunnandi og lærurík.
Kristianna W. Poulsen legði fram úrslitini frá borgarafundinum um umhvørvispolitikkin hjá Tórshavnar Kommunu, Gittemarie Johansen greiddi frá Greenwashing og Guðrið Hansdóttir og Heiðrik framførdu. Eisini fingu fólk leskiligan mat, sum var framleiddur úr staðbundnum ráðvørum.

Eisini bleiv avdúkað, hvør fekk umhvørvisstuðulin og Grønu virðislønina frá Tórshavnar Kommunu og Grønu gávuna frá Etika.
Fleiri spennandi umsóknir komu inn og 7 verkætlanir fingu stuðul. Tey sum fingu stuðul vóru hesi, og tey fingu áljóðandi upphæddir:

Inspiratiónsgarður við vakstrartunli, Norðurlandahúsið – 10.000 kr.
Lánitrillibørur í Nólsoy – 20.000 kr.
Ednulundin, Fríøkið norðuri í Stong, Nólsoy – 25.000 kr.
Vakstrarhús, Serbreytin á Glasi – 40.000 kr.
Vakstrartunnil, Felagsveltan á Velbastað – 40.000 kr.
Fríøkið við Krossá, Kaldbak – 40.000 kr.
Umhvørvisstøð til túnabúgvar, Grannalagið í Krossgøtu – 150.000 kr.

Tá virðislønirnar vóru handaðar, var tíðin komin til Grønu virðislønina frá Tórshavnar Kommunu, og Grønu gávuna frá Etika, sum er ein peningalig gáva, sum kemur inn fyri sølu av vatni í matstovunum. Í ár var upphæddin 49.640kr.

Grøna virðislønina frá Tórshavnar Kommunu fór til Tjóðhild Patursson. Grundgevingin var, at hon, við at veita skeið og kunning, undirvísa og reka matstovur, sum leggja dent á lokalar rávørur og laga seg eftir árstíðini, slóðar fyri einum nýggjum hugburði til matgerð og matnýtslu í Føroyum, og gevur íblástur til hvussu tú við góðum mati kanst betra um bæði heilsu og vælveru.

Grøna gávan í ár varð latin verkætlanini NýNý hjá Bláa krossi. NýNý er seymistova, sum seinastu skjótt 6 árini hevur slóðað fyri nýnýtslu av klæðum. Nýnýtsla er tað, sum á enskum eitur upcycling. Umframt at framleiða m.a. barnaklæðir burturúr klæðum, sum verða latin til endurnýtslu, men ikki verða seld, so er NýNý eisini ein verkstaður, har ein og hvør kann koma og seyma sær eitt nýtt plagg úr endunýtslutilfari, ella broyta, bøta og betra eitt gamalt. Og NýNý hevur fólk á staðnum, sum vegleiða og leggja lag á.
NýNý hevur sett gongd á eina móta- ella klædnaringrás í Føroyum, sum minkar um klædnaburturkast og gevur fólki møguleika og førleika til at fáa eitt burðardyggari klædnaskáp.

Eitt gevandi og mennandi kvøld í Kaldbak og verður tað spennandi at fylgja við í ymsu verkætlanunum, og hvussu tey fara at gera sína jaligu ávirkan á umhvørvi í Tórshavnar Kommunu.

Umhvørviskalendarin – saman fáa vit nýggar vanar💚10.mai: Set hitan eina grad niður í øllum húsinum🌡️⬇️
10/05/2025

Umhvørviskalendarin – saman fáa vit nýggar vanar💚
10.mai: Set hitan eina grad niður í øllum húsinum🌡️⬇️

Umhvørviskalendarin – saman fáa vit nýggar vanar💚9. mai: Forða matoyðsli – et restir🍽️
09/05/2025

Umhvørviskalendarin – saman fáa vit nýggar vanar💚
9. mai: Forða matoyðsli – et restir🍽️

🌍 Umhvørvisvikan í fullum blóma! 🌱Og hesa vikuna hava verið nógv spennandi tiltøk:🎬 Filmsfelagið sýndi nýggja filmin "Th...
08/05/2025

🌍 Umhvørvisvikan í fullum blóma! 🌱

Og hesa vikuna hava verið nógv spennandi tiltøk:

🎬 Filmsfelagið sýndi nýggja filmin "The End" hjá Joshua Oppenheimer – ein poetiskur og djúpt nemandi filmur, sum viðgerð okkara manglandi tilbúgving, tá stórar krisur raka – serliga veðurlagskrisur. Kristianna Winther Poulsen innleiddi sýningina.

🔥 Á brennistøðini vóru 5. flokkar á spennandi vitjan – ein lærurík uppliving, har børnini fingu innlit í, hvat hendir við r***i, og hvussu vit kunnu arbeiða fyri einari grønari framtíð.

📚 Á Býarbókasavninum varð latið upp til nýtt Lutasavn. Kom oman og hygg – kanska finnur tú júst tað, tú hevur saknað, ella okkurt nýtt, tú ikki hevur roynt fyrr!

Vit gleða okkum at síggja tykkum til tey komandi tiltøkini! 🌿

Adresse

Tórshavn
100

Internet side

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når Umhvørvisvikan sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Del