14/06/2026
Ein av teimum ambassadørunum, ið Gunnar Holm-Jacobsen hevur havt gott persónligt samband við hesi seinastu tvey árini hann hevur verið sendimaður í Keypmannahavn, er slovenski ambassadørurin, Mihael Zupančič.
Tíðarskeiðið hjá Zupančič sum ambassadørur í Keypmannahavn skuldi eftir ætlan verða liðugt aftaná summarfrítíðina. Nakað herfyri sendi slovenska sendistovan innbjóðingar til móttøku í samband við tjóðardagin hjá Slovenia, og skuldi móttøkan samstundis vera eitt slag av farvæl-móttøku hjá ambassadørhjúnunum.
Tá gestirnir seinasta hósdag komu til móttøkuna á bústaðnum hjá ambassadørinum, stóð varamaður hansara fremstur at taka í móti gestunum, meðan ambassadørhjúnini stóðu næst, og undraði hetta gestirnar, men tað hevði sína orsøk, vísti tað seg. Eftir at varamaðurin hevði bjóðað vælkomin, og sagt nøkur fá orð afturat, fekk Mihael Zupančič orðið. Hann legði út við at siga, at tá innbjóðingarnar vórðu sendar út, hevði hann ikki sæð fyri sær, at umstøðurnar fóru at laga tað soleiðis, at hann fór at vera heiðursgestur á egnari móttøku heldur enn vertur, men soleiðis var støðan, segði hann. Hann var nevniliga longu farin frá sum ambassadørur – og mundi hann taka tey flestu á bóli, tá hann legði afturat, at orsøkin var, at hann eina viku frammanundan hevði tikið við sum løgmálaráðharri í nýggju slovensku stjórnini - eitt karrieruskifti av teimum meira sjáldsomu í diplomatiska umhvørvinum.
Myndin av sendimanninum og nýggja slovenska løgmálaráðharranum er tikin á móttøkuni.