Vit vilja hervið mótmæla ætlanini hjá ABDH um at hækka blokkin

Vit vilja hervið mótmæla ætlanini hjá ABDH um at hækka blokkin Vit vilja hervið mótmæla ætlanini hjá ABDH um at hækka blokkin. Er tað borgarligt at onnur gjalda fyri tín skattalætta? Uttan mun til politiskan lit annars.

Sagt verður at borgarligu flokkarnir vunnu valið og tí er tað nattúrligt at vit fáa eina borgarliga samgongu, men er tað borgarligt at fara til Danmarkar at bidda blokk? Tað var ikki einans teir borgarligu flokkarnir sum vunnu valið, men eisini sjálvstýrisflokkarnir sum vunnu valið, har teri fingu uml. 60 % av atkvøðunum, men hóast hetta so ætla ADH nú at hækka blokkin. Dagin áðrenn valið høvdu te

ir hetta at siga um blokkin: http://www.youtube.com/watch?v=Zkh03HI45m8

Tað er umráðandi at staðfesta at henda síða er til allar føroyingar sum eru ímóti at blokkurin skal hækka.

Á hesari síðu kunnu fólk sum er borgarlig og vinstrahall, religiøs og sekulær v.m. savnast um teirra felags mál at blokkurin ikki skal hækka. Tí hóast vit øll eru so ymiskt so er einasti máti at steðga hesum ørskapi at vit ØLL savnast og standa sum ein persónur tá tað umræður hækkanina av blokkinum. Lati ikki politiskar kílar sum annars skilja okkum skilja okkum í hesum málinum.

Ræðandi tíðindi frá samgongusamráðingunum millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin.Vit trúði hetta var ei...
01/04/2026

Ræðandi tíðindi frá samgongusamráðingunum millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin.

Vit trúði hetta var ein farin tíð og ikki var neyðugt at leggja nakað út um hetta aftur nakrantíð. Tíanverri sær tað út til at henda síða er aktuell aftur. Nú ikki við ABDH, men ABC.

Tað eru ábendingar um at ístaðin fyri at gera ein tjóðarsemju um at skipa Føroyar sum sjálvstøðugt land í ríkjafelagsskapi við Danmark, so ætlar man hinvegin at fara í holt við at hækka ríkisveitingina aftur. Hetta má steðgast í stundini!

https://www.facebook.com/fullveldi/posts/pfbid0VddMtgQ4MWGQSGPE1sWu6uqpChHYWH8hh8ov4cvj5vnj5DgnXL8nKY42dNDX2suGl

Okkara mótmælið hjálpti einki í 2011 tá blokkurin bleiv hækkaður. Sjálvt avgerðin at hækka blokkin kundi tó ikki steðga ...
20/01/2016

Okkara mótmælið hjálpti einki í 2011 tá blokkurin bleiv hækkaður.

Sjálvt avgerðin at hækka blokkin kundi tó ikki steðga føroyinginum í at gerast meira óheftir av blokkinum enn hann var frammanundan.

í dag er blokkurin minni enn 3,8 % av BTÚ meðan hann í 2011 var omanfyri 4,6 % av BTÚ.

Blokkurin komin niður á 3,78 % av føroyska BTÚ

Blokkurin og tær ræðumyndir sum sambandsflokkarnir hava spunnið burturúr honum og hvat fer at henda um hann hvørvur eru so dyggiliga gjørdar til skammar. Ikki í nýggjari tíð hevur blokkurin verið so lítil partur av føroyska búskapinum og hóast hetta eru føroyingar nógv ríkari enn í 1998 tá blokkurin var uppi á 12,41 % av Føroyska BTÚ.

Hóast verandi samgonga ikki ein gongd hevur dirvið til at minka blokkin og undanfarna enntá vaks um blokkin í krónum og oyrum, so eru dagarnar hjá blokkinum taldir.

Sum myndin vísur so er týdningurin av blokkinum í Føroyska búskapinum við at hvørva heilt. í 1998 var blokkurin uppi á 12,41 % av føroyska BTÚ, meðan hann - um framskrivingarnar hjá hagstovuni fara at halda - kemur niður á 3,78 % av BTÚ í ár

Verandi landsstýrið hevur avgjørt at fastfrysta blokkin komandi árini á 642,4 mió kr., og um fastfrystingin av blokkinum heldur áfram komandi árini merkir tað at blokkurin kemur niður á 1 % av BTÚ um 30 ár í 2045.

Bara vi at minka blokkin 50 mió kr. um árið hevði blokkurin komið niður á 1 % av BTÚ longu um 7 ár í 2023.

Blokkurin hevur ikki verið, er ikki og fer heldur ikki framyvir at verða trygdin undir føroysku vælferðini.

Fullveldið er í eygsjón, men vit broyta ikki stórvegis uppá støðuna við at standa á gáttini og hyggja út, um vit ikki eisini taka tey fáu fetini í eftir eru og trýna útum ríkisfelagsskapsdunnuhylin.

Kelda:
BTÚ: 1998-2016 Hagstovan.
BTÚ: 2017 -> BTÚ rokna út við at brúka miðal vøksturin frá 1998 - 2016.

03/08/2015

Nú er skjótt løgtingsval, og gott at vita hvørji tey vóru sum valdu at hækka blokkin og nú brádliga vilja spæla sjálvbjargnisfólk, nú val er í hondum. Vinarliga deili so øll kunnu síggja.

Løgtingssetan 2012 Mál: 72 Viðgerð: 3

07-03-2013 12:03

Forslag til lov om tilskud til Færøernes hjemmestyre for 2013 - Voting results

Present 29
Total JA 22
Total NEI 7
Total BLANK 0

JA: 22
1. Jógvan á Lakjuni
2. Jóna Mariusardóttir Mortensen
3. Helgi Abrahamsen
4. Alfred Olsen
5. Reimund Langgaard
6. Rósa Samuelsen
7. Bárður Nielsen
8. Eivin Jacobsen
9. Joen Magnus Rasmussen
10. Hanus Samró
11. Rodmundur Nielsen
12. Bjarni Djurholm
13. Jákup Mikkelsen
14. Kristianna Winther Poulsen
15. Jenis av Rana
16. Bill Justinussen
17. Eyðgunn Samuelsen
18. Henrik Old
19. Gerhard Lognberg
20. Mikkjal Sørensen
21. Aksel V. Johannesen
22. Edva Jacobsen

NEI: 7
1. Poul Michelsen
2. Páll á Reynatúgvu
3. Gunvor B***e
4. Bjørt Samuelsen
5. Kristina Háfoss
6. Høgni Hoydal
7. Janus Rein

BLANK: 0

http://www.logting.fo/casenormal/viewState.gebs?caseState.id=13054&menuChanged=16

03/08/2015

Jóna Mortensen tingkvinna fyri sambandsflokkin deilur út av sínum visiónum fyri Føroyar undir tingviðgerðini av málinum: Uppskot til ríkislógartilmæli um at ...

03/08/2015

My First Project

16/06/2015

Minnist tú enn? Tað sær út til at hann hevur gloymt tað so tit mugu fegin deila hettar á Facebook, so hann sær tað!

Janus Rein, tá Fólkaflokkurin, Sjálvstýrisflokkurin og Miðflokkurin hækkaði blokkin
- "Hvat ger mann ikki fyri vald? Syndarligt at síggja hvussu nógv Fólkaflokkurin, Sjálvstýrisflokkurin og miðflokkurin hava selt sína sál, bara fyri at sleppa upp í part. Eg er væl greiður yvir, at politikkur nú snýr seg um at keypa og selja her og har, fyri at gera tvørpolitiskar semjur, ikki so. Men at hesir flokkar nú agera so nógv beinleiðis ímóti egnari sannføring bara fyri magt átti onkusvegna at givi ekkó í upplandinum. Hvat siga allir fólkafloksveljarnir nú?

Eg eri glaður fyri at vit ikki eru við í hasum svansinum; vónandi minnist veljarin um 4 ár! - Tað ger hann ikki, satsar mann helst uppá í fólkaflokkinum.
Løgtingsval er eitt lottarí, og nú fingu nógir (A, D og H) veljarar NITTE."

Janus rein í dag
- "Ja til yvirtøkulógina men nei til heimildarlógina!"

https://www.facebook.com/janusrein/posts/1595016557452416

Samstundis sum Fólkaflokkurin sjey ferðir í

2006
2009
2010
2011
2012
2014
2015

hevur atkvøtt ímóti at avtaka heimildarlógina

So er skjótt val og nú er at minnast til hvør hækkaði blokkin.
14/06/2015

So er skjótt val og nú er at minnast til hvør hækkaði blokkin.

My First Project

16/03/2015

Kinna Poulsen, røðu til grækarismessuhald í Havn.
- "Onkursvegna er tað sum um, at vit sigla við mentalum hentleikafløggum í hesum árum.
Vit vilja sjálvandi fegin flagga við merkinum, tá Pál kemur á mál. Ella tá aðrir føroyskir úrmælingar skara framúr í altjóða høpi. Men vit taka líka so altrá ímóti danska blokkstuðulinum hvørt tað einasta ár. Samstundis vilja vit virðast sum tjóð, men tá talan er um at taka ímóti flóttafólkum, stendur einki til hjá okkum. Tað mugu danskarar taka sær av..."

Jógvan á Lakjuni, Løgtingsmaður 	Er blokkurin svarið?
02/02/2015

Jógvan á Lakjuni, Løgtingsmaður Er blokkurin svarið?

Tá ið vit nú upp í saman hoyra Sambandsflokkin siga, at vit skulu fara niður til Danmarkar at biðja um meira blokk, so haldi eg ikki, at hetta er rætt at gera.

Adresse

Tinghúsið
Thorshavn
100

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når Vit vilja hervið mótmæla ætlanini hjá ABDH um at hækka blokkin sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Del