23/11/2014
Jólatræið á Tvøroyri verður tendrað kl. 18.00 í kvøld :-) Jólasmátturnar, sum í fjør stóðu niðan fyri Fornminnissavnið, eru í ár komnsar niðan í túni at standa. Veturin 2013 var sera keðiligur við nógvum vindi, men vættrarnar vóna, at veðrið verður frægari komandi vikurnar - kanska tær so fáa ljós og okkurt pynt í húsini :-)
Sjógøta og Tvørávegur eru upplýstar, Jólatræið reist og jólasmátturnar komnar at standa í túninum hjá Fornminnissavninum. Almenna tendringin verður sunnudagin 23. nov. kl.18:00. Sum vant verða bollar og cacao og jólamenn partar av haldinum í miðbýnum.