Tvøroyrar Kommuna

Tvøroyrar Kommuna Kunningarsíða hjá Tvøroyrar Kommunu. Eru spurningar verður víst til fyrisitingina. (Høvuðsmynd: Tvøroyrar kommuna)

Hesin Facebook vangin er eitt ískoyti til heimasíðuna hjá Tvøroyrar Kommunu, og verður nýttur til at kunna um viðurskiftir, ið fara fram í Tvøroyrar kommunu. Boð, uppsløg og viðmerkingar, ið innihalda niðrandi og ósømuligan málburð ella ónærisligar myndir o.a. óhoskandi tilfar verður slettaði uttan ávaring.

SVIMJIHØLLIN STONGD, VEGNA UMVÆLINGARVegna umvælingar, er svimjihøllin í Tvøroyrar skúla fyribils stongd, Lýst verður, t...
30/05/2026

SVIMJIHØLLIN STONGD, VEGNA UMVÆLINGAR

Vegna umvælingar, er svimjihøllin í Tvøroyrar skúla fyribils stongd, Lýst verður, tá opið er aftur.

Umsjónarmaðurin.

LE LYRIAL Á TVØROYRI Í DAGFerðamannaskipið Le Lyrial liggur við Tvørakei í morgun. Umborð eru 175 ferðafólk og manningin...
27/05/2026

LE LYRIAL Á TVØROYRI Í DAG

Ferðamannaskipið Le Lyrial liggur við Tvørakei í morgun. Umborð eru 175 ferðafólk og manningin telur 154.
Skipið legði at kl. 08:00 í morgun og loysir aftur kl. 17:00. Bussar stóðu á havnalagnum og tóku ímóti gestum, ið skuldu ein túr ymsastaðni í oynni og eitt annað ferðalið fór gongutúr við lokalum ferðaleiðara.

Á havnalagnum er frammanundan sera nógv virksemi í løtuni, men væl var sperrað av, soleiðis at ferðafólkini kundu koma trygt til og frá. Hugnaliga Kafé Kgl. Handilin er eisini opin í morgun, í samband við vitjanina.
Le Lyrial fór av bakkastokki í 2015 og hoyrir til reiðaríið Ponant, sama reiðarí, ið rekur Le Bellot, ið vitjaði í síðstu viku. Skipið er 142 metrar langt og kann taka upp til 244 ferðafólk.
Her kann lesast meira um skipið og myndir eru at síggja, av sera snotiligu umstøðunum umborð.

https://en.ponant.com/cruise-ships/le-lyrial

KUNNING FRÁ IRF UM RUSKINNSAVNINGINAHvítusunna: Broytingar í innsavninginiÍ sambandi við hvítusunnu eru broytingar í inn...
22/05/2026

KUNNING FRÁ IRF UM RUSKINNSAVNINGINA

Hvítusunna: Broytingar í innsavningini
Í sambandi við hvítusunnu eru broytingar í innsavningini av húsarhaldsposum. Soleiðis verða húsarhaldsposarnir heintaðir eftir hvítusunnu í hesum økjum:

Í Suðuroy
Vikuna eftir hvítusunnu verða húsarhaldsposarnir í Suðuroy heintaðir dagin eftir vanligu innsavningina.

Tíðindaskriv frá JarðfeingiSuðuroyingar á vitjan í UNESCO-geopark í DanmarkEin føroyskur ferðabólkur hevur í hesum døgum...
21/05/2026

Tíðindaskriv frá Jarðfeingi

Suðuroyingar á vitjan í UNESCO-geopark í Danmark

Ein føroyskur ferðabólkur hevur í hesum døgum vitjað í Geopark Det Sydfynske Øhav í Danmark fyri at fáa íblástur og vitan til arbeiðið við at kanna møguleikarnar fyri at menna eina geopark í Suðuroy.
Í ferðalagnum vóru borgarstjórar úr Suðuroynni umframt umboð fyri SALT, Jarðfeingi, Tjóðsavnið, føroysku UNESCO-nevndina og Visit Faroe Islands. Endamálið við vitjanini er at læra av royndunum hjá einari staðfestari UNESCO Global Geopark og fáa innlit í, hvussu náttúru-, jarðfrøðilig og mentanarlig virði kunnu skipast og mennast í samstarvi við lokalsamfeløg, myndugleikar og vinnulív.
Dagurin byrjaði við vitjan á skrivstovuni hjá Geopark Det Sydfynske Øhav í Svendborg, har luttakararnir fingu kunning um arbeiðið hjá geoparkini. Kewin Friis Kamelarczyk og Søren Lisby, verkætlanarleiðarar, greiddu frá menningini av geoparkini, samstarvinum millum kommunur og lokalar aktørar, og hvussu arbeiðið við UNESCO-støðuni hevur verið skipað.
Síðani gekk leiðin til Egebjerg Mølle, sum er eitt av vitjanarstøðunum hjá geoparkini. Har fingu luttakararnir innlit í, hvussu náttúru- og mentanararvur verður miðlaður til bæði borgarar og vitjandi.
Í Svanninge Bakker møtti føroyski bólkurin Hans Stavnsager, formanninum í stýrinum fyri geoparkina, Heidi Juul Madsen, sum er forkvinna fyri programleiðsluna, og Rasmus Elmquist Casper, Geoparkstjóri. Her varð greitt frá strategiska arbeiðinum handan geoparkina og týdninginum av lokalari undirtøku og samstarvi fyri at skapa eina lívfrøðiliga, mentanarliga og búskaparliga burðardygga menning.
Eftir miðmála varð vitjað á Øhavsmuseet í Faaborg, sum eisini virkar sum vitjanarmiðstøð hjá geoparkini. Her sóu luttakararnir, hvussu søgur um jarðfrøði, landslag, náttúru og menniskju verða savnaðar og miðlaðar á ein livandi og atkomuligan hátt.
Vitjanin í Geopark Det Sydfynske Øhav er ein týðandi partur av arbeiðinum við at kanna møguleikarnar fyri at menna eina geopark í Suðuroy. Geopark-hugsjónin byggir á at sameina verju av náttúru- og mentanarvirðum við útbúgving, gransking og burðardygga menning til gagns fyri lokalsamfeløgini og fyri menningini av eini burðardyggari ferðavinnu í oynni.

21/05/2026

SKRÀIN, SANGHEFTI OG KORT TIL MENTANARNÁTTINA Á TVØROYRI
Í komandi viku er árliga Mentanarnáttin á Tvøroyri aftur á skránni. Hetta tiltak, ið byrjaði uml. 2011, er vaksið ár undan ári og hevur ment seg til at vera størsta, einkultstandandi mentanartiltak í oynni.
Aftur í ár er skráin á tremur við áhugaverdum tiltøkum, bæði til stór og smá, ung og eldri. Tvøroyrar kommuna hevur nógv gott at bjóða uppá og júst henda dag lata sera nógv fólk eina hjálpandi hond, fyri at vísa hetta og skulu tey hava stóra tøkk fyri tað.
Seinastu mongu árini hevur Mentanarnáttin verið avbera væl vitjað og tað er okkara vón, at soleiðis verður tað eisini í ár.
Talgilda skráin er tøk og sæst her https://www.calameo.com/read/005899669f5e35c1e46b8 . Prentaða skráin verður í løtuni prentað og so verður hon borin út til øll húsarhald í Tvøroyrar kommunu, í komandi viku. Harafturat verða nøkur eintøk løgd út kring alla oynna, á viðkomandi støð.

MENTANARTILTØK ÍGJØGNUM VIKUNA
Sum sæst í skránni, so eru eisini tiltøk á skránni tórsdag og leygardag. Yvir tíð er ætlanin leggja fleiri tiltøk afturat, í vikuni har Mentanarnáttin er.

SANGHEFTIÐ sæst her https://www.calameo.com/books/00589966989e072f6b691

MIÐBÝARKORT sæst her https://www.calameo.com/books/00589966923c1a4e3e2ee

Hjartaliga vælkomin á Mentanarnátt á Tvøroyri.

FYRSTA FERÐAMANNASKIPIÐ Í ÁR ÁVEGISFranska marglætisferðamannaskipið le Bellot er í løtuni ávegis til Trongisvágsfjørð. ...
19/05/2026

FYRSTA FERÐAMANNASKIPIÐ Í ÁR ÁVEGIS

Franska marglætisferðamannaskipið le Bellot er í løtuni ávegis til Trongisvágsfjørð. Við skipinum eru 126 ferðafólk og lagt verður at uml. 12:30.
Skipið er bygt í 2020 og hoyrir til reiðaríið Ponant. Le Bellot er 131 metrar langt og manningin telur 110.
Snotiliga le Bellot hevur vitjað á Tvøroyri áður og kemur aftur, eftir ætlan, bæði í 2027 og 2028.
Komandi dagarnir fær Tvøroyri vitjan av enn tveimum ferðamannaskipum, tá Sea Spirit, hjá Poseidon Expeditions og le Lyrial, hjá Ponant, vitja. Hesi koma ávíkavist 24. og 27. mai.

Ferðamannaaskipini eru altíð eitt greitt tekin um, at summarið av álvara nærkast og vit vóna at gestirnir fáa eina góða uppliving, meðan tey vitja í oynni.

Her ber til at síggja myndir innan úr skipinum https://en.ponant.com/cruise-ships/le-bellot

ALMENNUR BÝRÁÐSFUNDUR VERÐUR TÓRSDAGIN 4. JUNI KL. 17.00 Í BÝRÁÐSSALINUM Á TVØRAVEGI 37Til støðutakan46/26 Skúlastýrið -...
16/05/2026

ALMENNUR BÝRÁÐSFUNDUR VERÐUR TÓRSDAGIN 4. JUNI KL. 17.00 Í BÝRÁÐSSALINUM Á TVØRAVEGI 37

Til støðutakan
46/26 Skúlastýrið -árligur fundir við skúlastýrið 2025

47/26 Tvøroyrar skúli -Keyp av teldum 2026 (Cromebook)

48/26 Tvøroyrar Bygda og Sjóvinnusavn -umsókn um stuðul 2026

49/26 Uppskot til at betra um av-/áseting og parkering við skúlan/Mýrifípuna

50/26 Liðugtgerð Tjaldursvegur - Økið rundan um gamla fótbóltsvøllin

51/26 Útskifting gøtuljós vesturi í dalinum - Hvammavegur, við Rangá og í Lambabyrgi

52/26 Bygging sum ikki krevur byggiloyvi -dagføring

53/26 Kunning til borgarar - Áheitan at klippa trø og runnar

54/26 Reglugerð um veitan av stuðul

55/26 Býartorg

NÝTT LÍV Í GOMLU KRAMBÚÐINA HJÁ T.F. THOMSENMánadagin 18. mai kl. 11:00 lata dyrnar upp fyri nýggjari kafé, í gomlu Kram...
15/05/2026

NÝTT LÍV Í GOMLU KRAMBÚÐINA HJÁ T.F. THOMSEN
Mánadagin 18. mai kl. 11:00 lata dyrnar upp fyri nýggjari kafé, í gomlu Krambúðini hjá Thomsen. Søguligu hølini vóru upprunaliga karmur um úthandilin hjá danska einahandilin, síðan handilin og seinni Krambúðin hjá T. F. Thomsen og seinastu árini vóru hølini kend sum ”Pubbin”.
Tað er Ansgar Sørensen, ið hevur tikið stig til at reka kafé og er hann sera spentur upp á at síggja, hvussu móttøkan verður. ”Afturat hesum, so eru vit saman við Tvøroyrar kommunu um eina royndarverkætlan, har tær tænastur, ið Kunningarstovan vanliga hevur tikið sær av, verða staðsettar her á kaféini”, sigur Ansgar.
Tvøroyrar kommuna hevur í hesum sambandi tikið avgerð um at staðseta Kunningarstovuna í Kafé Kgl Handilinum sum eina royndarverkætlan. Kommunan eigur hølini, eftir at býráðið 8. mars 2021 samtykti at keypa ognirnar eftir A/S T. F. Thomsen. Talan er um søguligar og friðaðar bygningar, sum eru ein týðandi partur av samleikanum hjá Tvøroyri, og sum kommunan ynskir at varðveita og nýta til alment gagnligt endamál.
Kommunan hevur keypt útgerð og neyðugt innbúgv til kunningarpartin, soleiðis at hølini kunnu virka bæði sum kafé og sum eitt livandi kunningarstað fyri ferðafólk, vitjandi og borgarar. Ætlanin er, at Kunningarstovan í Kafé Kgl. Handilinum skal røkja tær vanligu kunningartænasturnar, men eisini vera við til at miðla tiltøk, upplivingar og annað virksemi í kommununi.
Hann sigur eisini, at eftir at hava arbeitt í ferðavinnuni síðan 2019, so helt hann at her var stórur tørvur á einari kafé, ið eisini lagaði seg til siglingina hjá Smyrli. Ofta koma fólk til býin áðrenn opið vanliga er á kaféunum og tey fara avstað 1-2 tímar eftir at afturlatið er. Tí er eitt holrúm, ið hann vónar at nýggja kaféin kann fylla út.
”Nú royna vit hetta fram til januar 2027, so eftirmeta vit um tørvurin veruliga var til staðar, ella onkur tillaging skal til”, sigur Ansgar.

ANNA HAMMER SKAL STARVAST KAFÉ KGL. HANDILIN
”Kafé Kgl. Handilin” kemur nýggja kaféin at eita og tað verður Anna Hammer, ið kemur at starvast á kaféini og standa fyri dagligu leiðsluni av henni. Anna er úr Havn, men í næstum flyta hon og maðurin, ið er úr Hvalba, til Hvalbiar saman við synunum, ið eru 7 og 4 ára gamlir.
Anna er útbúgvin innan International Hospitality Management og er hon eisini útbúgvin Service- og Upplivilsisøkonom. Hon er sera spent upp á uppgávuna, og metir at fyritreytirnar eru sera góðar fyri at fáa gjørt nakað munagott á havnarlagnum á Tvøroyri.
”Eg havi ávísar royndir á økinum og tá Ansgar setti seg í samband við meg, so ivaðist eg ikki leingi, tí hetta sá so spennandi út. Eg haldi her er stórt potentiali lokalt og vit fara at leggja okkum eftir, at brúka lokalar veitarar, í so stóran mun sum gjørligt”, sigur Anna. ”Eitt nú verður tað Breyðkassin, ið kemur at veita okkum smyrjibreyð”, legði Anna afturat. Ansgar viðmerkti, at ”tað verður højtbelagt smyrjibreyð, ikki tað, ið vanliga er til keyps”.

FØLA SEG FRAM OG KLÁR AT TILLAGA
Bæði Ansgar og Anna eru á einum máli um, at nú verður byrjað og so sæst hvør tørvurin er á vøruúrvali og upplatingartíðum.
Ansgar sigur, at kaféin hevur fingið fulla løggilding og eisini skeinkiloyvi. Afturat áður nevnda smyrjibreyði og væl smakkandi bakstri frá Breyðkassanum, so fer at bera til at fáa sær ein kaffimunn, vín og øl. Er veðrið til vildar, so verða borð eisini sett upp uttanfyri.
Í kaféini verða m.a. ullavørur, frá Sirri, til keyps, eins og ymisk ferðaminni(souvenirs) við tilknýti til Føroyar, verða á hillunum.
Mánadagin verður, sum áður nevnt, latið upp kl. 11:00 og latið verður aftur kl. 18:00. Soleiðis verður opið frá mánadegi til fríggjadag komandi tíðina, men Ansgar sigur, at tað fer skjótt at verða opið leygar- og sunnudagar eisini.
Tvøroyrar kommuna ynskir Ansgari og Onnu bestu eydnu við nýggju kaféini, við vón um eitt gott samstarv.

Adresse

Tvørávegur 37
Tvøroyri
800

Hvad er åbningstiderne?

Mandag 08:00 - 16:00
Tirsdag 08:00 - 16:00
Onsdag 08:00 - 16:00
Torsdag 08:00 - 16:00
Fredag 08:00 - 15:00

Telefon

611085

Internet side

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når Tvøroyrar Kommuna sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Kontakt Organisationen

Send en besked til Tvøroyrar Kommuna:

Del

Type