07/04/2026
🇫🇴🇫🇴🇫🇴
Tjóðarsemjan 🇫🇴
Í søguligu tjóðarsemjuni eru flokkarnir komnir til eina felags niðurstøðu um, at Føroyar og Danmark skulu skipast sum javnsett lond. Ikki sum nú, har Danmark er yvir og Føroyar eru undir.
Fyri at gera hetta krevst, at Føroyar verða skipaðar sum ein statur ella sum eitt sjálvstøðugt land, sum vit eisini siga.
Somuleiðis inniber tjóðarsemjan, at Føroyar fáa fult ræði á uttanríkispolitikkinum og fáa teir altjóða limaskapir, okkum tørvar. Hetta eru grundsúlurnar í tjóðarsemjuni, sum Fólkaflokkurin, Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi, Framsókn og Miðflokkurin standa saman um og nú eisini Sjálvstýri.
Heimurin er samansettur av sjálvstøðugum londum - statum. Tað eru statir, sum hava ein sess við borðið, har avgerðirnar verða tiknar. Fáa vit ikki ein sess við borðið, fara avgerðir framhaldandi at verða tiknar uttan um okkum á fleiri økjum.
Eg havi mangan í politiska lívinum upplivað kensluna av at vera sett uttanfyri og kensluna av, at vit skulu umboðast antin gjøgnum onnur ella hava fólk við okkum á fundir. Soleiðis ráða vit ikki í egnum landi, lívi og egnum viðurskiftum. Hetta gerst serliga sjónligt í støðum, har Merkið ikki sleppur at veittra frítt millum heimsins fløgg.
Tað snýr seg um, hvør hevur avgerðarrættin yvir Føroyum, og hvør hevur avgerandi orðið okkara vegna. Sjálvsagt vilja vit, at føroyingar ráða í og yvir Føroyum. Hetta er okkara land, og vit røkja best okkara áhugamál sjálvi.
Hví er neyðugt at gerast eitt sjálvstøðugt land, kann onkur kanska spyrja?
Orsøkirnar eru so mangar. Vit hava gjøgnum árini yvirtikið eina røð av málsøkjum og samstundis minkað blokkin. Tað er trupult at gera fleiri yvirtøkur, tí tær flestu, sum eru eftir, eru knýttar at suverenitetinum.
Tað gerst alsamt truplari at agera sum hjáland. Stórveldini ræða og spjaða. Vanligar reglur eru settar til viks, og tosað verður púra opið um at taka onnur lond. Tí man sær eitt virði í teimum fyri seg sjálv og neyvan fyri tey, sum búgva í landinum. Slík stórmál viðgera statir, tí statir verja hvørjar aðrar og tosa so at siga bert við statir. Hjálondini kunnu vera tikin við upp á ráð og hoyrd, men veruliga samráðingin fer fram gjøgnum statin. Tí er tað ein verja í sjálvum sær at vera sjálvstøðugt land. Og sjálvsagt altíð í samstarvi við onnur lond.
Samstarv er ein treyt í heiminum. Tað snýr seg ikki um at vera sjálvstøðugt land og síðan lata seg aftur um seg sjálvt, men um at lata upp fyri samstarvi við heimin. Sum nú er gongur okkara samstarv einans gjøgnum eina kanal í Danmark.
Vit hava ríkar møguleikar og stórt tilfeingi bæði frá náttúrunnar hond og so tað menniskjaliga.
Arbeiðsvirknið er stórt og hugflogið enn størri. Sum ein lutfalsliga lítil marknaður hava vit tørv á góðum handilsavtalum. Eisini har er stórur partur av forðanini, at vit ikki eru sjálvstøðugt land. Vit hava t.d. roynt at fáa limaskap í EFTA, men tað hevur ikki eydnast. Vit síggja eisini, hvussu nógv ár og hvussu stórt arbeiði vit skuldu leggja í bara at fáa loyvi at søkja limaskapin í WTO. Nakað, sum átti at verið so sjálvsagt. Vit brúka nógva tíð og orku upp á forðingar, tí vit eru í ríkisrættarligum bondum.
Hesi ríkisrættarligu bond eru A, C, D, E, F og H samd um at loysa. Tann søguliga løtan er nú. Og nú hava flokkarnir høvi at vísa, at teir standa saman um tjóðarsemjuna, heldur enn at lata sambands- og afturhaldskreftirnar steðga søguligu tjóðarsemjuni.
Tað hevði verið ófyrigeviligt!
Sirið Stenberg
Tjóðveldi