Føroya Fjallabjargarafelag

Føroya Fjallabjargarafelag Contact information, map and directions, contact form, opening hours, services, ratings, photos, videos and announcements from Føroya Fjallabjargarafelag, Emergency rescue service, Hjalteyrargata 12, Akureyri.

Fjallabjargarar og tyrla máttu til fyri at bjarga seyði, sum í átta dagar hevði staðið fastur í gleri í brattlendi við E...
19/01/2026

Fjallabjargarar og tyrla máttu til fyri at bjarga seyði, sum í átta dagar hevði staðið fastur í gleri í brattlendi við Eiði

31/07/2025
Fjallabjarging í Mansgjógv í Fuglafirði Í dag vóru fjallabjargarar til arbeiðis í Mansgjógv, millum Blábjørg og Hjarðard...
28/07/2025

Fjallabjarging í Mansgjógv í Fuglafirði

Í dag vóru fjallabjargarar til arbeiðis í Mansgjógv, millum Blábjørg og Hjarðardalstind. Boð vóru komin um eina ær og eitt lamb, sum vóru komin í óføri og høvdu ikki møguleika at koma sær burtur aftur.

Tvey royndir fjallabjargarar og ein, sum er í læru, fóru til gongu úr Fuglafirði kl. 15:24. Við í ferðini vóru eisini røktingarmaðurin og tveir hjálparmenn, sum bóru útgerð.

Aftaná tveir tímar vóru vit klárir at síga niður í gjónna, har seyðurin stóð fastur. Har var alt upp etið, so tað var um at vera síðsta løta at bjarga teimum.

Tveir sigu, meðan ein var tryggjaði uppiá. Røktingarmaðurin var hinumegin gjónna og hjálpti við at eygleiða og geva boð.

Ærin var ørkymlað og royndi at flýggja, men við toli og royndum eydnaðist tað at fáa fatur á lambinum. Tá gekk betur við ærini, hóast hon fleiri ferðir slapp undan. Hon hevði kasta ullina, tí var torført at fáa tak, men tað vit kastaðu á hana var fast.

Ær og lamb eru nú aftur í haganum – og vit hava, helst, bjargað tveimum lívum frá hungurdoyða ella deyðadøtti.

Venjing við Fuglafjarða sløkkilið🚒
15/05/2025

Venjing við Fuglafjarða sløkkilið🚒

17/01/2025
Í dag hava vit bjarga einari ær sum var komin í óføri omanfyri Haldórsvík, tað er ikki bara fólki vit hjálpa 🙂🐑
17/11/2024

Í dag hava vit bjarga einari ær sum var komin í óføri omanfyri Haldórsvík, tað er ikki bara fólki vit hjálpa 🙂🐑

09/10/2024

Venjing saman við fjallabjargarum í Akureyri

Seinastu vikuna hevur Føroya Fjallabjargarafelag havt vitjan av Mike Gibbes og Gunnar Vilhjálmsson 🇺🇸🇮🇸Teir hava undirví...
09/09/2024

Seinastu vikuna hevur Føroya Fjallabjargarafelag havt vitjan av Mike Gibbes og Gunnar Vilhjálmsson 🇺🇸🇮🇸

Teir hava undirvíst einum hópi av fjallabjargarum, í einum víðkaðum skeiði, innan ymisk øki í bjarging. Undirvísingin hevur verið deild upp í ástøði og verkligar uppgávur.

09/08/2024

Frá eini venjing saman við Tórshavnar Sløkkilið🚒

🎥 Jensjáku Hansen

Taiga

Venjing á Gomlurætt. Ymiskar støđur í samband viđ síđing
16/06/2024

Venjing á Gomlurætt. Ymiskar støđur í samband viđ síđing

Thor Rescue á Eiði 2024. Siði var niður á eina rók eftir einum "skaddum" persóni, ið síðani var sjóraður niður í ein bja...
12/05/2024

Thor Rescue á Eiði 2024. Siði var niður á eina rók eftir einum "skaddum" persóni, ið síðani var sjóraður niður í ein bjargingarbát.
Fjallabjargaratoymi vóru umboðaðir av bæði komandi og erfarnum bjargarum.

Address

Hjalteyrargata 12
Akureyri
600

Website

Alerts

Be the first to know and let us send you an email when Føroya Fjallabjargarafelag posts news and promotions. Your email address will not be used for any other purpose, and you can unsubscribe at any time.

Share